hósdagur 26. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagin 27. mai
eru 80 ár liðin, síðani
fyrsta tunnan av olju
frá Shell varð seld í
Føroyum. Fyrsti
Shell-umboðsmaður í
Føroyum var Christ-
ian Holm Jacobsen,
og fyritøkan I.P.
Evensen & Søn keypti
fyrstu tunnuna
TÍÐINDASKRIV
"Den første Tønde blev
solgt til I. P. Evensen 27/5 -
1925", stendur at lesa í
uppskrivingarbókini,
Salgsstatistik, hjá Christ-
iani Holm Jacobsen, ið sum
tann fyrsti fór undir at selja
olju frá Shell í Føroyum.
Tað byrjaði við einari
tunnu av olju í 1925, og í
dag - 80 ár seinni - er talan
um
eina
landsfevnandi
fyritøku, P/F Føroya Shell,
sum undir nútímans um-
støðum veitir privatum við-
skiftafólkum, tí almenna og
vinnulívinum bæði á sjógvi
og landi tænastur.
Fyrsta árið - frá 27. mai
til 31. desember 1925 -
seldi Christian Holm Ja-
cobsen samantalt 957 tunn-
ur av olju frá Shell til før-
oyingar
fyri
tilsamans
50.304,52 krónur. Tað gekk
skjótt framá at selja Shell-
olju í Føroyum. 10 ár seinni
- í 1935 - var árliga sølan
13.4431/2 tunnur, stendur í
uppskrivingarbókini
hjá
Christiani Holm Jacobsen.
Hann hevði tikið kapp-
ingina upp við Det Danske
Petroleums Aktieselskab,
DDPA, sum frammanundan
var umboðað í Føroyum, og
sum seinni bleiv til Esso.
Christian Holm Jacobsen
umboðaði Shell umvegis
A/S Dansk-Engelsk Benzin
og Petroleums Co., sum
Shell í Bretlandi átti megin-
partin av, og sostatt vóru
tað tey fyrstu árini í før-
oyskari oljusøgu hetta fe-
lagið og DDPA, sum kapp-
aðust á føroyska marknað-
inum.
P/F Føroya Shell
Oljutunnurnar, sum vórðu
innfluttar, vórðu skipaðar
upp á sonevndu Shell-
brúnna, sum nú liggur
undir Vestaru Bryggju.
Fyrst í tríatiárunum varð
útbygt við oljutangum á
Viðarnesi og aðrastaðni
kring landið, og 17. oktober
1934 kom tann fyrsti
oljufarmurin, sum varð
fluttur við tangaskipi, til
Føroyar. Christian Holm
Jacobsen
hevði
eisini
tunnugoymslu á Viðarnesi,
har høvuðsskrivstovan hjá
Shell er í dag.
Krígsárini - 1940-1945 -
tryggjaði Ministry of Fuel í
London føroyingum olju.
Shell í London og Shell-
umboðið í Føroyum bóru
so í bandi, at føroysk við-
skiftafólk hjá bæði DDPA
og Shell fingu so nógva
olju, sum teimum tørvaði.
Christian Holm Jacobsen
gavst sum umboðsmaður
hjá Shell í 1953, og tá varð
Shell í Føroyum umskipað
til eina deild undir A/S
Dansk Shell.
Shell í Danmark setti
Conrad Joensen sum stjóra
í Shell í Føroyum 1. januar
1954, og hann sat sum
stjóri, til Hjarnar Djurhuus
tók við stjórastarvinum í
1969. Hjarnar Djurhuus tók
stig til at skipa Shell í
Føroyum sum sjálvstøðugt
føroyskt partafelag, P/F
Shell í 1973. 20 ár seinni -
1. januar 1992 - varð hetta
navnið broytt til P/F Føroya
Shell fyri at leggja dent á,
at talan er um eitt sjálv-
støðugt føroyskt felag í tí
heimsumfatandi
Shell
Group. Hjarnar Djurhuus
var stjóri í P/F Føroya Shell
til 1997, tá núverandi
stjórin, Hákun Djurhuus,
setti seg í stjórastólin á
Viðarnesi.
Umfatandi virksemi
Sum árini eru liðin, er
virksemið hjá Shell í Før-
oyum nógv víðkað. Felagið
bygdi sína fyrstu Shell-støð
á Frælsinum, og hon læt
upp ólavsøkuaftan 1970. Í
dag eru 10 Shell-støðir
kring landið og átta Shell-
avgreiðslur, har fólk kunnu
bíleggja olju og fáa fatur á
hitatænastuni, um tað er
vorðið øskukalt.
14 tangabilar koyra olj-
una hvønn dag um allar
Føroyar. Shell innflytir
oljuna við egnum skipi, og
hon verður flutt til olju-
goymslurnar, Shell-støðir-
nar, latin í tangar hjá húsar-
haldum, koyrd umborð á
skipini o.s.fr.
Shell-støðirnar hava stórt
úrval av gerandisvørum, og
Shell-netið í Føroyum er
soleiðis skipað, at Shell er
nær viðskiftafólkunum í
gerandisdegnum og harvið
kann veita so skjóta og
góða tænastu sum gjørligt á
øllum økjum.
Sum sjálvstøðugt felag
virkar P/F Føroya Shell
dagliga á jøvnum føti við
eitt nú Shell í Danmark,
Svøríki, Týsklandi og øðr-
um stórum londum í sam-
takinum Shell Group. Hetta
hevur við sær, at felagið
hevur eitt heimsumfatandi
netverk við m.ø. serkunn-
leika og serfrøðingum at
dúva uppá. Talan er um
vitan, sum umvegis P/F
Føroya Shell verður flutt
hendanvegin, og sum eisini
gagnar føroyska samfelag-
num.
Ein tunna í 1925 bleiv
sostatt til eitt umfatandi
virksemi og sølu í millióna-
tali av oljulitrum 80 ár
seinni. Í 2004 seldi P/F
Føroya Shell tilsamans
165.731.000 litrar av olju.
Tað er umleið ein millión
tunnur.
12
Nr. 97 - 26. mai 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Shell 80 ár á baki í Føroyum
Hákun Djurhuus, stjóri, og Erling í Liða, sølustjóri hjá Føroya Shell, á tíðindafiundi í Hotel Føroyum
mikudagin. SHELL stóð málað við stórum stavum á tekjuni á tunnugoymsluni hjá Christiani Holm
Jacobsen á Viðarnesi, á leið har sum P/F Føroya Shell hevur høvuðsskrivstovu í dag.
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrsti oljufarmurin, sum varð fluttur við tangaskipi, kom til Føroya 17. oktober 1934. Tað var
við tangaskipinum, Freshmoor. Frammanundan varð oljan flutt í tunnum.
Bilarøðirnar vóru langar, tá fyrsta Shell-støðin læt upp á Frælsinum í Havn ólavsøkuaftan
1970. Støðin hevði fyrstu bilvaskimaskinu í Føroyum.
Kendi vinnulívsmaðurin,
Christian Holm Jacobsen, var
fyrstur at selja olju frá Shell í
Føroyum. Hann seldi fyrstu
tunnuna í 1925, og hann
gavst sum Shell-umboð í
1953.
Á fyrstu síðu í eini gamlari uppskrivingarbók hjá Christiani
Holm Jacobsen stendur, at fyrsta tunnan av olju varð seld til I.
P. Evensen tann 27. mai 1925. Tað gekk við rúkandi ferð at
selja Shell-olju í Føroyum, eftir at 957 tunnur vórðu seldar
fyrsta árið - í 1925. 10 ár seinni - í 1935 - var árliga sølan
komin upp á 13.4431/2 tunnur.