hósdagur 26. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 26. mai 2005
5
Landsstýrismála-
nevndin hevur
biðið landsgrann-
skoðaran kanna,
hvussu Hans Pauli
Strøm og Jógvan á
Lakjuni hava goldið
ymsar rokningar í
sambandi við
røktarheim í Vági
og skúladepil í Hovi
EMBÆTISFØRSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landsgrannskoðarin skal
nú kanna hvussu Hans
Pauli Strøm og Jógvan á
Lakjuni
hava
goldið
ymsar útreiðslur í sam-
bandi við ætlanina at
byggja skúladepil í Hovi
og røktarheim í Vági.
Tað er landsstýris-
málanevndin, sum hevur
heitt á landsgrannskoðar-
an um at gera hesar
kanningar.
Landsstýrið
hevur
gjørt ymsar kanningar,
umframt at tað hevur
hildið fundir og havt
framløgur av ymsum
slagi, síðani tað fór at
arbeiða við ætlanini um
at flyta ætlaða miðnáms-
skúlan í Vági í ein
skúladepil í Hovi saman
við heilsuskúlanum á
Tvøroyri og at byggja
røktarheim í Vági aftur-
fyri.
Og
landsstýrismála-
nevndin vil nú hava
landsgrannskoðaran at
kanna, hvaðani Hans
Pauli Strøm og Jógvan á
Lakjuni hava fingið pen-
ing til hesar útreiðslurn-
ar.
Borgarstjórin í Vági
er ikki fegin um at
kommunusamanleggi
ng verður sett sum
treyt fyri at byggja
røktarheim í Vági
RØKTARHEIM OG
SAMANLEGGING
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Mær dámar illa at málið
um kommunusamanlegg-
ing í Suðuroy og málið um
at byggja røktarheim í
Vági, eru tengd saman.
Borgarstjórin í Vági følir
tað sum um hon hevur fing-
ið revolvaran fyri pannuna,
nú kommunurnar skulu
samráðast um at byggja
røktarheim í Vági.
Bórgarstjórin á Tvøroyri,
Kristin Michelsen, hevur í
útvarpinum boðað frá, at
Tvøroyrar Býráð fer neyv-
an at samráðast um at
byggja røktarheim í Vági
uttan at kommunurnar í
Suðuro eisini eru sinnaðar
til at samráðast um at
leggja saman.
– At samráðast undir
slíkum treytum hóvar mær
sera illa, tí eg haldi, at tað
er skeivt at tengja málini
saman. Og eg haldi ikki at
tað er rætt at hótta hinar
kommunurnar í oynni á
hendan hátt, sigur Kirstin
Strøm Bech.
– Men nú fáa vit at
síggja, hvussu samráðing-
arnar verða, leggur hon
afturat.
Kortini ásannar hon, at
spurningurin um at leggja
kommunur í Suðuroy sam-
an, er eitt mál, sum bý- og
bygdaráðini í oynni koma
at taka støðu til í næstu
framtíð.
– Skulu kommunurnar
leggja saman, mugu vit
eisini gera okkum greitt, at
vit vilja arbeiða fyri at
menna alla oynna og ikki
bara ávís pláss.
– Hetta er ein spurningur,
sum eisini Vágs Býráð
kemur at taka støðu til í
næstum, sigur hon.
Men hon er sannførd um,
at áðrenn býráðið fer undir
eina samanlegging, má tað
fáa heimild til tað frá fólk-
inum á eini fólkaatkvøðu.
Eli Frederiksen, borgar-
stjóri í Porkeri, hevur áður
nevnt møguleikan at gera
eina óhefta, fakliga kann-
ing um, hvørjir fyrimunir
og vansar eru við eini
kommunusamanlegging í
Suðuroy og tað er eitt upp-
skot, sum Kirstin Strøm
Bech heldur ljóðar skila-
gott.
– Kommunusamanlegg-
ing er nýtt fyribrigdi í Før-
oyum og tað kundi eisini
verið hent hjá suðuroying-
um at frætt, hvørjar royndir
tey á Skálafirði og tey í
Sunda
Kommunu
hava
gjørt sær av samanlegging-
ini, bæði at góðum og ring-
um, heldur borgarstjórin í
Vági.
