hósdagur 26. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 26. mai 2005
9
– Eg satsi ikki uppá
annan ungdóm enn
tann, sum er her í
Fuglafirði. Men øll
eru sjálvandi væl-
komin higar, sigur
Hallur Poulsen, sum í
farnu viku lat upp
nýtt spælistað í Fugla-
firði
SPÆLISTAÐ
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: Hetta er væl
kent í øðrum støðum, og nú
er tað so eisini komið til
býar í Fuglafirði.
Í farnu viku læt nevniliga
upp eitt nýtt spælistað, har
tey ungu nú hava fingið
møguleika at spæla nøkur
av somu spølum, sum
javnaldrar teirra kenna í
øðrum londum.
Tað var ikki neyðugt at
lýsa stórvegis við ætlanini,
tí ikki gekk long tíð fyrrenn
hesi tíðindini fóru at ganga
sum rótasúpan í býnum.
Hóast spælistaðið bert
hevur verið opið í eina
viku, er longu líkt til, at
eigarmaðurin, Hallur Poul-
sen kann vera nøgdur við
undirtøkuna.
- Jú, her hevur verið
rættiliga nógv fólk, og tí
síggi eg ljóst uppá fram-
tíðina, sigur Hallur.
Góð spøl
Fyri at lýsa hetta spælistað-
ið kann tað gerast við bert
fáum orðum: Hetta skal
vera eitt stað, har fólk
kunnu koma saman fyri at
hugna sær.
Innkomin í spælihøllina
er alt gjørt klárt til at hetta
endamálið kann fremjast.
Har finnast í fyrsta lagi fýra
snøgg pool-borð, og inni í
einum øðrum høli er eitt
fótbóltsspæl, og eitt ser-
stakt spæl, sum teim ungu
dáma serliga væl.
Hetta er eitt rættiligt air-
hockey spæl, sum í ein
ávísan mun minnir um tey
vanligu ís-hockey spølini,
men har alt verður drivið
fram við luft.
Og tað hevur eisini víst
seg, at júst hetta spælið er
longu vorðið sera væl um-
tókt millum tey ungu, hóast
stutt tíð er fráliðin síðani
spælistaðið læt upp.
Ikki lýst
Hallur hevur arbeitt við
hesi ætlanini í eina tíð, men
avgjørdi so at lata upp týs-
dagin í farnu viku.
Hann hevði ikki lýst við
tí, men hetta serstaka hølið
varð skjótt gjørt til prát
manna millum – og serliga
millum ungdómin í býnum.
Tá hann so lat upp varð
beinanvegin stór undirtøka,
og tá Sosialurin prátaði við
Hall fríggjadagin í farnu
viku, var hann sera fegin
um, hvussu nógv fólk
longu høvdu verið inni á
gólvinum.
Hallur var tí spentur eftir
at vita, hvussu undirtøkan
fór at verða framyvir – um
hetta bara var eitt upplop,
ella um spælistaðið veru-
liga hevur rakt ein tørv hjá
teimum ungu í Fuglafirði.
– Eg satsi ikki uppá ann-
an ungdóm enn tann, sum
er her í bygdini. Men øll
eru sjálvandi vælkomin
higar, sigur hann.
Riggar aðrastaðni
Ein viðkomandi spurningur
er tí eisini, hví Hallur er
farin undir júst eitt slíkt
spælistað í Fuglafirði.
– Hví ikki í Fuglafirði?!
Eg meini so við, - her
búgva væl omanfyri 1500
fólk. Alt er væl savnað her,
og stutt er at fara til øll
støðini í býnum.
– Hetta er jú ikki nakað
nýtt, og tað sær út til at
rigga á øðrum støðum. So
hví ikki eisini her?, sigur
ein sera bjartskygdur Hall-
ur.
Inni í spælistaðnum er
eisini ein lítil kiosk, har til
ber at keypa nakað av tí,
teimum ungu dáma væl at
eta og drekka.
13 til 15 ár
Eitt slíkt spælistað sum
hetta vendir sær sjálvandi
mest til tey ungu.
Og Hallur hevur eisini
lagt merki til, at tað serliga
er ein ávísur aldursbólkur
sum hevur vitjað spæli-
staðið.
– Tað eru serliga tey 13
til 15 ára gomlu, sum eru
komin her og eisini onkur
eldri.
