týsdagur 31. mai 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 31. mai 2005
27
Hóast tað tók sína tíð,
so fekk B36 at enda
knógvað einum und-
ir-mannaðum NSÍ-
liðið, sum í 60 min-
uttir spældi við 10
monnum. Sigurin var
uppiborin, men fram
til útvísingina av Júst-
ines R. Hansen, hevði
talan verið um ein
rættiliga javnan fót-
bóltsdyst
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hevði tú ikki eitt avrit av
stigatalvuni í leikskránni,
so var tað ilt at vita, at talan
var um tvey av fremstu
føroysku fótbóltsliðunum,
sum spældu í Gundadali
sunnudagin.
Eitt, sum vanliga eyð-
kennir lið frammi í oddin-
um á stigatalvuni, er, at tey
duga bæði at skjóta mál og
at verja, men serliga hetta
seinasta løgdu B36 og NSÍ
lítið í.
Frá byrjan av vóru báðir
partar sløsutur við marker-
ingunum. Gott pláss varð
latið liðunum at spæla seg
niðan eftir vøllinum, og
báðir partar vóru raskir at
nýta siðurnar í royndunum
at spæla seg ígjøgnum.
Størstu møguleikarnar fekk
B36 burturúr hesum, og
tvær ferðir mátti Jens
Martin Knudsen verja fyri
royndum frá einum leysum
Bergi Midjord, men tað
tóktist tó onkursvegna, sum
vóru álopsvápnini hjá lið-
unum báðum ikki hvest
nógv væl.
Tað kann sjálvandi tulk-
ast sum eitt positivt tekin,
at tvey lið í oddastríðnum í
so stóran mun ynskja at
spæla fótbólt, heldur enn at
spæla »tindasvína-fótbólt«,
men fyri tað nógva tóktist
spæli-ætlanin hjá liðunum
báðum at vera nakað naiv
fyrstu longu løtuna.
Útvísingin avgjørdi
Mest avgerandi hendingin í
dystinum var helst, tá Fróði
Benjaminsen og Jústnes R.
Hansen komu í hornatøkur
einar fimm minuttir fyri
hálvleik. Endin varð, at
Jústnes skumpaði Fróða, og
so kom ostaskorpan burtur
úr reyvalummanum hjá
dómaranum. Ivaleyst rætt
dømt, men Fróði gjørdi so
ikki nakað fyri at minimera
revsingina frá dómaran-
um…
Hetta betraði sum vera
man ikki um fortreytirnar
hjá NSÍ, sum fyri tað allar
mesta bakkaði eftir hæli
tað, sum eftir var av dystin-
um. Teir megnaðu kortini at
halda fast um javnleikin
fram til steðgin. Eisini
hóast Bergur Midjord beint
undan steðginum hevði ein
møguleika, sum hann helst
fer at droyma um komandi
næturnar. Óbi fekk lobbað
bóltin upp um Jens Martin,
men ólukkutíð fyri nigeri-
anaran, so fall bólturin á
tvørtræið. Bergur hevði
soleiðis púrasta opið mál,
men
onkursvegna
fekk
hann úr 30 cm fjarstøðu
stútað bóltin á tvørtræið, og
so var tann møguleikin
eisini burturi.
Hinvegin hevði NSÍ eis-
ini onkran møguleika. Ikki
minst var nær við ta einu
ferðina,
tá
Dánjal
og
Christian Høgni kontraðu,
men í góðari støðu hamraði
landsliðsmaðurin
bóltin
framvið málinum hjá Ják-
upi Mikkelsen.
Noktaði fyri
brotsspørkum
Eftir steðgin tók dysturin
tað skap, sum fortreytirnar
góvu honum. Runavíking-
arnir royndu alt tað, sum
teir vóru mentir, at halda
fast um javnleikin. Við at
kalla øllum liðnum í ella
kring brotsteigin, royndu
teir at byrgja fyri opnum
B36-møguleikum, og fram-
eftir vøllinum var vónað, at
Christian Høgni Jacobsen
kundi gera okkurt einsa-
mallur, tá langir bóltar
vórðu sendir niðan.
Tað tóktist tó, sum vildi
bólturin als ikki í NSÍ mál-
ið. B36’arnir mundu neyv-
an vita, hvønn veg teir
skuldu hyggja, tá eitt
avrættað skot frá Fróða
fullkomuliga snýtti Jens
Martin, men endaði við at
rulla móti stólparótini.
Og vildi illa til, so kundi
NSÍ væl fingið brotsspark.
Andy Olsen hevði rikið seg
allan vegin oman móti B36-
brotsteiginum, men tá hann
varð kantaður, veittraði
dómarin spælið at koyra
víðari, uttan at geva østa
runavíkinginum viðhald í
páhaldinum um brotsspark.
