hósdagur 26. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 97 - 26. mai 2005
Tað krevur harða
venjing at uppføra seg
nátúrligt á palli, og
eitt tað týdningar-
mesta amboðið er
røddin. Um dagarnar
fáa leikarar venjing á
Tjóðpalli Føroya frá
ensku, Nadine
George, sum hevur
ment sín egna teknikk
í at venja røddina
SJÓNLEIKUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
– Hetta ger okkum stutt
sagt til betri sjónleikarar.
Og so løgið tað ljóðar, gev-
ur neyvi teknikkurin eitt
ótrúligt frælsi til at fáa
leikin so nátúrligan, sum
gjørligt, siga tær báðar
Katarina Nolsø og Ria Tor-
garð, sum saman við átta
øðrum leikarum í løtuni eru
til røddarvenjing á Tjóð-
palli Føroya. Tað er enska
Nadine George, sum hevur
ment sín heilt serstaka
teknikk í at brúka røddina
rætt á palli, sum eisini
stendur fyri venjingunum.
Røddin – lykil til
kenslurnar
Tekstirnir, leikararnir brúka
til venjingarnar, eru úr
sjónleikum hjá William
Shakespeare, og tað er ikki
uttan orsøk. Nadine George
greiðir frá, at ikki minst tí
Shakespeare sjálvur var
sjónleikari,
hava
hesir
tekstirnir alt, sum skal til,
tá tað ræður um at venja
andadrátt, støðgir og javn-
vágina millum ljóðini. Sum
kunnugt eru sterkar kenslur
altíð uppá spæl hjá Shake-
speare, og tað eru tær eisini
hesa løtuna á gamla Meiar-
ínum. Á pallinum anda og
sveitta Ria Torgarð og Páll
Danielsen seg ígjøgnum
endaleysar endurtøkur av
somu setningum, inn til
Nadine umsíður er nøgd.
Excellent, very good!, ljóð-
ar skoðsmálið, meðan Na-
dine leitar eftir næsta tekst-
brotinum, sum skal venjast.
Teknikkurin gongur í
stuttum út uppá, at við at
venja og brúka røddina á
ein ávísan hátt, ber tað til
hjá leikarnum at mana fram
júst tær kenslur, sum leik-
luturin ella replikkin krev-
ur. Venjingarnar á Tjóðpall-
inum beint nú eru úrslit av
drúgvari gransking í sam-
bandinum millum rødd og
kenslur, sum Nadine hevur
ment til ein teknikk, tað ber
til at læra og brúka umaftur
við øllum tekstum á øllum
málum.
– Ein leikari, sum letur
tilvildina ráða og vónar tað
besta, verður ongantíð ein
góður sjónleikari. Í grund-
ini er hann als ikki sjón-
leikari, tí sjónleikur snýr
seg um at hava tamarhald á
sær sjálvum, vita hví tú
gert, tað tú gert og duga at
endurtaka tað til ein og
hvørja tíð. Heimsins størstu
filmar, høvdu aldrin verið
gjørdir, var tað ikki fyri
leikarar, sum eftir fáum
sekundum megna at lukka
av fyri øllum øðrum og
savna seg um teknikkin,
sum krevst, sigur Nadine
og avlívar allar mytir um
hjartanemandi spontanan
sjónleik, sum kemur »av
sær sjálvum«.
Broytast sum leikarar
Hetta er fjóðru ferð, Nadine
er í Føroyum og hevur
venjingar, og Ria Tórgarð
er sannførd um, at hetta
hevur givið úrslit.
– Summir av leikarnum
hava verið við á fleiri av
skeiðunum, og tað er heilt
týðiligt, at tey eru broytt
sum leikarar. Eg havi sjálvi
verið við hvørja ferð, og eg
merki væl, hvussu eg flyti
meg víðari sum leikari,
sigur Ria, og Katarina
Nolsø nikkar
– Tú lærir sjálvandi ikki
alt beinanvegin, men okk-
urt hongur altíð við, sum tú
kanst byggja víðari á, so tú
allatíðina mennist sum
leikari, sigur Katarina.
– Tað ljóðar kanska eitt
sindur øvut, men í grundini
er tað teknikkurin, sum ber
hugflogið, so tú eisini fært
brúkt teg sjálvan uppá aðrar
mátar á pallinum. Skalt tú
spæla sannførandi sjónleik,
mást tú kenna teg tryggan
við amboðini, tú hevur at
brúka. Tástani fært tú frælsi
til at vera náturlig á pallin-
um, sigur Ria, sum letur
væl at Nadine, sum venjara.
Eisini Nadine er væl nøgd
við
arbeiðið,
leikarnir
leggja í venjingarnar.
– Tað er ein fragd at
venja hesar leikarnar. Tey
eru ótrúliga tilvitað um,
hvat tað er, eg royni at fáa
fram í teimum og vísa stór-
an opinleika, sjálvt um vit
allatíðina eru á markinum
til tað ótilvitaða og eitt
sindur óhugnaliga. Og tað
krevur áræði, sigur Nadine
George.
Skeið á Tjóðpallinum:
Krevur teknikk at vera nátúrlig
Ria Tórgarð á rannsóknarferð við røddini sum amboð
Nadine George, sum stendur fyri røddarvenjingunum á Tjóðpallinum hevur ment sín heilt
serstaka teknikk í at nýta røddina á palli
Tey fylgja væl við meðan hinir leikarnir venja á pallinum