hósdagur 26. mai 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 97 - 26. mai 2005
Tað eru nú liðin gott og væl fýra ár síðani, at okkara
fremsti fótbóltsspælari, Todi Jónsson, seinast var at síggja
á fótbóltslandsliðnum. Mong vóru tey, sum ilskaðust um
avboð hansara í síni tíð, og tó at grundgevingin fyri hesum
var greið, vóru tað ikki øll, sum góðtóku hesa.
Seinasta summar hendi so tað gleðiliga fyri føroyskan
fótbólt, at Todi segði seg aftur vera til reiðar at tørna út
fyri Føroyar. Hann hevði tá í eina tíð lítið og einki merkt
til skaðan, sum so ofta áður hevði argað, og tí helt hann,
at beinini - framleiðslutól hansara - nú aftur megnaðu at
taka avbjóðingina á seg. Og eingin - eingin - sum sá
myndirnar frá tíðindafundinum ta ferðina, mundu ivast í,
at Todi var fegin um, at hann nú aftur kundi umboða
føðilandið. At síggja til so róligi klaksvíkingurin gav
tárunum frítt at fara, tá innilæstu kenslurnar, sum lands-
liðsavboðið hevði havt við sær, skuldu sleppa út.
At tað so hevur verið lagnunnar speisemi, at skaðar av
bæði einum og øðrum slag hava forðað fyri nøkrum
landsdystum fyri hansara viðkomandi síðani, er eitt.
Annað er, at nú eru hesir skaðar burtur. Okkara fremsti
spælari er til reiðar at vera sterkasti trumfur okkara til
komandi avbjóðingarnar móti Sveis og Írlandi. Men hann
verður ikki úttikin til liðið.
Grundgevingarnar hjá landsliðsvenjaranum í hesum eru, at
er ein spælari ikki í nóg góðari dystarvenjing, so kann hann
ikki spæla. Sjálvandi kunnu venjararnir hava hesa áskoðan,
men fyri tað nýtist ikki øllum at vera samd í hesum.
Partvíst, so hava venjararnir fyrr havt spælarar við, uttan
at dystarvenjingin hjá hesum hevur verið nóg góð. Uttan
at siga nakað ilt um nakran, so hava verið og eru spælarar
á liðnum, sum spæla í næstbestu føroysku deildini. Liðið
hevur innihildið spælarar, sum júst eru afturkomnir eftir
skaðasteðg, og liðið hevur innihildið spælarar, sum í besta
føri hava verið á beinkinum í útlendskum feløgum. Tað
hevur Todi eisini verið, men hann venur hvønn dag saman
við nøkrum av bestu spælarunum í Danmark, og hann
kappast hvønn dag við hesar um pláss á superliguliðnum,
sum hevur vunnið danska meistaraheitið tvær.
Men fyrst av øllum, so eiga bæði vit og landsliðsvenjararnir
at seta okkum spurningin, um vit hava ráð at vera Toda
fyriuttan. Hetta er okkara fremsti fótbóltsspælari, sum í
dystunum móti eitt nú Sveis ella Írlandi kann vera júst tann
trumfurin, sum vit hava tørv á. Um hann er førur fyri at
spæla tvær ferðir 90 minuttir er ikki tað týdnignarmesta í
hesum. Er hann bara førur fyri at spæla tvær ferðir 30
minuttir, so er hetta eisini nakað, sum er vert at satsa uppá.
Hetta kann vera nóg mikið hjá honum til eitt av ófatuliga
skjótu rykkum hansara. Til eina draging, sum - kanska -
kann skapa møguleikan fyri hálvu ella heilu sensatiónini. Tí
hava vit tørv á Toda. Ikki tí uppgávan hjá landsliðnum
verður ógjørlig uttan hann, men tí sannlíkindini fyri at røkja
uppgávuna væl eru størri við enn uttan Toda.
Tað er okkara vón, at hetta vantandi úttøkan av Toda er eitt
stórt mistak. Mistøk eru menninskanslig, og sjálvandi
skulu venjararnir eisinii hava loyvi at gera slík. Men tað er
eisini ein menninskjanslig styrki, um tú dugir at síggja
egin mistøk og torir at bera í bøtuflaka fyri hesi. Mistakið
hesaferð er gjørt í somikið góðari tíð, at enn ber til at rætta
tað. Tí skal tað vera okkara vón, at Henrik Larsen kemur
til niðurstøðuna, sum er skilabest fyri føroyska fótbólts-
landsliðið. Nevnliga at seta Toda á landsliðið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Áheitan á Henrik Larsen
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Øll skulu hava rætt til Miðnám
Tað er onki minni
enn ein falliterkler-
ing, at almennu Før-
oyar nokta 60 skikk-
aðum umsøkjarum
pláss í Miðnámsskúla.
