Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 26. mai 2005 11 VIÐMERKINGAR Kjakið er avskeplað Hensia Einarsson Kjakið um røktarheinið í Vági er á einum fullkomi- liga avskeplaðum støði, haldi eg. Ikki tí, eg ikki unni suðringum/vágbing- um arbeiðspláss, tí tað tørv- ar í ríkiligt mát. Eg skal vera tann fyrsta at við- ganga, at Suðuroyggin er stak illa fyri, tá ið um ræður tørvandi arbeiðspláss. Tá tað er sagt, vil eg útgreina, hvat eg meini við, tá eg haldi kjakið er av- skeplað. Løgmaður og landsstýrismaðurin í heilsu- og almannamálum eru komin við harraboðum til suðuroyingar, at tey kunnu fáa eitt røktarheim, um tey gera eftir boðum frá teimum um kommunusam- anlegging, møguliga hava teir ikki sagt tað beinleiðis, men málið er tvinnað sam- an onkursvegna. Boðini hava verið so ítøkilig, at røktarheimið skal byggjast á staðnum, har sum mið- námsskúlin skuldi veri, ikki aðrastaðni, har tað kundi verið meira praktiskt, evt. saman við sambýlinum. Nýliga hoyrdu vit um eina (bestilta?) tørvskanning á røktarheimsplássum í Suð- uroynni, har sagt var, at tørvurin er 33 pláss, um- framt umlættingarpláss. Nú er tað, at filmurin hjá mær knekkar, tí mær vit- andi er tørvur á 111 (sein- astu tøl) akuttum røktar- heimsplássum í Suður- streymi. Tá eru ikki tey við, sum hava staðið á áravís á bíðilista, tí tey vilja tryggja seg at pláss verður, tá tey hava brúk fyri tí. Hesi 111 eru somikið illa fyri, at tey hava tørv á røktarheims- plássi her og nú. Eru hesi fólkini ikki líka verd, sum tey 33 í Suðuroynni? Er løgmaður ikki løgmaður hjá teimum eisini? Ella landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum? Eg haldi, hetta er kyn- isma av ringasta slag og minnir meg ikki sørt á ta tíðina, tá svartkjaftaloyvi vóru prakkaði uppá skipa- eigarar, um teir vildu tað ella ikki. Nú eitur tað røkt- arheim. Standard Páll Poulsen Fyri nøkrum árum síðani bleiv ein kvinna í Keyp- mannahavn ákærd fyri at hava dripið 24 fólk á einum ellisheimi í Keypmanna- havn. Løgfrøðingar í al- mennu donsku skipanini gjørdu einki fyri at steðga hesum margháttliga máli, sum einaferð með alla oyði- legði lívið hjá hesi ungu kvinnuni og manni hennara. Meðan málið gekk sína gongd, válkaði danska pressan sær í tí og hund- dálkaði kvinnuna, hvørs brotsverk var at hon var á tí skeiva staðnum skeivu klokkutíðina. Sera løgið tóktiskt tað, tí júst tað sama var hent í Noregi nakað frammanundan. Tá ið vit tosa um standard á ellis- heimi, tosa vit um at øll fólk fáa somu viðferð hvønn dag. Tað ber ikki til at tað sum ber til mánadag, ikki ber til týsdag. Sama mod- ellið kann brúkast á sjúkra- stovum, um hold A ikki riggar í mun til hold B, verður sjúklingurin groggy av at liggja á sjúkrahúsi.. Fer standard nóg langt niður endar sjúkrahúsið sum ein líkfabrikk, heldur enn eitt hús sum lekir sjúk fólk. Orsøkin til at øll hesi fólkini doyðu um somu tíð kann vera system-rational- itetur. Er standard lækkaður á stovninum? Ella er standard ongantíð komin á nóg høgt stig, kann hetta saktans vera forkláringin. Fleiri modernaði samfel- øg hava ídag serligar eftir- litisskipanir við slíkum við- urskiftum, tá ið skipanin svíkir og ger seg inn á til- vildarligar borgarar. Í straffiskipanini hevur man so fongsul, hvørs endamál eru at rehabilitera lógbrótarar. Í summum før- um er grundarlagið so veikt, at man heldur kann kalla tað rokkarafabrikkir enn fongsul. Undir seinna heimsbar- daga spældu hvítir ovastar í amerikanska herflotanum hasard við svørtum her- monnum, sum fluttu gran- atir umborð á herskip. M.a. við at seta tíðina upp, hægri "clocking" í skipanini øktu teir fyri vandanum at spreingivanlukku kundi henda. Ólukkan hendi eis- ini, og fleiri noktaðu at ar- beiða fyri herflotan, tí teir høvdu ein grumman mis- tanka um at onkur gamblaði við teimum. Tað passaði eisini, men ikki fyrr enn fimti ár seinni blivu teir sum deserteraðu fríkendir, tí teir høvdu rætt. Í fyrsta døminum eigur onkur í skipanini so at siga beinanvegin at finna útav hvussu tað ómøguliga kann henda. Hvussu kann ein kvinna drepa 24 fólk? Tá ið málið er komið so langt, er skipanin longu úti at koyra, og persónarnir sum kunnu ábyrgdast gera einki fyri at steðga "gøluni". "Gølan" er ikki at 24 fólk eru dripin, men at skipanin ikki riggar. Tá skipanin ikki riggar prógvar hon tað sjálv, og tendensurin er at skipanin gevur út prógv ímóti sær sjálvari, sum vit t.d. kenna tað frá okkara egna Fróðskaparsetri. Í Føroyum eru vit noydd at leggja ein standard, hann eigur at liggja allastaðni í skipanini, og logikkurin í skipanini eigur at vera at vit koma á hægri vitanarstøði. Einki annað ber til. Um vit leggja ein