Nakað sum hann heldur ikki
gjørdi, tá Fróði Benjamin-
sen løtu seinni royndi at
dyrgja seg til eitt brotsspark.
Og at enda, so gav B36-
trýstið eisini úrslit. Kanska
var Óbi heppin at fáa frí-
sparkið, sum var upphavið
til málið, tí talan var eins
nógv um eitt traðk á bóltin
frá hansara síðu, tá Helgi L.
Petersen varð mettur at
hava forbrotið seg, og ritu-
víkingurin royndi til fánýtis
at vísa sína ónøgd. Men tað
legði B36 tó lítið í. Alex
dos Santos legði neyvt inn-
legg inn, og so kundi Allan
Mørkøre stúta B36 fram
aftur í oddin.
Og so var dysturin í
roynd og veru avgjørdur.
Vertirnir tóku seg nakað
aftur á vøllin, og tó at hetta
gav NSÍ bóltin nakað
meira, so skapti tað teimum
ongar møguleikar. B36
royndi hinvegin at fanga
mótstøðuna í kontra-álop-
um, og eitt av hesum gav so
eisini úrslit. Eyðun Høj-
gaard, sum kom á vøllin
fyri ein skaddan Óbi, varð
sendur avstað. Hann rund-
aði Jens Martin, tá hesin
kom út, og hóast vinkulin
var um at gerast knappur,
so varð bólturin beindur í
málið til stóra frøi fyri
hvítu áskoðararnar.
Skilnaður í oddinum
Og so skuldu teir á heima-
liðnum bara hava tíðina at
ganga. Nakað, sum teir
gjørdu
uttan
stórvegis
hóvasták. Teir fingu - eftir
tríggjar javnleikir á rað -
fulla úrtøku, og við hesum
halda teir framvegis fast í
grannunum úr HB.
Onkursvegna, so tóktist
tað eisini so, at B36 hevði
nakað meira at geva av, enn
NSÍ hevði. Teir vóru fyri
tað mesta grammari enn
gestirnir, teir góvu seg tað
tað lítla pettið eyka í nær-
dystunum, og yvir høvur
høvdu teir ta eyka tendr-
ingina, sum eisini viðførdi,
at sigurin var uppiborin.
Kanska var tað møtu-
mikið hjá NSÍ, at teir fyri
aðru ferð í eina viku skuldu
í Gundadal, og kanska
høvdu teir ikki heilt fingið
luftina eftir tapið fyri HB.
Men undir øllum umstøð-
um kunnu teir nú stafðesta,
at teir eftir eina góða røð av
úrslitum nú aftur hava mist
sambandið við oddin. Eftir
landsdystarfrívikuna skulu
runavíkingarnir næstu ferð
taka ímóti TB, og tað er ein
dystur, sum teir heilt víst
skulu vinna, um lív skal
haldast í nøkrum vónum.
Eisini kunnu teir troysta seg
við, at tað enn eru 16 dystir
eftir at spæla, og at teir
helst longu hava avgreitt
truplastu
dystirnar
á
árinum. Í so máta kunnu
teir enn venda nógvum, tá
teir í heyst fáa heimavøll
móti bæði HB og B36.
B36-NSÍ 2-0 (0-0):
Útvísing spilti spælið
B36-NSÍ 2-0 (0-0)
1-0: Allan Mørkøre, 69.
2-0: Eyðun Højgaard, 86.
Dómari: Lassin Isaksen. Hevði fyri tað nógva eitt
hampuliga gott tak á, men í løtum tóktist linjan sera
svingandi.
B36: Jákup Mikkelsen – Kenneth Jacobsen, Herbert
í Lon, Pól Thorsteinsson (Klæmint Matreas, 68.),
Alex dos Santos – Bergur Midjord (Tummas Hans
Rubeksen, 86.), Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen,
Fróði Benjaminsen – Allan Mørkøre, Obele Okeke
Onyebuchi (Eyðun Højgaard, 76.)
GK: Fróði Benjaminsen, 40., Allan Mørkøre, 42.,
Pól Thorsteinsson, 51.
NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjálvur Nielsen,
Viggo Johannesen, Óli Hansen, Einar Hansen (Bogi
Løkin, 80.) – Andy Olsen, Helgi L. Petersen, Jústi-
nes R. Hansen, Jónstein Petersen (Hjalmar Dalbú_,
88.)– Dánjal Hansen (Jústines H. Hansen, 75.),
Christian Høgni Jacobsen
GK: Jónstein Petersen, 14., Christian Høgni Jacob-
sen, 57., Óli Hansen, 86.
RK: Jústinus R. Hansen, 40.
FAKTA UM DYSTIN
Eftir útvísingina ferðaðist
bólturin fyri tað nógva kring
NSÍ-brotsteigin, har gestirnir
høvdu nógv at síggja til
Mynd: Álvur Haraldsen