Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 100 - 31. mai 2005 Eftir FCK tap á úti- vølli snýr stríðið hjá teimum seg um at varðveita næstfremsta plássið, og í botnin- um er vónin lítil hjá uppflytarunum úr Randers um at sleppa undan niðurflyting SUPERLIGAN Jóannes Hansen Nú skal vilja meiri enn illa til, um steypavinnararnir úr Brøndby ikki eisini skulu vinna meistaraskapið. Michael Laudrup varð ongantíð danskur meistari, tá ið hann sjálvur spældi. Fyritreytirnir vóru heldur ikki nakað serligar til tað, tí bóltsnillingurin var blað- ungur, tá ið hann flutti úr Danmark og til Italia og síðani Spania at spæla fótbólt. Har var hann við til at vinna nógv gull og skreyt. Leygardagin vóru Brønd- by og Michael Laudrup í Aalborg, har fólk var í hvørjum einasta sessi. AaB er tað felagið, sum hevur staðið seg best av øllum í vár, og leingi bendi nógv á, at AaB skuldi fáa fulla úrtøku hesa ferð. Teir vóru frammanfyri 3-1, men seinna partin av 2. hálvleiki vísti Brøndby, hví teir eru á fremsta plássinum. Teir spentu álopsbogan, og mið- verjin Daniel Agger, sum var fluttur í fremstu røð, skoraði tvey mál, og úrslit- ið gjørdist 3-3. FCK er framvegis næst- fremst, men fjarstøðan millum Brøndby og FCK øktist í vikuskiftinum. Nú er hon átta stig, og tá ið tað bara eru trý umfør eftir at spæla, so skal tað ganga meiri enn óvanliga illa hjá Brøndby, um teir ikki skulu gerast meistarar. FCK skal vinna allar sínar tríggjar dystir, og Brøndby skal ongantíð vinna. Eingin í danska fótbóltsheiminum roknar við møguleikanum, at annað felag enn Brøndby skal gerast meistari. FCK var í Herning, har heimaliðið, FCM, vann 1- 0. FCK royndi í 2. hálvleiki at leggja trýst á fyri at koma afturíaftur, men tað eydnaðist teimum ikki. FCM er á triðja plássinum. Teir eru tvey stig aftanfyri FCK, og bæði teir í FCM og teir í AaB hava verið so mikið stinnir síðstu vikur- nar, at tað kann roknast við, at teir fara at leggja stórt trýst á FCK í stríðnum um heiðursmerkini. Esbjerg hevur havt und- anvind leingi, og aftur sunnudagin stóðu teir seg væl. Heilt nógvir áskoðarar vóru møttir til heimadystin ímóti OB. Tað var ikki so undarligt, tí fýra tær undan- farnu ferðirnar, tá ið hesi bæði gomlu stórfeløgini høvdu dystast, vóru ikki færri enn 25 mál skorað. Eisini hesa ferð vórðu nógv mál skorað, og harvið var undirhaldsvirðið høgt. Es- bjerg vann 3-2, og teir eru væl við í kappingini um fjórða plássið, sum ber at- gongd til Royalu kapping- ina við sær. Viborg syrgdi við 2-1 sigri í Århus fyri, at teir hava møguleikar fyri at enda millum tey í ovara parti av stigatalvuni, meðan AGF tapið ber við sær, at teir ivaleyst fara at enda millum tey niðastu. AGF er ikki í niðurflyt- ingarvanda. Tað eru bara trý feløg í vanda fyri at flyta niður. Randers er nið- ast. Teir hava í sjey teimum seinastu royndunum bara skorað eitt mál, og eftir 2-0 tapið í Farum skal Randers fáa heilt stóra úrtøku burtur úr trimum teimum seinastu umførunum, um teir skulu sleppa undan niðurflyting- ini. Randers skal spæla á heimavølli móti FCM og Esbjerg, og so skulu teir spæla í Viborg. Kappingin um hitt niður- flytingarplássið stendur millum FCN og Herfølge. FCN styrkti um sína støðu við at vinna á Randers, og nú eru teir omanfyri strik- una. Herfølge fekk eitt stig á heimavølli eftir 1-1 móti Silkeborg. Spurningurin er, um tað í