Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 97 - 26. mai 2005 Seinasta árið hava næmingar kring alt landið tikið lut í FHS fjarlestrinum, sum Føroya Handilsskúli á Kambsdali bjóðar út. Fram til 3. juni er møguleiki hjá nýggjum næmingum at søkja um upptøku FJARLESTUR Tíðindaskriv Tey, sum áður hava verið forðað at taka eina miðnáms- útbúgving ella partar av einari, hava fingið ein nýggjan møguleika. Kom- andi skúlaár fer Føroya Handilsskúlin á Kambsdali nevniliga at bjóða fleiri FHS stakgreinir sum fjarlestur. Byrjað varð við hesum útbúgvingartilboði fyri einum ári síðani, og higartil hevur gingið væl, og fyrstu næmingarnir fara til próv- tøku í juni mánaði. Tað eru Amerada Hess, BP Amoco og Innlendismálaráðið, ið hava veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina, og hesin stuðul ger tað møguligt at halda fram eftir summar- steðgin. Miðnámsskúli til øll Við verkætlanini hava øll ein veruligan møguleika at taka eina føroyska miðnáms- útbúgving. Ætlanin er at røkka einum málbólki í føroyska samfelagnum, sum í dag ikki hevur góðar møguleikar at koma á mið- námsskúla. Hetta eru t.d. fólk á útoyggj ella fólk, sum, vegna arbeiðsstøður ella sosialar og fysiskar um- støður, ikki hava møguleika at fara á mið-námsskúla. Eisini er hetta ein góður møguleiki hjá han-dils- og skrivstovu-lærlingum, sum ikki hava FHS framm- anundan, at taka kravdu lærugreinirnar. Hetta kunnu t.d. vera lærlingar við øðrum miðnámsútbúgvingum ella 10. flokki. FHS vælegnað FHS er ein 1 ára miðnáms- útbúgving, sum er grundar- lagið undir eini 2 ára handilsgymnasialari útbúgv- ing (HH). FHS útbúgvingin er somuleiðis ástøðiligur partur av handils- ella skriv- stovulæru. T.v.s. at eftir eitt lokið FHS prógv kanst tú fara í læru, fara víðari á HH ella steðga á og framvegis hava eina førleikagevandi útbúgving. FHS hevur somuleiðis lærugreinir, sum eru viðkomandi fyri nógvar ymiskar málbólkar í sam- felagnum. T.d. Virkisbúskap, ið fyrst og fremst snýr seg um bókhald og roknskap, Marknaðarførslu, sum er um sølu og tænastu og Kunn- ingartøkni. Harafturat eru meiri almennar lærugreinir sum Týskt, Føroyskt, Stødd- frøði, Samfelagslæra. Fjar- lesturin verður fyriskipaður sum stakgreinalestur. T.v.s., at næmingar skulu til próv- tøku í øllum lærugreinum. Hetta gevur møguleikar fyri at tillaga samlaða útbúgving- arskeiðið og valið av læru- greinum hjá hvørjum ein- støkum eftir tørvi. Nýggjar leiðir Fjarlestur er í stórari menn- ing og útbúgvingartilboðini floyma yvir okkum. Skúlin metir tað hava týdning, at eisini hesin útbúgvingar- møguleiki verður mentur í Føroyum, so føroyingar eru førir fyri at veita føroyingum útbúgving við fjarlestri. Treytin fyri upptøku er nøktandi 9./10. floksprógv. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi starvsroyndir og kunnleika til teld. Umsóknarbløð og nærri kunning fáast við at venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali á 444 900 ella fh@kambsdal.olivant.fo, og á heimasíðu skúlans, sum er www.fh.fo. Umsóknar- freistin er 3. juni 2005. FHS sum fjarlestur heldur fram Í døgunum beint áðrenn Føroyar spæla fótbóltslandsdyst móti Írlandi á Tórs- vølli mikukvøldið 8. juni, spæla Føroyar saman við Írlandi í Býráðshøllini í Runavík 6. juni og í Norðurlandahúsinum 7. juni Tónleikur Tíðindaskriv Her verður tó ikki talan um at spæla fótbólt móti hvørjum øðrum, men um at spæla tónleik saman. Før- oyskir tónleikarir úr bólkin- um Yggdrasil fara nevni- liga at spæla saman við írskum tónleikarum. Teir írsku tónleikarirnir, talan er um, eru Máire Breathnach, ið spælir vio- lin, og Thomas Loefke, ið spælir á harpu. Thomas Loefke hevur vitjað í Før- oyum sum tónleikari á hvørjum ári seinastu 7 árini, og Máire Breathnach vitjaði í Føroyum síðsta ár, har hon spældi saman við Thomas Loefke á Fólka- tónleikastevnuni og á G!Festivalinum. Manning- in í Yggdrasil er Kári Sverrison, vokal, Heðin Ziska Davidsen, guitar, Kristian Blak, klaver, Mikael Blak, bass, og Brandur Jacobsen, trumm- ur. Harafturat spælir Villu Veski úr Estlandi saxofon. Umframt hesar báðar konsertirnar í Føroyum, fer Yggdrasil í juni mánaði á konsertferð til Íslands, har bólkurin skal spæla í Norð- urlandahúsinum í Reykja- vík tann 8. juni, og á Rochester International Jazz Festival í New York 10. og 11. juni. Yggdrasil hevur annars ferðast víða um á konsertferðum síðani 2003. Bólkurin hevur millum annað verið á kon- sertferð í USA, Hawaii, Hollandi, Týsklandi, Finn- landi, Estlandi, umframt fleiri Norðanlondum. Á hesum konsertferðunum hava antin Eivør Pálsdóttir ella Kári Sverrisson verið við sum sangarar. Tað er Tutl, ið stendur aftan fyri konsertirnar, og fyrireikarirnir vóna, at tað umframt føroyingar eisini koma írar til konsertina. Konsertin í Býráðshøllini í Runavík verður mánadagin 6. juni kl. 20.00, og konsertin í Norðurlanda- húsinum verður týsdagin 7. juni kl. 19.30. Føroyingar og írar spæla saman Føroyskir tónleikarar úr Yggdrasil fara í døgunum undan landsdystinum at spæla saman við írskum tónleikarum