Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 97 - 26. mai 2005 Orðalagið harðnar Bílig klæðir úr Kina eru vorðin ein sonn plága fyri klædnaídnaðin í ES og USA, sum nú hótta við tiltøkum fyri at av- marka innflutningin úr Kina. Serliga tann ameri- kanska stjórnin ilskast inn á tey bíligu kines- isku klæðini, og nú vil stjórnin vera við, at kinesisku myndugleik- arnir hava hildið virðin- um á landsins gjaldoyra, yeninum, niðri fyri at økja um útflutningin. Sambært Financial Tim- es hava embætismenn hjá amerikanska fíggj- armálaráðnum kravt, at Kina skal skriva virðið á gjaldoyranum minst 10 prosent upp. Ger stjórn- in í Beijing ikki tað, fer Kongressin í Washing- ton at umhugsa at seta handilstiltøk í verk ímóti Kina, skrivar blaðið. Kinesiska stjórnin hevur sagt, at hon um- hugsar at leggja eitt ávíst avgjald á klæðir, sum verða útflutt, men nú sigur hon, at seta amerikanarar tiltøk í verk, verður ætlanin um avgjaldið slept. ES vil ikki fara so harðliga fram sum USA, men roynir ístaðin fyri at fáa eina diplomatiska loysn fyri at sleppa undan handilskríggi við Kina. Lítil áhugi Hóast svenska stjórnin hevði boðið uttanríkis- ráðharrunum í 46 lond- um á fund í evroatlant- iska samstarvsráðnum hjá NATO, komu bara 15 ráðharrar á fundin, sum var í býnum Åre fyrradagin og í gjár. Har var eingin Con- dolleezza Rice úr USA, sum ístaðin fyri var umboðað av varamanni hennara, Nicholas Burns. Har var heldur eingin Jack Straw úr Bretlandi og heldur eingin Joschka Fischer úr Týsklandi. Frakland, Spania, Danmark og Finnland sendu heldur ikki sínar uttanríkisráð- harrar til Åre, men norski uttanríkisráðharr- in, Jan Petersen, var har. Svenska stjórnin hevði annars lagt stóran dent á fundin í Åre, og tiltakið kostaði heldur ikki so lítið. Sambært tíðindastovuni TT vóru trygdartiltøkini sera strong, og løgreglan var sera væl umboðað í Åre, sum er eitt av teimum best umtóktu støðunum í Svøríki til vetrarítrótt. Færri morð Morð eru gerandiskostur í teimum brasilsku stór- býunum, og í Rio de Janeiro siga myndug- leikarnir, at tey nógvu morðini eru tann størsti trupulleikin, sum teir hava at dragast við. Men í býnum Sao Paulo og har um vegir gongur tað tann rætta vegin. Tøl hjá UNESCO vísa, at í 1999 vóru 44,1 morð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í økin- um, men í 2003 var talið komið niður í 35,9. Hetta er kanska ein uggi, men samstundis vísir tað seg, at talið á teimum, sum verða skotin, var størri í 2003 enn í 1999. UNESCO heldur, at morðini í Sao Paulo- økinum eru fækkað, tí at løgreglan er betur mann- að nú enn fyrr, og at fleiri tiltøk hjá tí al- menna hava fingið ung- fólk at halda seg burturi frá kriminaliteti. Umleið 182 milliónir fólk búgva í Brasil, og av teimum búgva umleið 40 milliónir í Sao Paulo- økinum. Goysir aftur Eitt gosfjall, sum meksi- kanar vanliga rópa Eld- gosfjallið, er farið at gera vart við, eftir at tað hevur ligið í dvala í trý ár. Mánadagin sendi gos- fjallið royk og øsku ein- ar fýra kilometrar upp í loft. Fjallið er einar 500 kilometrar frá høvuðs- staðnum Meksiko City, men har býr lítið fólk, skrivar AP. Myndug- leikarnir hava kortini gjørt av at halda eyga við fjallinum, tí heldur gosið fram, kann tað gerast neyðugt at flyta fólkið úr nøkrum bygd- um, sum eru nærhendis fjallinum. Seinast Eldgosfjallið av álvara gjørdi vart við seg var í 1913 , men meksikanskir jarðfrøð- ingar siga, at teir hava skrásett virksemi inni í fjallinum fleiri ferðir. Fyri trimum árum síðani goysti fjallið nakrar dag- ar, og tá máttu myndug- leikarnir flyta fólk úr bygdunum har nærhend- is. UTTAN ÚR HEIMI Viðhaldsmenninir hjá yvirgangsleiðaranum Abu Musab al-Zar- qawi siga, at hann er særdur. Tað kann vera ein fráboðan um eitt stórálop IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk – Fólk Islams! Tit skulu biðja fyri heilaga stríðs- manninum Abu Musab al- Zarqawi, so hann verður lektur fyri skaðan, sum hann fekk í stríði Guðs. Tí hann er okkara fremsti stríðsmaður, og vit biðja Guð lekja hann, so hann kann halda fram við bar- daganum. Boðini stóðu á heima- síðuni hjá felagsskapinum hjá Abu Musab al-Zarqawi í gjár, men ongar aðrar keldur kundu vátta tíðind- ini um, at hann er særdur. Men summar keldur halda, at tíðindini eru bein. – Ja, tað haldi eg, og eg verði ikki kløkkur, um vit um nakrar fáar dagar fáa at vita, at hann hevur liðið pínslaváttardeyðan, sigur David Claridge, Miðeystur- serfrøðingur á einum granskingarstovni í Lond- on, við Reuters. Ávaring um stórálop Amerikanskir talsmenn søgdu í gjár, at teir hava ongar upplýsingar um al- Zarqawi. Steve Boylan, sum er talsmaður hjá her- leiðsuni í Washington, segði, at eingin kann siga við vissu, um tíðindini eru bein, tí tað er vónleyst at fáa prógv fyri tí. USA hev- ur leingið lagt hann undir at vera høvuðsmannin aftan fyri ófriðin í Irak, og amerikanska stjórnin hevur lovað næstan 150 milliónir krónur í finningarløn, verð- ur hann avdúkaður og tikin. Kendi yvirgangsserfrøð- ingurin Magnus Ranstorp, ið arbeiðir á lærda St. Andrews háskúlanum í Skotlandi, setir spurnartek- in við, hví felagsskapurin hjá al-Zarqawi boðar frá, at hann er særdur. – Hetta var vera ein roynd at sissa amerikonsku og iraksku myndugleikar- nar, so felagsskapurin fær stundir til at fyrireika eitt ella annað stórálop, sigur Magnus Ranstorp við Reut- ers. Onkur tekur við Abu Musab al-Zarqawi, sum er ættaður úr Jordan, hevur tætt tilknýti til fe- lagsskapin al-Qaeda hjá Osama bin Laden, og ser- frøðingar halda, at tað fer ikki at standa á at finna ein, sum kann taka við eftir al- Zarqawi, skuldi hann doyð. Faris bin Houzam, sum hevur kannað al-Qaeda í fleiri ár, sigur við Reuters, at al-Qaeda hevur fleiri limir í Saudiarabia, sum eru til reiðar at taka við. Teir hava kanska ikki somu royndir sum hann, men tað er einki at ivast í, at teir eru til reiðar at halda fram við virksemi hansara, sigur hann. Í Suðurafrika verða fýra kvinnur myrdar hvørt einasta sam- døgur árið runt, men minni enn helming- urin av drápsmonn- unum verða dømdir MORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Suðurafrika hevur fram- vegis stórar sosialar trupul- leikar, og ein nýggk frá- greiðing vísir, at tað eru serliga kvinurnar, sum eru tapararnir. Kanningin vísir, at í 1999 vórðu 1.349 kvinnur myrd- ar í Suðurafrika, men tals- maðurin hjá nevndini, sum hevur gjørt kanningina, sigur við CNN, at talið er uttan iva tað sama í dag. – Sætta hvønn tíma verð- ur ein kvinna myrd, og í flestu førum er tað maðurin ella sambúgvin, sum er drápsmaðurin. Umroknað eftir fólkatali mrkir tað, at 8,8 av hvøårjum 100.000 kvinnum verða myrdar, og tað er tað størsta talið, sum vit vita um í heiminum, stendur í frágreiðingini. Verða tølini kannað nærri, sæst, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum verða myrdar, eru svartar, og kanningin staðfestir, at minni enn 40 prosent av drápsmonnunum fáa dóm fyri sítt brotsverk. Orsøkin er millum annað vánaligt løgregluarbeiði, og haraft- urat vísir tað seg, at í fleiri førum verða drápsmálini als ikki ella illa kannað. Granskararnir, sum hava gjørt kanningina, siga við Reuters, at rúsdrekkamis- nýtsla og alt ov løtt atgongd til skotvápn eru ein trupul- leiki í teimum stóru býun- um, men at arbeiðsloysi og sosialur ójavni eru med- virkandi til morð og harð- skap ímóti kvinnunum. Sætta hvønn tíma verður ein kvinna myrd Siga al-Zarqawi vera særdan Abu Musab al-Zarqawi. Tíðindini um, at hann er særdur, kunnu vera sonn, men tey kunnu eisini vera ein fráboðan um, at felagsskapur hansara fyrireikar eitt stórálop Mynd: Reuters