Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 26. mai 2005 7 Vandi var fyri at alt skipið kolaðist upp - Hetta var ein torfør uppgáva, tí so nógvur hiti og roykur var. Tá ið ringast stóð til, var eldurin eisini við at festa í messuna, og eg sá fyri mær, at eldurin fór at gera enda á øll- um skipinum, sigur brandumsjónarmaðu rin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, Sunnleif Højgaard ELDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Klokkan knapt hálvum eitt mikunáttina fekk Skála- fjarðar Sløkkilið fráboðan um nógvan royk umborð á djúpvatnstrolaranum, Suðr- ingi, sum liggur við bryggju í Runavíkar havn. - Vit mannaðu okkum og fóru beinanvegin oman á skipið, sum lá úti á pierin- um. Tá ið vit komu oman, sóu vit, at har var nógvur roykur, samstundis sum dekkið longu tá var rætti- liga heitt. Vit avgjørdu fyrst at køla dekkið av og royna at sleppa niður á fabrikk- ina, haðani roykurin kom, og nógvi hitin stavaði. Men hetta var lættari sagt enn gjørt, tí møguleikarnir at sleppa niður á dekkið eru so avmarkaðir. Brandumsjónarmaðurin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, Sunnleif Højgaard, greiðir frá, at teir valdu ikki at brúka óavmarkaðar nøgdir av vatni í arbeiðinum, tí hetta kundi føra til, at skipið legði seg og í ring- asta føri koppaði. - Tí avgjørdu vit at køla av við vatni og royna at sløkkja við skúmi. Dekkið var so ógvuliga heitt, at sjálvt botnurin í skónum, sum eru sergjørdir til slíkt arbeiði og hava innbygdan stálbotn, smeltaði. Eldur allastaðni Sunnleif sigur, at tá ið teir umsíðir sluppu niður á fabrikkina gjøgnum eina lúku í dekkinum, vísti tað seg at vera eldur allastaðni – og tá serliga uppi undir dekkinum. - Vit kendu ikki fabrikk- ina, og tí var torført hjá okkara monnum at finna sær vegir í nógva roykinum og hitanum. Hann sigur, at nakrir av s l ø k k i l i ð s m o n n u n u m noyddust at bróta sær veg inn á brúnna og niður undir fyri at byrgja uppfyri, at eldurin ikki eisini breiddi seg fram í skipið - til mess- una og manningarrúmini. - Eldur, roykur og hitin á fabrikkini var so nógvur, at tað tók okkum meira enn tveir tímar at fáa tamarhald á støðuni. Vit eru tilsamans 47 sløkkiliðsmenn í liðnum hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, og vit vóru 20 mans, sum tóku lut í arbeiðnum hesa náttina. Henda uppgávan var so mikið stór og torfør, at vit eisini sendu boð eftir sløkkiliðsmonnunum hinu- megin fjørðin. Hann vísir á, at tað er rættiliga tungt arbeiði hjá roykkavarum undir tílíkum umstøðum; teir gerast heitir og troyttast skjótt. Sá svart út Sunnleif sigur, at øll fabr- ikkin umborð á Suðringi meira ella minni er kolað upp, men tíbetur er ikki líkt til, at maskinrúmið hevur fingið nakran serligan skaða. - Tá ið ringast stóð til, var eldurin eisini við at festa í messuna, og eg sá fyri mær, at eldurin fór at gera enda á øllum skipinum. Men vit fingu byrgt upp fyri, at eld- skaðin í messuni gjørdist lítil, tá ið saman um kom. Ta einu løtuna var so mikið av vatni í skipinum, at sløkkiliðsmenninir noyddist at pumpa vatn upp úr skipinum. - Suðringur legði seg nakað, og eitt skifti stóð á endunum, soleiðis at vit máttu brúka pumpurnar hjá okkum til at pumpa sjógv upp úr skipinum við, sigur Sunnleif Højgaard, sum fegnast um, at tað í øllum góðum eydnaðist hansara monnum at basa eldinum umborð á Suðringi. Tá ið eitt sløkkilið verður boðsent, tí eld- ur eitt nú er umborð á einum skipi, lúrir vandin við fløskum av ymiskum slagi, sum kunnu spreingj- ast í luftina, um illa vil til. Og soleiðis var eisini í hesum førin- um, nú eldur var í fabrikkini umborð á Suðringi ELDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Sum tíðin gekk, fingu vit fráboðan um, at nakrar stórar ilt-ella brintfløskur stóðu í einum rúmi á trol- dekkinum, og soleiðis stóðu tvær freon-fløskur eisini í einum øðrum rúmi umborð. Sunnleif Højgaard, brandumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sig- ur, at stóru ilt-og brintfløsk- urnar vóru rættiliga heitar og stóðu í einum rúmi, sum var rættiliga heitt, tá ið teir komu fram á tær. - Hetta eru stórar fløsk- ur, sum ikki eru lættar at handfara. Vit fingu kølt fløskurnar og rúmið, har tær stóðu og fingu tær síðan út. Hann ásannar, at slíkt er ikki gamansleikur og kann vera rættiliga vandamikið arbeiði, tí hesar fløskur kunnu spreingjast í nógv- um hita – og pettir frá teimum kunnu fara ígjøgn- um stál, um illa vil til. - Jú, vit vóru bangnir fyri hesum stóru fløskunum, leggur hann aftrat. Sunnleif Højgaard sigur, at freon-fløskurnar um- borð á Suðringi haraftur- ímóti vóru eingin trupul- leiki, tí tær vóru ikki so heitar, tá ið sløkkiliðs- menninir komu fram á tær. - Ta einu løtuna var ein minni spreinging umborð, men vit eru ikki rættiliga greiðir yvir, hvat tað var, sum hendi, sigur brandum- sjónarmaðurin. Vandamiklar fløskur í eldi og hita - Jú, vit vóru bangnir fyri hesum stóru fløskunum, sum kunnu spreingjast í nógvum hita – og pettini frá teimum kunnu fara ígjøgnum stál, sigur Sunnleif Højgaard, brandumsjónarmaður Mynd: Vilmund Jacobsen Tað sæst ikki uttan á skipinum, at tað fer at taka rúma tíð, áðrenn leggjast kann út á hav aftur Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg kom úr Sandoynni í morgun og visti einki um tilburðin, sigur reiðarin, Marner Lisberg Mynd: Vilmund Jacobsen Hugsandi er, at skammlop er orsøkin til, at øll fabrikkin umborð á Suðringi er kolað upp Mynd: Vilmund Jacoben