hósdagur 26. mai 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 97 - 26. mai 2005
Tað er meira umráð-
andi at selja ferða-
fólki upplivingar,
sum tey minnast, enn
bara eina ferð aftur
og fram, siga teir, sum
mynda Ferðavinnuna
í Eysturoy, sum í hes-
um døgum hevur 10
ár á baki sum skipað-
ur felagsskapur
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Eysturoy: Ferðafólk skulu
hava upplivingar og ikki
bara ferðir, helt Simon
Spies einaferð. Og so seldi
hann upplivingar.
Tað sama halda tey í
Ferðavinnuni í Eysturoy,
sum í hesum døgum rundar
tey 10 árini sum skipaður
felagsskapur.
Men vit hava og lítið av
upplivingum at bjóða ung-
um fólki. Serliga skúla-
ungdómi, heldur »the grand
old man« í ferðavinnuhøpi í
Eysturoy, Petur Martin Pet-
ersen, leiðari á kunningar-
stovuni í Fuglafirði.
Tað var í grundini har alt
byrjaði í 1994, greiðir hann
frá. Meira ella minni av til-
vild fór hann sjálvboðin
undir at taka í móti ferða-
fólki og leiðbeina teimum,
sum høvdu eitthvørt at
spyrja um. Árið eftir, í
1995, varð so Ferðavinnan í
Eysturoy formliga stovnað.
Tað var tann 20. mei, og er
tað sostatt 10 ár dagurin hjá
felagnum.
Vaksandi vinna
Hetta vant upp á seg og er í
dag vorðin ein rímiliga stór
vinna.
Petur Martin Petersen
greiðir frá, at hetta fyrsta
árið skrásetti hann 127
vitjandi á kunningarstovuni
í Fuglafirði. Nú er talið
komið upp um tey 4.000, ið
árliga vitja inn á gólvið.
Fyrsta árið rættiliga varð
farið undir at skráseta
ferðavinnuna í Eysturoy,
vórðu skrásett 1.200 gist-
ingar í Eysturoy, veit Kjart-
an Dalsgard, sum er for-
maður í felagnum Ferða-
vinnan í Eysturoy, at siga
frá.
Tó leggur hann afturat, at
tað er ikki heilt víst, at allar
gistingar, sum veruliga
vóru í oynni, vórðu skrá-
settar. Eitt nú skótahúsini
mundu vera eitt sindur iva-
som ta tíðina, og Runavíkar
Sjómansheim livdi eina
heldur turbolenta tilveru
tey árini, so tað kann vera,
at gistingarnar vóru heldur
fleiri enn tær 1.200. Men
ikki serliga munandi kort-
ini, heldur Kjartan Dals-
gaard.
Í dag tosa vit um einar
17.000 gistingar árliga í
Eysturoy. So broyting hevur
verið, so tað munar.
Kunning
Loysunarorðið er kunning,
eru tey í ferðavinnuni sann-
førd um. Og teir í Eystur-
oynni fílast eitt sindur á, at
tað stendur ikki heilt so væl
til við tí, sum teir kundu
hugsað sær.
Eitt er, sigur Kjartan
Dalsgaard, sum átti at
verðið gjørt meira við. Og
tað er fortelja umheimin-
um, at tá ein kemur til Før-
oya at ferðast, ber sanniliga
til at gista uttan fyri Havn-
ina.
Hann heldur, at alt ov lít-
ið verður upplýst í kunn-
ingartilfari úr Føroyum, um
gistingarmøguleikar aðra-
staðni enn í Havn.
Hetta við gistingunum
hevur verið ein fløskuháls-
Vit skulu selja upplivingar
Eisini á vetrartíð við kavaklæddum fjøllum er landið vakurt at vitja. Útsýni av Veðranesi norður móti Hvalvík
Rasmus Skorheim ger gongutúrar við ferðafólki í haganum
norðan fyri Selatrað
Kjartan Dalsgaard er formaður í Ferðvinnuni í Eysturoy