Eingin ivi er um, at
vitan er størsta til-
feingið hjá einum nú-
tímans landi. Tí eiga
vit at síggja tað sum
eina íløgu at slúsa so
nógv fólk sum gjør-
ligt gjøgnum útbúgv-
ingarskipanina, held-
ur enn at senda tey út
í meiningsleyst ar-
beiðsloysi
John Johannessen,
tingmaður fyri
Javnaðarflokkin
Sum partur av samgonguni
ætli eg mær undir ongum
umstøðum at góðtaka, at
fólk verða tveitt út í ar-
beiðsloysi, heldur enn at
sleppa í skúla.
Allir skikkaðir umsøkjar-
ar hava rætt til at sleppa inn
á miðnámsskúla. Hetta er
ein lógarfestur rættur, sum
løgtingið samtykti fyri 10
árum síðani.
Hetta er eisini ein heilt
nátúrligur rættur. Tí tað er jú
almenn vitan, at skúlaskapur
og økt vitan, eru bestu
íløgurnar fyri samfelagið og
einstaka menniskjað.
Visjón - ikki koddi
Vit ætla okkum at vera
millum heimsins fremstu
tjóðir í 2015. Skal hetta
málið eydnast, er umráð-
andi, at so nógv ung, sum
yvirhøvur gjørligt, antin
taka eina miðnámsútbúgv-
ing ella aðra førleikagev-
andi útbúging eftir loknan
fólkaskúla. Hetta er treytin,
fyri at vera við í alheims-
gerðini. Og vit mugu taka
neyðugu stigini beinan-
vegin. "Visjón 2015" skal
ikki vera ein koddi, men
eitt spark í afturpartin.
Hetta
hava
okkara
grannalond langt síðani
ásannað. Tì hevur tað
millum annað volt til stóra
rannsakan í Danmark, at
talið av dønum, ið taka
miðnám eftir fólkaskúlan,
ikki er hækkandi. Enn størri
rannsakan átti tað at volt
okkum, at Føroyar liggja á
aftasta plássi, tá talan er um
framhaldandi lestur eftir
fólkaskúlan.
Spara eftir hæli
Fekk sum vátan vøtt framm-
aná, tá eg í Degi og Viku
týskvøldið hoyrdi, at ein
heilur hópur av skikkaðum
umsøkjarum ikki sleppa í
miðnámsskúla næsta skúla-
ár orsakað av pengatroti í
Mentamálaráðnum.
Visti, at játtanin á fíggjar-
lógini til miðnámsskúlarnar
var heldur lítil. Men helt, at
trupulleikin var loystur, tá
eg tann 14. mei var við til at
atkvøða fyri 2 milliónum
eyka til rakstur av miðnáms-
skúlunum. Hetta var sam-
bært upplýsingunum frá
fíggjarnevndini tann upp-
hæddin, ið skuldi til, fyri at
kunna taka allar skikkaðu
næmingarnar inn.
Men sambært Menta-
málaráðnum er neyðugt við
1,5 mió. afturat, um trupul-
leikin skal loysast.
Hetta boðar frá, at antin
hevur Mentamálaráðið ilt
við at halda skil á pengun-
um, ella hevur fíggjar-
nevndin ikki rætta viljan at
játta pening til skúlaskap.
Líkamikið hvør orsøkin
er, so er tað ein sparing eftir
hæli at spara á skúlaøkin-
um. Tað er í øllum førum
ikki ein íløga at tveita fólk í
ALS, heldur at játta teim-
um skúlaskap.
Norðfra og Fiskavirking finna aðrar leiðir
Ólavur Ólason
Poulsen
Formaður í Klaksvíkar
Útróðarfelag
Eftir at hava hoyrt stjóran á
Norðfra klaga sýna neyð í
fjølmiðlunum, kann eg sum
formaður í Klaksvíkar Út-
róðrarfeglag ikki lata hetta
fara ósvarað, og skal eg
hervið gera nakrar við-
merkingar til málið.
At Norðfra hevur trupul-
leikar og ikki er kappingar-
ført, tá ið umræður at keypa
rávøru, viðkemur hvørki
fiskiflotanum ella politikk-
arunum.
Norðfra og aðrir keyparar
hava verið frammi í fjøl-
miðlunum í longri tíð og
tosa um lágan dollarkurs og
blíva við at rópa upp í sam-
an í staðin fyri at finna aðr-
ar marknaðir.
Alt hettar kann verða við
til, at órógva politikarar tá
ið avgerðir skulu takast.
Her hugsi eg serliga um tær
fríu marknaðarkreftirnar,
sum hava verið virknar í
longri tíð.
Henda góða skipan við
einum vælvirkandi fiskna-
marknaði har altjóða kapp-
ing er um fiskin, er tað ið
skal til fyri at varðveita
kappingarføri innan fiski-
vinnuni bæði á sjógvi og
landi.
Stjórin á Fiskavirking,
var frammi í fjølmiðlunum
har hann stuðlaði stjóran-
um á Norðfra, at bert fløk
skuldu útflytast. Àlvaratos
tit baðir, tit skuldi heldur
roynt at havt hægri mál enn
bert at tosa um fesk fløk.
Mín vón er, at vinnan á
sjógvi og landi fær frið at
virka
og
framhaldani
mennist og varðveitir kapp-
ingarførið.