Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 95 - 24. mai 2005 Løgtingsins umboðsmaður Løgfrøðilesandi (stud. jur.) Kundi tú hugsa tær at roynt eitt summarfrítíðar- starv hjá Løgtingsins umboðsmanni, so er høvi til tess nú. Umboðsmaðurin sóknast eftir einum løg- frøðilesandi, sum kann starvast á skrivstovuni í summarfrítíðini (einar 5-6 vikur í juli og august mánaði). Tann lesandi skal saman við hinum løgfrøðingun- um eftirkanna mál, sum umboðsmaðurin hevur til viðgerðar.Tað er ein fyrimunur,um tú ert ella er um at vera liðug(ur) við grundútbúgvingina.Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovu okkara. Starvstíð og løn verður ásett sambært avtalu. Umsóknir saman við próvtølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. juni og kunnu sendast til: Løgtingsins umboðsmann Postsmoga 2008 FO-165 Argir Frá Runavíkar Skúlastýri Søkt verður eftir lærarum í hesi størv, sum eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2005/2006. Øll størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønar- flokkunum 18.1-27.4. 1 starv við 27 lønartímum – avlopstímar. Í tíma- talvuni eru m.a.tímar við fjølbrekaðum næmingum og gentuítróttur. 1 starv við 27 lønartímum – fyri lærara í farloyvi. Í tímatalvuni eru m.a. tímar í tilevning og enskum 1 starv 24 lønartímar – avlopstímar. Starvið er treytað av øktari játtan vegna øktum næmingatali pr. 1. sept. Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. juni 2005. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ásmund Lamhauge, skúlastjóra, tlf. 217331. F. Runavíkar Skúlastýri v/ Malan Rasmussen, tlf. 441842 Niðari Vegur FO-660 Søldarfjørður Tofta skúla Hesi størv eru leys at søkja fyri skúlaárið 2005/2006 • 2 fulltíðar lærarastørv fyri lærara í farloyvi • 2 fulltíðar lærarastørv vegna avlopstímar, og serligan tørv.Tímarnir til serligan tørv eru ávika- vist 12 og 9 tímar • 1 lærarastarv uml. 12 tímar pr. viku, vegna av- lopstímar og serligan tørv (endaliga ásett eftir 1. sept. 2005) • 1 fulltíðar lærarastarv fyri lærara í barnsburðar- farloyvi frá 1. aug. 2005 til 31. mars 2006 • 1 fulltíðar lærarastarv fyri lærara í barnsburðar- farloyvi frá 1. aug. 2005 til 31. des. 2005 Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarfelag og Fíggjarmálaráðið í lønar- flokkunum 18.1 - 27.4. • 1 starv sum stuðul, 15 t/v • 1 starv sum stuðul, 5 t/v • 1 starv sum stuðul, 5 t/v Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Øll størvini eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2005/2006 uttan tey bæði størvini vegna barns- burðarfarloyvi. Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum á tlf. 447332. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi 3. juni 2005. Skúlastýrið fyri Tofta skúla v/ Jóhannus Danielsen FO-650 Toftir Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2702, P/F PAM-Offshore Service, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Gunvør Balle, Kráargøta 1, 160 Argir Innkomin sum stjóri: Magnus Kristian Magnussen, Millum Gilja 103, 188 Hoyvík Skráseting Føroya tann 20. mai 2005 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2538, Sp/f Vesturfarið, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 13.05.2005 Kommuna: Nýggj kommuna: Vestmanna Skráseting Føroya tann 20. mai 2005 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3175, Sp/f Eyðbjørn Joensen, 480 Skáli. Viðtøkur broyttar: 04.05.2005 Partapeningur: Lækking við kr. 30.000,00 til kr. 50.000,00 til rindan av halli. Hækking við kr. 50.000,00 til kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 50.000,00 við skuldarumskifti til kurs 100. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Eyðbjørn Joensen, 480 Skáli Innkomin sum stjóri: Don Eyðbjarnarson Joensen, 494 Innan Glyvur Skráseting Føroya tann 20. mai 2005 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3761, P/F FB Holding, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Jørn Astrup Hansen, Heygsbreyt 4, 100 Tórshavn (nevndarformaður) Innkomin í nevndina: Torbjørn Andreasen, Niðaragøta, bygn. 2, íbúð 8, 188 Hoyvík (nevndarlimur) Innkomin sum nevndarformaður: Janus Eyðun Petersen, Varðabú 1, 100 Tórshavn Skráseting Føroya tann 20. mai 2005 Kristin Balle ______________________ P/F FØROYA LÍVSTRYGGING Val av 5 umboðum at røkja áhugamál tryggingartakarans, meðan P/F Føroya Lívstrygging verður einskild. Vinnumálaráðið hevur heitt á P/F Føroya Lívstrygg- ing um at skipa fyri einum vali, har 5 persónar, sum eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging, verða valdir at umboða tryggingartakararnar í sam- bandi við,at P/F Føroya Lívstrygging skal einskiljast. Allir tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívstrygging hava valrætt og kunnu stilla upp sum umboð og vera stillarar. Hvør kann gerast umboð Øll, sum eru tryggingartakarar hjá P/F Føroya Lívs- trygging, kunnu stilla upp til valið. Um tú ynskir at stilla upp sum umboðsfólk, skalt tú boða frá hesum skrivliga til P/F Føroya Lívstrygging, Postboks 206, 110 Tórshavn, í seinasta lagi tann 6. juni 2005. Fyri at kunna stilla upp til valið, skalt tú hava undir- skriftir frá 15 stillarum.Øll,sum eru tryggingartakar- ar hjá P/F Føroya Lívstrygging, kunnu verða stillarar. Ein persónur kann bert vera stillari hjá einum val- evni, og einans eitt valevni kann vera á hvørjum uppstillingarlista. Núverandi og fyrrverandi stjórar, starvsfólk á P/F Føroya Lívstrygging og teirra hjúnafelagar ella sam- búgvar, kunnu ikki veljast sum umboðsfólk. Eingin kann virka sum umboð, um tey eru sett í starv ella arbeiða hjá fyritøkum, sum eru kappingarneytar hjá P/F Føroya Lívstrygging. Tá ið P/F Føroya Lívstrygging hevur fingið fráboðan frá tryggingartakarum, sum ynskja at stilla upp til val sum umboðsfólk, verður lýst í bløðunum, hvørji valevnini eru og tíðarfreistirnar fyri, nær atkvøðu- seðil kann umbiðjast og nær hann skal vera skriv- stovu felagsins í hendi. Tórshavn, tann 23. mai 2005 P/F FØROYA LÍVSTRYGGING -har tað hendir Lesið Sosialin