– Alt er sjálvandi so nýtt
enn, so tað er trupult at
siga, um tað eisini verður
soleiðis framyvir, sigur
hann.
Hóast tey ungu serliga
hava tikið væl ímóti spæli-
staðnum, so er einki til
hindurs fyri hjá eldri ung-
dómi og øðrum at vitja
staðið.
Einki navn
Nýggja spælistaðið í Fugla-
firði er so nýtt, at tað enn
ikki hevur fingið nakað
navn.
Á mannamunni eitur tað
bert "Spælistaðið", meðan
onkur
kallar
tað
fyri
"Grand Floor", eftir handl-
inum sum áður helt til í
bygninginum.
Hallur sigur tó, at navnið
Grand Floor ikki beinleiðis
sipar til, at her er eitt spæli-
stað, men hann hevur sum
so einki ímóti navninum.
– Fyri meg kann tað gott
eita so, sigur Hallur.
Pool er kul
millum tey ungu
Studentarnir í 2. A í
Hoydølum vilja ikki
góðtaka at teirra
flokkur verður niður-
lagdur. Tey savna nú
inn undirskriftir
móti sparingunum og
hava haraftrat biðið
um alment innlit í
málið
SKÚLI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hoydalar: - Hey, vilt tú
ikki skriva undir hetta mót-
mælið móti sparingunum á
skúlaøkinum?
Fyrrapartin í gjár vóru
m.a. næmingar í 2. A í
Hoydølum úti og savnaðu
inn undirskriftir móti teim
sparingunum, sum fara at
raka teirra flokk so meint.
Í Sosialinum í gjár skriv-
aðu vit um støðuna millum
næmingarnar
í
hesum
flokkinum, sum komandi
skúlaárið verða splittaðir
sundur í tríggjar flokkar, tí
at teirra egni flokkur skal
niðurleggjast.
Hetta ætlaðu tey ikki at
lata sær lynda uttan stríð,
og nú er fyrsta stigið á hesi
leiðini tikið.
Tað vóru tó ikki bert
næmingar í Hoydølum,
sum vóru úti í hesum
ørindum, tí hetta sama
gjørdi eisini næmingar í
Vági og í Kambsdali.
Lærarar stuðla
Um middagsleitið í gjár
vóru tey stødd í SMS í
Havn, har tað ikki stóð á at
fáa fólk at skriva undir.
Frammanundan høvdu
tey verið á fýra skúlum í
Havn í somu ørindum, og
har var sera góð undirtøka
fyri at stuðla mótmælis-
skrivi teirra.
Tey høvdu tá verið á
Tekniska skúla, Handils-
skúlanum, Sjómansskúlan-
um og Maskinmeistara-
skúlanum, har so at siga
allir næmingarnir skrivaðu
undir mótmælið.
Næmingarnir kundi eis-
ini fegnast um, at fleiri lær-
arar eisini hava tikið undir
við mótmælinum.
Arbeitt verður nú víðari
við hesum endamálinum,
og í morgin er so ætlanin at
allar hesar undirskriftirnar
úr Havn, Vági og Kambs-
dali skulu handast til
mentamálaráðharran, Jógv-
an á Lakjuni.
Alment innlit
Samstundis við innsavn-
ingina av undirskriftum
hevur 2. A í Hoydølum
biðið um alment innliti í
hetta málið. Tey biðja í hes-
um brævinum, til Petur
Petersen, aðalstjóra, um
innlit í alt skrivligt sam-
skifti sum hevur verið um
hetta málið.
Tey biðja somuleiðis um
fundarfrásagnir og notatir
um málið, um telefonnotat-
ir og onnur skjøl, sum
liggja sum grund fyri av-
gerðini at niðurleggja flokk
teirra, 2. A.
Brævið er dagfest 25.
mai, og tí eiga hesi skjølini
at verða útflýggjað í sein-
asta lagi 10 dagar seinni –
t.v.s. 3. juni, sum er
fríggjadagin í næstu viku.
Savna undir-
skriftir móti
sparingini
Studentarnir savna inn undirskriftir í SMS um middagsleitið í
gjár. Ikki stóð á at fáa fólk at skriva undir, og studentarnir
løgdu fegnir rygg til enn eina undirskrift
Mynd: Jens Kr. Vang
– Tað eru serliga tey ungu millum 13 og 15 ára sum koma í spælistaðið, sigur Hallur Poulsen
Mynd: Bárður