stand- ard, kunnu ymisku liðirnir í skipanini tosa saman og arbeiða nógv skjótari á einum logiskum-stringent- um beni. Fróðskaparsetrið hevur nú eisini sett fyrispurning ímóti sær sjálvum, í sam- band við nøkur skeið í banalari løgfrøði, sum aftur skal skaffa stovninum pen- ing. Tað er ikki peningur sum er trupulleikin, trupul- leikin er vitan. Og stand- ard. Respekt fyri flaggin- um, vísindaligum grund- reglum og tjóðini. Ikki minst tá talan er um før- oysk skøld, sum ikki hava uppiborið at vera drigin niður saman við donskum skrellimonnum. Tann stóra avbjóðingin er at finna nóg harða revsing ímóti teimum sum forbróta seg ímóti vísindaligum grundreglum. Hvat var hatta fyri nakað, Anfinn Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður Danskarar eru ikki langt frá at vera heimsmeistarar í umsitingarligum løgfrøð- isligum snildi, og hevur tað verið eitt spæl hjá teimum, at draga okkum upp á tráð. Men tað er sanniliga ikki bara óroynd- ur naivitetur, sum hevur villeitt løgman og lands- stýrið. Hetta landsstýrið vil uttan at himprast offra føroyska fullveldið á alt- arinum hjá Anders Fogh. Tað hevur størri týdning, at friður valdar við danir, enn at stríðast fyri einari føroyskari framtíð. Vit vita, hví Javnarflokkurin ber seg soleiðis at. Har ræður millum annað um at varðveita ein intaktan flokk. Vita vita eisini, hví Sambandsflokkurin gleði- liga trínur hendan dansin. Teir hava jú, sum formað- urin hevur sagt alment, fingið alt sítt á ríkis- rættarliga økinum ígjøgn- um. Hví Fólkaflokkurin er í ferð við at yvirhála hinar báðar samgonguflokkar- nar á sambandsleið, kunnu vit partvís bara gita um. Men vit fingu so prógvið um, at hann ger tað við meira enn hægst loyvdu ferð, tá Anfinn Kalsberg var við í orðaskiftinum um nógv umstríddu heimild- arlógirnar í seinastu viku á Christiansborg. Mátti klípa meg bæði her og der, mátti út at svala mær á, sláa meg á kjálkan fyri at tryggja mær, at talan ikki var um óndan dreym. Har stóð fyrrverandi løgmaður á odda fyri fullveldissam- gonguni frá 1998-2003, mest álíkur einum angr- andi syndara ella kanska rættari flongdum hundi. Anfinn Kalsberg hevði bara eitt endamál við síni upptraðkan í fólkatingin- um hendan dagin, og tað var at undirminera alt tað, sum Høgni Hoydal segði og ikki segði. Sá út, sum vildi hann sannføra dansk- ar politikarar um, at hann ikki longur er fongdur við fullveldisbasilluni. At hann loksins hevur funnið røttu leiðina. Og tá fyrr- verandi fullveldisløgmað- ur okkara bað um eina við- merking til Piu Larsen, framsøgukvinnu fyri Vinstra, reisti maðurin av Viðareiði seg og takkaði henni so inniliga fyri, at hon helst fast um tað, at tað eru føroyingar sjálvir, sum avgera, nær fullveldið skal takast. Hesin sami maður, sum hótti við báli og brandi, fingu vit ikki viðurkenning undir altjóða fólkarætti. Sami maður, sum undir ongum umstøð- um vildi góðtaka nakað, sum endaliga bant okkum undir donsku grundlógina. Seinni takkaði maðurin fyri, at donsk áhugamál vórðu tryggjað við lógun- um báðum. Ein skal nýta nógv ljótari og meira álv- arsom orð enn skomm og pínligt, um ein skal geva eina lýsandi lýsing av upp- traðkanini hjá Anfinni henda dagin. Men tað kann ein ikki gera, uttan so at hetta fær tær avleiðing- ar, at ein ikki longur hevur møguleikan fyri at stríðast ímóti eirðindarleysu útsøl- uni av okkara rættindum í fremstu røð. Tað var so eyðsæð, at Anfinn Kalsberg henda dagin bar boðskapin hjá onkrum øðrum fram á fólkating. Boðskapin hjá onkrum, sum hevur havt sína dagligu gongd á bon- aðu gólvunum. Býttari ert tú Anfinn, at tú letur teg brúka soleiðis. Ella ert tú líka grunnur sum hinir? Eg spyrji bara, hvat tramin var hatta fyri nakað, sum tú gjørdi á Christianborg í seinastu viku, Anfinn? Musikskúlin í Suður- oynni hevði týskvøld- ið konsert, nú skúla- árið er liðugt, og til- takið eydnaðist væl. Men enn standa nakr- ar uppgávur fyri framman hjá næm- ingunum, t.d. konga- liga vitjanin í summar TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Skúlaárið er enda í Musik- skúlanum og Musikskúlin í Suðuroynni hevði týs- kvøldið konsert í Trongis- vági. Klavernæmingar, næmingabólkar, so sum Suðurættin og Vágs Skúla- orkestur og Suðuroyar Bigband, samansett av lær- arum, spældu. Konsertin eydnaðist væl, men enn eru allar uppgávur ikki av hjá næmingum í Musikskúlanum í Suður- oynni, sum er sera virkin. Nakrir av næmingunum, t.d. Suðurættin og Vágs Skúlaorkestur, fara í venjingarlegu í Sumba í juni, tí spælast skal á jóansøku og eisini skulu tey blása, tá Suðuroyggin fær kongaliga vitjan, nevniliga tá Frederik og Mary vitja síðst í juni. Góð skúlakonsert í Trongisvági