Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, metir ikki, at trupul- leikin við miðnáms- skúlunum er so stórur. – Hetta er eitt yvirdimensionerað problem, sigur hann MIÐNÁMSSKÚLAR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Í teimum tølunum, sum eg havi, dugi eg ikki at síggja tann stóra trupul- leikan. Eg dugi ikki at síggja, at tað eru fleiri næmingar, sum ikki sleppa inn enn vanligt, staðfestir hann. Hann vísir á, at tað hvørt ár eru næmingar, sum eru egnaðir, men sum ikki sleppa inn í fyrstu atløgu vegna plásstrot. Men frá- fallið er altíð so stórt fyrstu mánaðirnar í skúlaárinum, at teir flestu umsøkjararnir plaga at sleppa inn hóast alt. – Tí sigi eg, at trupul- leikin ikki er so stórur. Hann er ikki størri enn so mong onnur ár, sigur hann. Veit onki um bíðilistar Spurdur, um tað ikki er ein trupulleiki, tá miðaltalið fyri at sleppa inn á stu- dentaskúlan, brádliga verð- ur rykt frá at vera 8 til at vera 8,3, soleiðis at nógvir næmingar, sum hava verið egnaðir til studentaskúlan í fleiri ár, brádliga ikki eru tað, svarar Jógvan á Lakj- uni, at tað kennir hann einki til. – Hatta tori eg ikki at úttala meg um, tí hatta veit eg einki um. Tað er upp til skúlarnar at taka teir næm- ingar, sum teir vilja hava og at seta gáttina til skúlan hareftir. Tað hevur menta- málaráðið einki við at gera. Og eg havi satt at siga einki frætt um hatta, fyrr enn nú, sigur ráðharrin í menta- málum, sum sostatt einki veit um, at talið av óegnað- um næmingum brádliga er voksið heilt nógv, tí ráð eru ikki at taka teir inn. Hóast teir í fjør høvdu verið egn- aðir. – Eg kann bara fyrihalda meg til tey tølini, sum eg havi, og út frá teimum er tað tíbetur ikki nakar stórur trupulleiki slær hann fast. – Tað verða nøkur, sum fáa avslag, men tað eru tað nærum hvørt ár, vísir hann á. Yvirdimensionerað Til spurningin, um hetta kann metast at vera í tráð við visiónina hjá landsstýr- inum, um at Føroyar skulu vera heimsins fremsta tjóð í 2015, svarar Jógvan á Lakjuni, at man sjálvandi altíð kann diskutera, um ikki okkurt kann gerast betri. – Eg haldi, at hesin trupulleikin um bíðilistar- nar er yvirdimensioneraður. Í ár eru fleiri enn 1000 næmingar slopnir inn á miðnámsútbúgvingar, og tað er eitt stórt tal. At nøk- ur, sum eru egnað, ikki sleppa inn, er ikki ein so stórur trupulleiki, sum fólk vilja blása tað upp til at vera, sigur hann. Við at hyggja at umsókn- unum frá 2002, tá 912 um- sóknir um miðnámsútbúgv- ing komu inn, og saman- bera tað við 2005, tá 1212 umsóknir eru komnar inn, kunnu vit staðfesta, at áhugin fyri miðnámsút- búgvingum er alsamt og skjótt vaksandi. Eru játtanirnar til mið- námsskúlarnar voksnar við tørvinum? – Ja, tað kunnu vit so altíð diskutera. Miðnáms- skúlarnir hava koyrt við undirskotið eina tíð, og eg bað um eina eykajáttan áljóðandi 3,5 millióir. Eg fekk 2 milliónir, og tí er greitt, at tað má sparast onkustaðni. Við at spara ein 3. flokk í øllum skúlunum, spara vit nakað, men tað nøktar sjálvandi ikki allan tørvin, staðfestir hann. Hann vísir á, at ein partur av undirskotinum botnar í stóra lønarvøkstrinum, sum seinastu árini hevur verið. Ein alsamt størri partur av miðnámsskúlajáttanini fer til hækkandi lønir, meðan næmingatalið alsamt veks- ur. Tá er greitt, at tað verður minni í part. Spurdur, um tað ikki er býtt at spara á