Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 31. mai 2005 29 Eftir undanvind í tvey umfør leyp ketan av hjá klaksvíkingunum, sum í síðuvindinum á Mølini ikki megnaðu at seta heimaliðið undir trýst EB/STREYMUR-KÍ Jóannes Hansen Tað var bítandi kalt á Mølini á Eiði sunnudagin. Høgættarlotið upp á tvørs av vøllinum tóktist órógva ikki so lítið, og kanska var tað kuldin, sum var orsøk til, at talan ongantíð gjørd- ist um stórt fótbóltsuppliv- ilsi. Spælið kom ongantíð upp í ferðina, sum tað kann roknast við í bestu deildini, og tað var rár hending, at gjøgnumbrot og vanda- miklar atsóknir eydnaðust. Tað lá í luftini, at um nakað mál fór at koma, so mundi tað fara at koma í sambandi við deyðbólts- støðu. Í 2. hálvleiki hevði EB/Streymur tríggjar góðar frísparksstøður mitt fyri og ikki so langt úr brotsteigar markinum, men eydnan var ikki við Hans Paula Samu- elsen, og kanska var tað kuldin, sum var orsøk til, at royndirnar viðhvørt fóru omanfyri og aðrar ferðir við síðuna av málinum. Sigursmálið skoraði Hans Pauli Samuelsen, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Klaksvíkingar vóru á veg í álop, men tá ið roynt varð at senda í vinstra borð til Heðin á Lakjuni, kom vongverjin í høgru, Bárður Olsen, ímillum. Hann lang- aði langa diagonalsending, sum Sorin Anghel ikki rakk. Men tað gjørdi Hans Pauli Samuelsen, og í hesi støðuni var hann tryggur og setti fram við Karstini Joensen í KÍ málinum, og harvið varð tað. Óhvassir Heimaliðið hevði bólti meiri fyrsta korterið, tá ið sentralu miðvallararnir hjá teimum vunnu flestu nær- dystirnar, og tað eydnaðist teimum onkra ferðina at spæla seg ígjøgnum. Klaks- víkingar høvdu ávísar trup- ulleikar í vinstra verju- borði, og besta møguleikan fekk EB/Streymur, tá ið Sorin Anghel úr stuttari fjarstøðu og mitt fyri málinum og púra leysur eftir innlegg úr høgru royndi við høvdinum at stýra bóltinum í kassan, men bólturin brast í hand- ara stólpan og sprakk so í føvningin á KÍ mál- verjanum. Gert Hansen hevði opnan møguleika eftir horna úr vinstru, men hann sendi við høvdinum skeivu megin stólpan. Undanfarnu árini og serliga í fjør hevði EB/- Streymur rættuliga stóra tyngd í fremstu røð. Álops- spælararnir, sum tá megn- aðu nógv einsamallir, eru framvegis teir somu, men tyngdin og neyvleikin er ilt at fáa eyga á. Sorin Anghel, sum skoraði sigursmálið í Fuglafirði næstsíðsta sunnudag, megnaði ongan- tíð at slíta seg leysan av KÍ miðverjunum, og topp- skjúttin í fjør, Sonni L. Petersen, sum higartil í ár bara hevur skorað í Klaksvík, var tað lítið at síggja til. Tá kendist tað kanska vandamiklari, tá ið Teitur Joensen kom inn og bjóðaði mótstøðumonn- unum av. Tá ið teir fremstu hjá EB/Streymi verða umrødd- ir, so eigur tað eisini við í myndina, at uppspælið av miðjuni gjørdi ikki upp- gávuna hjá álopsmonnun- um lættari. Sentrali mið- vøllurin var mannaður við stríðsmonnum, og Marni Djurhuus og Knút Vestur- tún stríddust sum fyri lívin- um. Teir vunnu nógvar nær- dystir, og teir vóru fyrstir á flestu returbóltunum, men teir løgdu ikki nógvar neyvar sendingar til liðfel- agarnar í fremstu røð, og úr borðunum hava sendingar- nar og uppspælið onkra ferðina verið meiri neyv, enn tey vóru hesa ferð. Lættir Í løtum høvdu klaksvíking- ar betri tamarhald á bólt- inum, enn mótstøðumenn- inir høvdu tað. Teir royndu at spæla og ikki sparka, men teir høvdu so at siga ikki orkuna, ferðina og neyvleikan, sum var neyð- ugur, um tað skuldi bera til at bróta ígjøgnum. Hjalgrím Elttør arbeiddi nógv á mest framrættaða og sentrala miðvallarplássin- um. Men tað tóktist sum um, at talan ikki í nóg stór- an mun gjørdist um lið- avrik, tá ið roynt varð at fara í álop. Tað gekk illa at fáa sendingarnar at liggja soleiðis, at nytta fekst burturúr ferðini hjá Heðini á Lakjuni og Arnhold Joensen, og treytirnar hjá Ova í fremsta plássinum vóru einki serligar. Tað var so at siga bara í sambandi við hornasparks- støður, at tað kanska luktaði eitt sindur av KÍ málmøguleikum. Seinna partin av fyrra umfarinum fingu teir fleiri hornaspørk. Onkur stóðust av, at skotroyndir úti frá vórðu blokeraðar, og aðrar stóðust av, at innlegg úr borðunum, sum tað hesa løtuna vóru nøkur av, vórðu blokerað. Í trimum førum var um reppið, at KÍ fekk bóltin inn um málstrikuna. Men tað fingu teir ikki. Tyngdin í álopspartinum var ikki nóg stór. Á síðsta triðingin- um av vøllinum vóru gest- irnir ov fáir, tá ið teir bjóð- aðu til at fara í álop, og so fingu teir einki burturúr. EB/Streymur vann trý kuldastig og harvið fyrsta heimasigurin, meðan klaks- víkingarnir á vøllinum og serliga teir trúføstu kring vøllin bara høvdu kuldan og einki stig við sær aftur til hús. Staðfestingin um Leirvíksfjørð var, at eftir fulla úrtøku í tveimum royndum var tað aftur EB/- Streymur, sum fyri trimum vikum síðani vann 1-0 í Klakvík, ið togaði KÍ heilt niður aftur á jørðina og til ísakalda veruleikan. EB/Streymur-KÍ 1-0 (0-0): Trý kuldastig til heimaliðið EB/Streymur-KÍ 1-0 (0-0) 1-0: Hans Pauli Samuelsen 86. Dómari: Jens Petur Brattalíð EB/Streymur: Gunnar á Steig - Bárður Olsen, Andrzej Pacek, Egil á Bø, Gert Hansen - Hans Pauli Samuelsen (Hallur Jacobsen, 90.), Knút Vesturtún, Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen (Fróði Clementsen, 76.) - Sorin Anghel, Sonni L. Petersen (Teitur Joensen, 71.) Gult kort: Andrzej Pacek, Knút Vesturtún KÍ: Karstin Joensen - Kristoffur Jacobsen, Jan Andreasen, Niclas Niclassen, Sigmund Jacobsen - Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen - Arnhold Joensen (Erling Fles, 81.), Ovi Nysted, Heðin á Lakjuni Gult kort: Sigmund Jacobsen, Jan Andreasen FAKTA UM DYSTIN Talan var um nógvar nærdystir og fáar møguleikar á Mølini á Eiði sunnudagin Mynd: Sofus D. Johannesen