týsdagur 31. mai 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 31. mai 2005
29
Eftir undanvind í tvey
umfør leyp ketan av
hjá klaksvíkingunum,
sum í síðuvindinum á
Mølini ikki megnaðu
at seta heimaliðið
undir trýst
EB/STREYMUR-KÍ
Jóannes Hansen
Tað var bítandi kalt á
Mølini á Eiði sunnudagin.
Høgættarlotið upp á tvørs
av vøllinum tóktist órógva
ikki so lítið, og kanska var
tað kuldin, sum var orsøk
til, at talan ongantíð gjørd-
ist um stórt fótbóltsuppliv-
ilsi. Spælið kom ongantíð
upp í ferðina, sum tað kann
roknast við í bestu deildini,
og tað var rár hending, at
gjøgnumbrot og vanda-
miklar atsóknir eydnaðust.
Tað lá í luftini, at um
nakað mál fór at koma, so
mundi tað fara at koma í
sambandi við deyðbólts-
støðu. Í 2. hálvleiki hevði
EB/Streymur tríggjar góðar
frísparksstøður mitt fyri og
ikki so langt úr brotsteigar
markinum, men eydnan var
ikki við Hans Paula Samu-
elsen, og kanska var tað
kuldin, sum var orsøk til, at
royndirnar viðhvørt fóru
omanfyri og aðrar ferðir
við síðuna av málinum.
Sigursmálið
skoraði
Hans Pauli Samuelsen, tá
ið tað restaðu fýra minuttir.
Klaksvíkingar vóru á veg í
álop, men tá ið roynt varð at
senda í vinstra borð til
Heðin á Lakjuni, kom
vongverjin í høgru, Bárður
Olsen, ímillum. Hann lang-
aði langa diagonalsending,
sum Sorin Anghel ikki
rakk. Men tað gjørdi Hans
Pauli Samuelsen, og í hesi
støðuni var hann tryggur og
setti fram við Karstini
Joensen í KÍ málinum, og
harvið varð tað.
Óhvassir
Heimaliðið
hevði
bólti
meiri fyrsta korterið, tá ið
sentralu miðvallararnir hjá
teimum vunnu flestu nær-
dystirnar, og tað eydnaðist
teimum onkra ferðina at
spæla seg ígjøgnum. Klaks-
víkingar høvdu ávísar trup-
ulleikar í vinstra verju-
borði, og besta møguleikan
fekk EB/Streymur, tá ið
Sorin Anghel úr stuttari
fjarstøðu og mitt fyri
málinum og púra leysur
eftir innlegg úr høgru
royndi við høvdinum at
stýra bóltinum í kassan,
men bólturin brast í hand-
ara stólpan og sprakk so í
føvningin
á
KÍ
mál-
verjanum.
Gert Hansen hevði opnan
møguleika eftir horna úr
vinstru, men hann sendi við
høvdinum skeivu megin
stólpan.
Undanfarnu
árini
og
serliga í fjør hevði EB/-
Streymur rættuliga stóra
tyngd í fremstu røð. Álops-
spælararnir, sum tá megn-
aðu nógv einsamallir, eru
framvegis teir somu, men
tyngdin og neyvleikin er ilt
at fáa eyga á. Sorin Anghel,
sum skoraði sigursmálið í
Fuglafirði
næstsíðsta
sunnudag, megnaði ongan-
tíð at slíta seg leysan av KÍ
miðverjunum, og topp-
skjúttin í fjør, Sonni L.
Petersen, sum higartil í ár
bara
hevur
skorað
í
Klaksvík, var tað lítið at
síggja til. Tá kendist tað
kanska vandamiklari, tá ið
Teitur Joensen kom inn og
bjóðaði
mótstøðumonn-
unum av.