royndini at sleppa undan niðurflyting var nóg mikið hjá Herfølge. Jón Rói Jacobsen var millum teir bestu, tá ið Frem møguleikin at flyta upp øktist, tí Horsens enn eina ferð ikki megnaði at fáa fulla úrtøku DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað hevur verið niður og so uppaftur hjá Andrew av Fløtum seinastu vikuna. Næstsíðsta sunnudag noyddist hann at fara av vøllinum, tá ið eitt korter var farið. Orsøkin var vøddaskaði í lærinum. - Men eg haldi ikki, at talan var um álvarsligan skaða. Eg lá við beininum uppeftir fyrstu dagarnar av vikuni og fekk neyðugu viðgerðina. Fyri alt í verð- ini hevði eg ongan hug at sita skaddur eftir í Keyp- mannahavn, tá ið landsliðið fer at fyrireika seg til dyst- irnar ímóti Sveis og Írlandi, segði Andrew av Fløtum úr Keypmannahavn. Andrew kom fyri seg aftur. Hann var á liðnum allar 90 minuttirnar, tá ið Fremad Amager sunnu- dagin hevði vitjan av Dal- um, sum stríðist fyri av varðveita plássið í næst- bestu deildini. Heimaliðið legði sannførandi fyri. Teir høvdu eina rúgvu av mál- møguleikum, og alt tóktist ganga rætta vegin, tá ið Andrew av Fløtum úr stuttari fjarstøðu í 21. minutti setti hol á. Men Fremad Amager fekk ikki fleiri mál, og tað var stórt vónbrot fyri teir, at tað endaði 1-1. Dalum javnaði sjey minuttir eftir steðgin, og Fremad Amager venjarin, Benny Johansen, metti, at hansara menn skuldu havt verið framman fyri við trimum málum í steðginum. Andrew av Fløtum hevur í hesum kappingarárinum spælt 30 dystir í lands- kappingini og steypakapp- ingini. Hann hevur skorað átta mál, og tað er ikki langt av leið at rokna við, at Andrew er gott boð upp á annað álopsplássið ímóti Sveis leygardagin. Eingin ivi er um, at Jón Rói Jacobsen verður í miðverjuni saman við Óla Johannesen. Sunnudagin styrktu Jón Rói og liðfelag- arnir í Frem um sína støðu í tøttu kappingini um at flyta upp í bestu deildina. Frem vann 2-1 á heima- vølli ímóti AB. Í Frem og donskum fjølmiðlum verð- ur mett, at talan var um rættuliga hepnan sigur. AB hevði mesta spælið og fleiri møguleikar, men teir vóru rættuliga óneyvir. Tá ið teir í 2. hálvleiki minkaðu um munin til 2-1, var Frem málverjin ikki heilt sakar- leysur. Tað er ikki so lítið áhugavert, tá ið havt verður í huga, at ein av trimum málverjum, sum skulu møta til landsliðsvenjingar í morgin, Gunnar Nielsen, aftur hesa ferð var á Frem beinkinum. Sambært Frem eygleiðar- um av stríðnum, so var Jón Rói Jacobsen í miðverjuni millum tríggjar teir bestu á Frem liðnum. At Frem møguleikarnir at flyta upp betraðust komst av, at felagið hjá einum øðr- um landsliðsspælara, Hor- sens, fyri triðju ferð upp í slag ikki megnaði at fáa fulla úrtøku. Johan B. Han- sen og liðfelagarnir spældu 1-1 á útivølli ímóti HIK, og tað bar við sær, at teir fyri fyrstu ferð síðani eina ferð síðsta summar ikki eru oddalið. SønderjyskE vann á heimavølli toppupp- gerðina ímóti Køge 5-4, og nú eru teir í Haderslev á odda, meðan Horsens er nummar tvey og Frem er nummar trý. Tvey tey fremstu flyta upp í superliguna. Sønder- jyskE og Horsens hava 57 stig, og Frem hevur 56 stig. Tað verða tvey av hesum trimum, sum fara at flyta upp, tí Køge á fjórða pláss- inum hevur 49 stig. Andrew aftur á blettinum Brøndby er á málstrikuni Jón Rói Jacobsen tykist vera sera væl fyri hjá Frem, har tey av álvara eru farin at kenna luktin av uppflyting