hósdagur 26. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ur í føroysku ferðavinnuni,
sigur hann. Ov lítið verður
gjørt við at upplýsa um teir
møguleikar, sum hóast alt
eru umframt tey stóru ho-
tellini, sum fyri tað mesta
er tað, sum gjørt verður
burturúr, tá lýst verður.
Í dag eru tvey hotel í
Eysturoy. Á Eiði og í Runa-
vík. Men kortini stendur
Eysturoy fyri umleið 15
prosentum av samlaðu gist-
ingunum í landinum. Stórur
partur av hesum er á vallar-
heimum, skótahúsum og
øðrum støðum, har ferða-
fólk kunnu fáa eina song.
Bygdarsøvn
Fleiri bygdarsøvn eru í
Eysturoy, og tey verða ov
lítið vitjað, halda tey í
Ferðavinnuni í Eysturoy.
Skuldin kann so liggja
ymsastaðni. Men teir eru
ikki bangnir fyri at halda, at
teir sjálvir hava ein part av
skuldini, siga Petur Martin
Petersen og Kjartan Dals-
gaard.
Eitt nú hevur nýliga verið
hildin ein ferðavinnustevna
um strandamentan í Norð-
urhøvum, sum heldur lítið
er kunnað um her hjá okk-
um, heldur Petur Martin
Petersen.
Talan er um NORCE til-
takið, sum varð hildið í
Eysturoy herfyri, har bygd-
arsøvnini í oynni vóru mið-
depilin.
Eitt nú varð víst, hvussu
gamla skjútsskipanin í Før-
oyum virkaði. Hvussu fólk
búðu, og hvat tey ótu.
Og her er heilt víst nak-
að, vit eiga at taka upp í
ferðavinnuhøpi, sigur Petur
Martin Petersen. Hetta her
at gera burtur úr føroyskum
mati.
Mangan – fyri ikki at siga
altíð - síggja vit, at tað, sum
sett verður á borðið fyri
fremmanfólki, er slíkt, tey
dagliga fáa heima. Vit hava
ein merkiligan hug at
halda, at hetta og hatta, sum
vit dagliga eta her hjá okk-
um, vilja tey ikki hava.
Men kanska er tað beint
øvugt, heldur Petur Martin
Petersen. Hvussu ofta hava
vit spurt hesi fólkini, um
tey nú heldur vilja hava ein
enskan ella franksan búff
enn ein bita av eini turrari
grindalykkju?
Og so eru tað eisini so
vælsignað nógvir møgu-
leikar at gera bæði eitt og
annað burtur úr vanligum
føroyskum mati. So her er
ein – mangan ótroyttur –
møguleiki til eisini at gera
ferðafólki eina uppliving,
sum tey ikki fáa aðrastaðni.
Matur og náttúra
Náttúran er tað, sum tey
flestu ferðafólkini, ið koma
til Føroya vilja uppliva. Og
tað sleppa tey so.
Vit sita í skótadeplinum á
Selatrað. Og júst á Selatrað
verða ymsar útferðir gjørd-
ar í náttúruni. Og partur av
hesum upplivingum er før-
oyskur matur.
Tað er Rasmus Skorheim
á Selatrað, sum hesi árini,
Ferðavinnan í Eysturoy
hevur virkað, hevur staðið
fyri hesum túrunum, har
ein partur er ein matpakki
við føroyskum mati.
Hetta tiltakið kom í lag
av tí, at Sjóvar Kommuna,
sum Selatrað hoyrir til,
skrivaði til fólk í kommun-
uni og spurdi eftir hugskot-
um til eitthvørt vinnufremj-
andi tiltak í økinum.
Rasmus, sum er bóndi á
Selatrað, tók so stig til
gongutúrar í haganum við
serligum atliti at Eysturoy-
arsillini, sum er serligt jarð-
frøðiligt fyribrigdi í økin-
um.
Hetta hava verið rímiliga
væl umtóktir túrar bæði
millum føroyingar og út-
lendingar, siga tey í Ferða-
vinnuni í Eysturoy.
Skipanin
Ferðavinnan í Eysturoy
hevur í løtuni tvær kunn-
ingarstovur og nøkur kunn-
ingarstøð, sum tey nevna
tað.
Kunnignarstovurnar
eru í Fuglafirði og Runa-
vík. Kunningarstøð eru eitt
nú á bensinstøðini við
Streymin, har brochurur og
faldarar liggja.
Raksturin verður í stóran
mun lagdur á kommunur-
nar í oynni. Eitt nú gjalda
vertskommunurnar,
sum
eru Runavíkar- og Fugla-
fjarðar
kommunur,
har
kunningarsotvurnar
eru,
eitt sindur meira enn hinar
kommunurnar.
Samstarvið í oynni hevur
gingið væl, láta teir, Kjart-
an og Petur Martin, at. Hev-
ur okkurt ivamál ella tílíkt
verið, hevur leiðslan verið
skjót á staðnum at finna
fram til tað, sum ikki rigg-
aði og fingið greitt tað
beinanveg,
áðrenn
tað
sleppur at útvikla seg, siga
teir. Tað ræður um alla tíð-
ina at hava fingurin á puls-
inum og vita, hvussu hann
slær.
Brotið varð upp úr nýggj-
um og byrjað fullkomuliga
á botni. Hóast væl er fingið
burtur úr hesi 10 árini, er
nógv eftir, eru tey í Ferða-
vinnuni í Eysturoy samd
um.
–
Møguleikarnir
eru
nógv fleiri, enn teir, sum
verða brúktir, sigur Petur
Martin Petersen.
Gongufólk á Veðranesi við Breiðá í baksýni
Ikki øll eru líka von við, at
gonguteigurin ikki er púra
slættur. Tað eru slíkar
upplivingar, vit skulu selja
ferðafólkunum, siga tey i
Ferðavinnuni í Eysturoy
Nr. 97 - 26. mai 2005
15