Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 26. mai 2005 3 MOTORSÚKKLUVITJAN Mikumorgunin møttu vit báðir myndamaðurin ein- um stórum fylgi av goml- um motorsúkklum, ið vóru á veg úr høvuðsstaðnum og norður eftir. Tað vísti seg, at talan var ein bólk av donskum Nimbus-fjeppar- um, ið eru komin á vitjan við teirra gomlu, men snotiligu súkklum. Danska ferðaliðið kom til Føroya við Norrønu mána- morgunin, og tey eru til- samans 32 fólk í fylginum, og við sær hava tey ikki færri enn 17 Nimbus- motorsúkklur. Nimbus-motorsúkklur- nar eru danskar, og tann fyrsta var framleidd á Frederiksberg í 1919. Tað vóru menninir aftan fyri Nilfisk-dustsúgvaran, ið mentu súkkluna. Framleiðslan av Nimbus- motorsúkklunum byrjaði av álvara í 1921 og helt fram til 1960. Í hesum tíðar- skeiði vóru umleið 14.000 motorsúkklur framleiddar, og av teimum koyra okkurt um 4.000 framvegis. tn Nimbus-fjepparar vitja Vakrar eru tær at líta á, tær 17 Nimbus- motor- súkklurnar, sum í hesum døgum vitja kring landið. Mynd: Bárður