hósdagur 26. mai 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 26. mai 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
26. mai. Beda, deyður ár 735. Eftirtíðin gav honum
navnið venerabilis, hin tignarligi. Hesin enski
munkurin gjørdist ein hin mest metti kirkjulærarin í
miðøld við átrúnarligu, søguligu og málsligu bókum
sínum. Líka í Føroyum hava teir tikið til Beda og
lærdóm hansara.
85 ára føðingardagur
Sigurd Joensen í Oyndarfyri verður 85 ár 30. mai.
Føðingardagurin verður hildin í handilskjallaran-
um hjá Eivindi sunnudagin 29. mai frá kl. 14 til 20
Øll eru vælkomin.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at
Kári Vitalis Kruse, lækni
sonur Evu og Anton Kruse
er deyður, 44 ára gamal
Jarðarferðin verður hósdagin 26. mai
kl. 13.00 frá Hersted Øster kirke.
Familjan
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá elskaða kona, mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Svanhild Mohr Joensen
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á Lágargarði, ið vóru so góð
við hana.
Takk til prest fyri góð orð.
Takk fyri minnisgávur til Lágargarð.
Takk fyri alla hjálp og tykkum øll, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Poul Arne,
Mourits og Páll Árni
Tað er sera ringt at skriva minning-
arorð um teg góða, tí alt følist so
óveruligt. Tú búði í Onglandi, og tí
merkja vit ikki at tú ert farin í okk-
ara gerandisdegi, men serliga nú, tá
ið summarið er í hondum, fara vit
at sakna teg og tína hjáveru heilt
ómetaliga nógv.
Onkursvegna følist tað enn sum
um tú ert í Onglandi, men nú tá ið
familjan hjá tær er í Føroyum,
merkist tað íhjartanum, at tú er
farin.
28. mai 2005 hevði tú blivið 15
ára gomul. Hendan dagin fara vit at
halda saman við tínum ensku vin-
konum, ið eru komnar allan vegin
til Føroyar at vitja títt føðiland.
Tú fert altíð at vera her í hjørtum
okkara, títt vakra smíl og tín
positiva útstráling. Tú var altíð líka
stuttlig at vera saman við, og nú fer
tað at verða so tómt uttan teg.
Vit vóna at Ingun, Janus, Tóra,
Anker og Kjartan saman við
familju, vinum og kenningum,
hóast sorg og sakn, finna ta styrki
sum skal til, ið kann fylla tað pláss-
ið sum Sólja setti.
Hvíl í friði.
Vónandi hevur tú tað gott. Vit
elska teg og fara aldrin at gloyma
teg.
Rebekka, Drós og Heiða.
Góða Sólja
TÍÐINDASKRIV
Fríggjadagin 27. mai kl. 16 til 18 letur
ein framsýning við verkum hjá Aggi Ás-
gerð Ásgeirsdótttir og Lise Honoré upp í
Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í
Havn. Við á framsýningini hevur Aggi
Ásgeirsdótttir blomsturmálningar og Lise
Honoré hevur stoyptar posar og pakkar í
bronsu.
Framsýningin verður opin til 9. juni,
týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18 og
leygardag kl. 16 til 18.
Aggi Ásgerð Ásgeirsdótttir og
Lise Honoré í Galerie Focus
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir við
tveimum av sínum blomstur-
málningum í Galerie Focus.
Nakrir stoyptir posar og pakkar
hjá Lise Honoré í Galerie eru
við á myndini
Mynd: Jens Kristian Vang
Andlát & jarðarferðir
Ingibjørg Fredrikka Hansen, Mikladalur, ættað úr
Skálavík andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mána-
dagin 23. mai, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Kistan við Sigmund Arge Johannesen, Vestmanna
fer frá kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin
klokkan 17:30. Jarðarferðin verður úr Missións-
húsinum í Vestmanna fríggjadagin klokkan 14. Tey,
ið vilja minnast Sigmund, kunnu lata eina gávu til
Undirhúsið í Vestmanna. Konto í peningagstovn-
unum.
Kelda: Útvarp Føroya