miðnámsút- búgvingunum, svarar Jógv- an á Lakjuni at hatta er eitt trupult mál. – Um vit ikki spara í miðnámsskúlunum, hvar skulu vit so spara? Í fólka- skúlanum? Hjá teimum brekaðu? Eg dugi ikki at svara hvat er verri og hvat er betur, staðfestir hann. – Sjálvandi er harmast vit, at skula spara í skúlun- um, men hetta eru treytir- nar, sum vit politikarar arbeiða undir, tá vit hava eina fíggjarlóg við halli, sigur hann at enda 8 Nr. 97 - 26. mai 2005 Umsøkjaratalið til miðnámsútbúgvingar er voksið nógv sein- astu árini, og nógv av teimum, sum fáa noktandi svar, eru egnað og lúka treyt- irnar. – Vit hava ikki fíggjarliga orku, stað- festir Mads A. Winther MIÐNÁMSSKÚLAR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo – Vit kunnu ikki seta nakað virksemi í gongd, sum vit ikki hava fingið fíggjarliga játtan til. Tað sigur seg sjálvt, staðfestir Mads A. Winther. Hann sigur, at studenta- skúlin plagar at taka so nógvar flokkar inn til 1.s, sum tað fara úr 3.s. Men í ár verður tó eitt undantak. – Vit plaga at hava 26 flokkar. Men eftir summar- feriuna verður ein 3. flokk- ur tikin burtur. Hann verður býttur í trý og lagdur saman við hinar flokkarnar. Vit hava sostatt umstøður til ein flokk afturat, men vit hava ikki fíggjarligu ork- una til tað, vísir Mads A. Winther á. Rektarin í Hoydølum sig- ur, at tey seinastu árini hava merkt, at umsøkjaratalið er støðugt vaksandi. Men talið av næmingum, sum verða tiknir inn, hevur tó verið nøkulunda á sama støði. – Tað var ein so stór øking á barnsburðatalinum mitt í fýrsunum og nøkur ár frameftir. Og tað merkist sjálvandi nøkur ár seinni á umsøkjaratølunum. Tey eru nú um 17 ára aldur, og skulu víðari eftir fólkaskúl- an, sigur Mads A. Winther. Umstøður – men ikki ráð Tal av umsøkjarum, sum hava søkt um upptøku á miðnámsskúlunum í 2001-2005 Útbúgving Stað 2005 2004 2003 2002 2001 FHS Tórshavn 181 156 158 161 173 FHS Kambsdalur 113 88 61 67 52 HH Tórshavn 87 96 106 93 90 HH Kambsdalur 75 49 58 40 46 SIT-1. støðisárið Tórshavn 66 78 66 47 61 SIT-1. støðisárið Klaksvík 74 31 28 43 39 SIT-2. støðisárið Tórshavn 24 23 11 7 12 SIT-2. støðisárið Klaksvík 5 7 0 0 0 HT Klaksvík 18 13 17 21 20 SIF Vestmanna 12 24 15 24 25 HF Tórshavn 90 59 64 50 53 HF Kambsdalur 25 19 14 17 22 HF Klaksvík 38 53 26 31 28 Stud. Mál Tórshavn 87 90 88 100 85 Stud. Mál Kambsdalur 54 48 28 40 44 Stud. Mál Vágur 20 26 14 13 15 Stud. Stødd. Tórshavn 120 94 73 70 84 Stud. Stødd. Kambsdalur 50 39 38 34 23 Stud. Stødd. Vágur 10 15 13 17 19 AHH Tvøroyri 63 53 53 37 54 Til samans 1212 1061 931 912 945 Næmingar í 1.s og 1. HF í Hoydølum í september Næmingar ár 184 2001 206 2002 200 2003 215 2004 í 2005 eru 297 egnaðar umsóknir komar inn til Studentaskúlan og HF-skeiðið. 216 næmingar eru upptiknir til 1.s. og 1. HF eftir summarfrítíðina Tað standa sostatt 32 egnað á bíðilista til studentaskúlan og HF skeiðið - bara í Havn – Trupulleikin er ikki so stórur Mads A. Winther, rektari í Hoydølum, staðfestir, at umstøðurnar til ein 1. s afturat eftir summarferiuna eru til staðar, men fíggjarlig orka er ikki til tess. Savnsmynd Jógvan á Lakjuni, ráðharri í mentamálum, sigur seg ikki vita nakað um stóra trupulleikan, ið fólk siga vera í miðnámsskúlunum í ár. – Eg kenni einki til, at nógv fleiri umsøkjarar ikki eru egnaðir í ár, tí miðaltalið brádliga er hækkað, sigur hann.