Vágs Býráð hevur
einmælt samtykt at
samráðast við
Landsstýrið og hinar
kommunurnar í
Suðuroy um at byggja
røktarheim í Vági.
Men treytir fylgja við
RØKTARHEIM Í VÁGI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal tilboðið frá Lands-
stýrinum til Vágbingar, og
suðuroyingar, sum heild,
standa sína roynd.
Landsstýrið hevur bjóðað
suðuroyingum
lagaliga
fígging til eitt røktarheim í
Vági afturfyri, at miðnáms-
skúlin varð fluttur til Hovs.
Og nú hava bæði Vágs
Býráð og bygdaráðið í Por-
keri einmælt samtykt at
taka av tilboðnum.
Sostatt
hava
báðar
kommunurnar samtykt at
fara undir samráðingar við
landsstýrið og hinar komm-
unurnar í Suðuroynni um at
byggjarøktarheim í Vági.
Tað hevur ligið í kortun-
um, at landsstýrið vil hava
at røktarheimið verður bygt
á stykkinum vesturi á Vatn-
inum, sum annars er grivið
út til miðnámsskúlan.
Men Vágs Býráð vil ikki
binda staðbinda røktar-
heimið enn, tí tað hava eis-
ini verið røddir frammi í
býráðnum um at røktar-
heimið skal byggjast á
Marknoyri, har kommunan
hevur sett øki av til eldra-
røkt.
Í sínari samtykt læt Vágs
Býráð sostatt tí týðiliga
vera við at nevna, hvar í
býnum, røktarheimið skal
byggjast.
Sostatt
hevur
Vágs
Kommuna einans samtykt
at samráðast um at byggja
røktarheim í Vági, men
ikki, hvar í Vági tað skal
vera.
Sinnisveik og
minnisveik uppí
Men samtyktin hjá Vágs
Býráð er ikki treytaleys.
Býráðið samtykti nevniliga
eisini, at pláss til sinnisveik
og pláss til minnisveik
skulu vera við í ætlanini.
– Hetta var ein heildar-
ætlan,
sum
landsstýrið
legði fram á fundi við
kommunurnar í Øravík fyrr
í vár og hetta vil Vágs
Kommuna halda seg til.
Hinvegin hevur bygda-
ráðið í Porkeri samtykt at
taka upp samráðingar um at
byggja røktarheim á stykk-
inum í Vági, sum varð griv-
ið út til miðnámsskúlan.
Kirstin
Strøm
Bech,
borgarstjóri í Vági er sera
væl nøgd við, at býráðið
einmælt hevur samtykt at
samskifta við landsstyrið
og hinar kommunurnar um
at byggja røktarheim í
Vági, heldur enn at vísa
málið frá sær, soleiðis sum
meirilutin
hevur
gjørt
higartil.
Nógv mál kunnu loysast
við at tosa og samskifta um
viðurskiftini, heldur hon.
– Nú fáa vit so loksins at
síggja, hvat veruliga býr
undir tilboðnum frá lands-
stýrinum um lagaliga fígg-
ing.
Landsstýrið metir, at eitt
heim til 38 fólk kostar 38
milliónir og fer at geva 49
heildagsstørv.
Vanliga
gongur 1,6 starvsfólk til
hvørt heildagsstarv, tí so
nógv arbeiða niðursetta tíð
og sostatt fer eitt slíkt heim
at krevja 78 starvsfólk,
umframt fólk til bókhald,
roknskap og annað.
Hinvegin verður mett, at
eitt heim til 30 fólk fer at
kosta 30 milliónir og tað fer
at geva 39 ársverk, ella 62
starvsfólk.
Landið betalir helvtina av
byggikostnaðinum, ella í
mesta lagi 500.000 krónur
fyri hvørt búfólk.
Skal kanna peninga-
nýtslu hjá tveimum
landsstýrismonnum
Ikki fegin um at fáa
revolvaran fyri pannuna
Vágbingar sinnaðir at líta frameftir
Spurningurin um at leggja kommunur í Suðuroy saman, eigur
ikki at tenngjast saman við málinum um at byggja røktarheim
í Vági, heldur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági
Nú skal tilboðið frá landsstýrinum til vágbingar, og suðuroyingar sum heild, um lagaliga fígging til eitt røktharheim standa sína
roynd. Soleiðis kann eitt røktarheim vesturi á Vatninum í Vági, fara at síggja út