Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 27. mai 2005 31 Bjørn Runge hevði leik- stjórnað svenska drama- filminum, sum fekk fleiri virðislønir, tá hann kom á hvíta løriftið í 2003. Jacob Eklund, Ann Petrén og Per- nilla August hava høvuðs- leiklutirnar í filminum, har tríggjar søgur fara fram innan eitt einstakt kvøld. Heima hjá einum ríkum húski er náttverðin ikki akkurát, sum hann plagar at vera. Døkkir loynidómar, sum hava verið fjaldir í langa tíð, sleppa brádliga fram í ljósmála, og tað verður ikki dámt eins væl av øllum. Samstundis fær ein múr- ari eitt merkisvert tilboð. Sjálvur veit hann als ikki, um hann skal taka hetta í álvara. Og skal hann tað, skal hann so siga ja ella nei, og hvørjar avleiðingar kann hetta fáa. Og at enda síggja vit eina forsmádda kvinnu. Hon heldur seg hava fingið nóg mikið av beiskum her í lívinum, og tí leitar hon til mannin, sum sveik hana. Tvey ár eru liðin, síðani vit seinast sóu Little-húskið, og nógvar broytingar eru hendar síðani tá. Stuart hevur tað framúrskarandi í húsinum. Hann gongur í skúla, hevur sín egna bil, og so dugir hann eisini at byggja sítt egna modelflog- far. Eisini er hann errin av, at hann er komin á fótbólts- liðið, og honum dámar væl at spæla við systkin síni. George og Martha. Sjálvt Snowbell, kettan, er farin at góðtaka Stuart. Ein dagin, tá Stuart er á veg heim úr skúlanum, dettur ein fuglur - Margalo - niður í bilin hjá honum, og teir báðir gerast væl. Óndi Falcon liggur tó eftir nýggja vininum hjá Stuart, og tá Margalo ein dagin er horvin, fer Stuart at leita eftir vininum. Snowbell kemur við á ferðini, og saman uppliva teir eina heilt óvanliga ferð. Om jag vänder mig om Stuart Little 2 Á Canal+ Film1 fríggjakvøldið kl. 20.00 Á 3+ leygarkvøldið kl. 19.00