Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 100 - 31. mai 2005 11. umfarið var enn ein staðfesting av, at tað er bara Skála av bygdarfeløgunum, sum er ført fyri at geva stóru feløgunum í høvuðsstaðnum mótstøðu í kapping- ini um oddaplássini 11. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Kappingin um FM í fótbólti er ein kapping millum HB og B36. Spurningurin er, um tað hesa ferð skal eydnast B36 at skala HB. Tað hevur tað ikki gjørt trý tey undanfarnu árini. Um tað fer at eydnast í hesum kappingarárinum er enn í tí óvissa. Eftir ellivu tey fyrstu umførini er stantum. B36 og HB rógva lið um lið, og Skála tykist vera einasta vónin hjá bygdun- um. Sunnudagin var HB á Sevmýri, har tað higartil ikki hevði eydnast nøkrum at fingið fult - heldur ikki B36, sum í øðrum umfari var heppið at røkka mál- leysum javnleiki á Sev- mýri. HB hevði undan ferð- ini til Suðuroyar einki stig fingið á bygd. Men HB vann á Sevmýri. Heimalið- ið kroysti teir síðstu løtuna, men meistararnir komu undan við 2-1 sigri, og harvið tykjast teir vera slopnir av við bygdakom- pleksi, sum teir hava havt higartil í ár. Eisini B36 fekk fulla úrstøku sunnudagin. Teir høvdu vitjan av NSÍ, sum í fyrsta umfarinum fór við øllum, tá ið teir vitjaðu B36. Hesa ferð tók B36 alt. NSÍ misti tíðliga ein mann, og tað gjørdist ov møti- mikið. B36 sigurin ber við sær, at fjarstøðan frá NSÍ og fram til havnarfeløgini øktist til seks stig. Skála fór um tey fjøruti fyrst í hesum mánaðinum. Sunnudagin høvdu teir á Skála vitjan av VB, sum nú sunnudagin verður hundr- að. Meðan tað í hondbóltin- um í vetur gekk ógvuliga væl hjá vágskvinnum, sum vunnu meistaraheitið og eisini vóru í steypafinaluni, so gongst tað einki serligt hjá fótbóltsspælarunum. Teir eru nú aftastir, og orð- ini hjá veteranmálverjan- um, sum sunnudagin vardi málið fyri 300. ferð í lands- kappingini, eru uppaftur meiri aktuel nú, enn tey vóru, tá ið hann segði tey í Sjónvarpi Føroya herfyri. Bjarni Johansen varð spurdur, hvat tað var, sum skuldi broytast, um vend skuldi koma í. Hann svar- aði stutt og greitt - alt! Bygdastríð Á Skála er ikki neyðugt at broyta so nógv. Skála tykist eiga einasta liðið, sum í løtuni er ført at gera nakað við høvuðsstaðarfeløgini. Skála hevur staðið seg væl ímóti høvuðsstaðnum. Skálamenn vunnu 4-3 á HB á Skála, og teir hava fingið eitt stig ímóti B36 - bæði á heimavølli (1-1) og í Gundadali (2-2). Stóra iðranin hjá skála- monnum má vera, at teir hava kiksað so dyggiliga á heimavølli ímóti bygdar- feløgum. Í triðja umfarin- um mistu teir tvey stig á heimavølli ímóti ÍF (3-3), og í fimta umfarinum mistu teir trý stig, tá ið VB 24. apríl fór av Skála við øllum stigunum. Teir vunnu 1-0. Um stóra kappingin í toppinum bara skal vera millum havnarfeløgini, ella um skálamenn skulu vera uppií, fer ikki minst ábend- ing at fáast um, tá ið Skála mikudagin 22. juni fer at vitja HB. Dysturin í 14. umfarinum er sambært skipanini framskundaður, tí Skála leygardagin 25. juni skal spæla fyrstu Intertoto uppgerðina nakrantíð. Eingi av hinum bygdafe- løgunum tykjast í løtuni at hava førleikan at blanda seg upp í toppin. NSÍ hevur undanfarnu árini ofta verið framvið, uttan at tað hevur eydnast teimum at lyfta ella at stríða seg á toppin. Tað hava teir eisini verið í vár, men tá ið royndin tvær tær seinastu ferðirnar rættuliga skuldi gerast til veruleika, so dumpaði NSÍ. Treytirnar hava verið harðar. NSÍ hevur síðstu vikuna verið tvær ferðir í Gundadali, har teir longu frammanundan høvdu verið tvær ferðir. Í teimum fýra royndunum hevur NSÍ fingið trý stig í Gundadali. Tað er ov lítið, um NSÍ skal vera við í kappingini um FM heitið. Klaksvíkingar høvdu vónina um, at munurin hjá teimum til toppin kanska eftir 11. umfarið skuldi minkað til minni enn tey fimm stigini, sum hann var undan vikuskiftinum. Veru- leikin gjørdist tann øvugti av vónini. KÍ dumpaði á Eiði, og munurin frá sætta plássinum hjá KÍ og fram til toppin er nú átta stig, og í løtuni er heilt torført at ímynda sær, at KÍ skal vinna FM. Í fyrstu atløgu ræður tað meiri um hjá KÍ at halda seg burtur frá botn- inum. Botnurin stórur Í GÍ hava teir leingi rann- sakað seg sjálvar. Úrslitini hava latið bíðað eftir sær, men ímóti ÍF glapp. Fugl- firðingar hava ikki vunnið í Gøtu síðani í 1980 ella árið eftir, at teir vunnu FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hesa ferð vann GÍ 3-0, og tað tóktist einki at bila, at GÍ misti ein mann, tá ið støðan framvegis var mál- leysur javnleikur. ÍF tykist heilt at hava mist luftina. Næsti møguleikin at reisa seg verður, tá ið Skála annan sunnudag fer at vitja. Í tólvta umfarinum verð- ur tað heilt áhugavert, tá ið GÍ fer at vitja í Klaksvík. Tá fer góð ábending at fáast um, hvussu hesi bæði fe- løgini eru fyri. EB/Streymur skal í 12. umfarinum vitja HB í Gundadali. EB/Streymur hevur mangan havt nógvar møguleikar í Gundadali, men tað hevur gingið stak illa at fáa úrtøku burturúr, og so hava teir einki fingið. TB skal annan sunnudag vitja í Runavík, har teir tíðliga á árinum megnaðu óvæntaðan javnleik. Hjá TB ræður tað um - á sama hátt sum tað ger tað hjá VB, GÍ og ÍF - at fáa stig, so botnplássið og niðurflyt- ingarvandin ikki verða so stór hóttan. Næstu stóru vikuna fer tað fyrst og fremst at snúgva seg um landsdyst- irnar ímóti Sveis og Írlandi, áðrenn eyguni aftur fara at verða vend ímóti lands- kappingini og tólvta leik- umfarinum. Tá verður spurningurin tikin uppaftur, um FM stríðið bara verður kapping millum feløgini í Gundadali, ella um Skála og kanska onkur annar á bygd fer at blanda seg uppí. Bygdirnar stríðast um niðaru plássini Fuglfirðingar hava ikki vunnið í Gøtu síðani í 1980 ella árið eftir, at teir vunnu FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hesaferð spældu teir stóran part av dystinum við einum manni í yvirtali, men tað munaði lítið í so máta Mynd: Bárður