Tá ið teir fremstu hjá
EB/Streymi verða umrødd-
ir, so eigur tað eisini við í
myndina, at uppspælið av
miðjuni gjørdi ikki upp-
gávuna hjá álopsmonnun-
um lættari. Sentrali mið-
vøllurin var mannaður við
stríðsmonnum, og Marni
Djurhuus og Knút Vestur-
tún stríddust sum fyri lívin-
um. Teir vunnu nógvar nær-
dystir, og teir vóru fyrstir á
flestu returbóltunum, men
teir løgdu ikki nógvar
neyvar sendingar til liðfel-
agarnar í fremstu røð, og úr
borðunum hava sendingar-
nar og uppspælið onkra
ferðina verið meiri neyv,
enn tey vóru hesa ferð.
Lættir
Í løtum høvdu klaksvíking-
ar betri tamarhald á bólt-
inum, enn mótstøðumenn-
inir høvdu tað. Teir royndu
at spæla og ikki sparka,
men teir høvdu so at siga
ikki orkuna, ferðina og
neyvleikan, sum var neyð-
ugur, um tað skuldi bera til
at bróta ígjøgnum.
Hjalgrím Elttør arbeiddi
nógv á mest framrættaða og
sentrala miðvallarplássin-
um. Men tað tóktist sum
um, at talan ikki í nóg stór-
an mun gjørdist um lið-
avrik, tá ið roynt varð at
fara í álop. Tað gekk illa at
fáa sendingarnar at liggja
soleiðis, at nytta fekst
burturúr ferðini hjá Heðini
á Lakjuni og Arnhold
Joensen, og treytirnar hjá
Ova í fremsta plássinum
vóru einki serligar.
Tað var so at siga bara í
sambandi við hornasparks-
støður,
at
tað
kanska
luktaði eitt sindur av KÍ
málmøguleikum.
Seinna
partin av fyrra umfarinum
fingu teir fleiri hornaspørk.
Onkur
stóðust
av,
at
skotroyndir úti frá vórðu
blokeraðar, og aðrar stóðust
av, at innlegg úr borðunum,
sum tað hesa løtuna vóru
nøkur av, vórðu blokerað.
Í trimum førum var um
reppið, at KÍ fekk bóltin
inn um málstrikuna. Men
tað fingu teir ikki. Tyngdin
í álopspartinum var ikki
nóg stór. Á síðsta triðingin-
um av vøllinum vóru gest-
irnir ov fáir, tá ið teir bjóð-
aðu til at fara í álop, og so
fingu teir einki burturúr.
EB/Streymur vann trý
kuldastig og harvið fyrsta
heimasigurin, meðan klaks-
víkingarnir á vøllinum og
serliga teir trúføstu kring
vøllin bara høvdu kuldan
og einki stig við sær aftur
til hús. Staðfestingin um
Leirvíksfjørð var, at eftir
fulla úrtøku í tveimum
royndum var tað aftur EB/-
Streymur, sum fyri trimum
vikum síðani vann 1-0 í
Klakvík, ið togaði KÍ heilt
niður aftur á jørðina og til
ísakalda veruleikan.
EB/Streymur-KÍ 1-0 (0-0):
Trý kuldastig til heimaliðið
EB/Streymur-KÍ 1-0 (0-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 86.
Dómari: Jens Petur Brattalíð
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Bárður Olsen,
Andrzej Pacek, Egil á Bø, Gert Hansen - Hans Pauli
Samuelsen (Hallur Jacobsen, 90.), Knút Vesturtún,
Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen (Fróði
Clementsen, 76.) - Sorin Anghel, Sonni L. Petersen
(Teitur Joensen, 71.)
Gult kort: Andrzej Pacek, Knút Vesturtún
KÍ: Karstin Joensen - Kristoffur Jacobsen, Jan
Andreasen, Niclas Niclassen, Sigmund Jacobsen -
Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen -
Arnhold Joensen (Erling Fles, 81.), Ovi Nysted,
Heðin á Lakjuni
Gult kort: Sigmund Jacobsen, Jan Andreasen
FAKTA UM DYSTIN
Talan var um nógvar nærdystir og fáar møguleikar á Mølini á Eiði sunnudagin
Mynd: Sofus D. Johannesen