fríggjadagur 27. mai 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 98 - 27. mai 2005
Toll- og
Skattstova
Føroya
Avloysari fyri løgfrøðing á
lógardeildini
Vegna farloyvi verður søkt eftir avloysara fyri løgfrøðing
at byrja skjótast gjørligt. Starvið er til 1. apríl 2006.
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum verða:
ñ Løgfrøðiligir spurningar um meirvirðisgjald, skatt, toll,
og onnur avgjøld, herímillum eisini innkrevjing av
almennari skuld
ñ at ráðgeva økisskrivstovunum kring landið í løgfrøði-
ligum spurningum innan umsiting stovnsins
ñ at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi
ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum
ñ at gera ummælir í kærumálum, dómsmálum og
ñ at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði
Førleikakrøv
ñ Cand. jur. útbúgving
ñ hava áhuga í at arbeiða við skatti, avgjaldi og
innkrevjing
ñ góð samstarvsevni
ñ vera fyrikomandi og arbeiðssamur/-som.
Dentur verður eisini lagdur á arbeiðsroyndir innan
løgfrøði.
Vit kunnu bjóða
ñ eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum er
fakliga krevjandi.
ñ klokkuskipan við flextíð
ñ eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi
Setanartreytir
Lønar- og setanarviðurskifti, sum eru treytað av
starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingarfelagið.
Setanarøki
Setanarøkið umfatar Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Nærri frágreiðing um starvið
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birtu
Biskopstø tlf. 352600.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, ummælum og
upplýsingum um starvsroyndir skal vera Toll- og
Skattstovuni í hendi seinasta lagi 13. juni 2005.
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið
Traðagøta 39
Postsmoga 2151
165 Argir
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum.
Uppgávurnar hjá
stovninum eru m.a. at
fyrisita toll-, mvg-,
kolvetnisskatta-,
avgjalds- og
inntøkuskattalógina
v.m., eins og alla
skuldarinnkrevjing hjá
landinum.
Stovnurin hevur umleið
150 starvsfólk og er
skipaður soleiðis, at
planlegging og menning
fer fram í Stýrinum á
Argjum. Tær seks økis-
skrivstovurnar, ið eru á
Tvøroyri, í Skopun,
Sørvági, Tórshavn,
Saltangará og í
Klaksvík, røkja
raksturin.
Stýrið tekur sær av
yvirordnaðari
planlegging, stýrings-,
eftirlits- og
menningaruppgávum,
av sambandinum við
Toll- og Skattaráðið,
aðalráðini og
landsstýrið, og virkar
sum ráðgevi hjá økju-
num í løgfrøðiligum og
øðrum fakligum
spurningum um toll,
skatt, meirvirðisgjald,
onnur avgjøld og
innheinting.
Á lógardeildini eru 7
størv.
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo
Lærari søkist
Húsa/Syðradals skúli søkir eftir lærara til tíðarav-
markað starv skúlaárið 2005/2006. Starvið er av-
lopstímar umleið 21 t. um vikuna. Í skúlanum eru
flokkar frá 1.-9. flokk. Starvið verður lønt sambært
avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála-
ráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4
Freistin at søkja er 13. juni.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Skúlastýrið
v/ Elin Syderbø
796 Húsar (1)
Tlf. 456364
Miðvágs-
Sandavágs skúli
Tey, sum ætla at leiga Ítróttarhøllina á Giljanesi
veturin 2005/06 skulu senda skrivliga umsókn til
Hallar- og Skúlanevndin v/ Georg F. Hansen, 370
Miðvágur, ella til teldupost: haga@post.olivant.fo
innan 15. juni 2005.
Lesið
Sosialin
veitst tú ikki tað?