týsdagur 31. mai 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 101 - 1. juni 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Kanna trygd á ferjum
Týska bileigarafelagið ADAC hevur kannað ymisk við-
urskifti umborð á ferjum, sum sigla á umleið 30 yms-
um teinum kring Evropa. Niðurstøðan í kanningini er,
at ferjurnar hjá norska reiðarínum Color Line eru tær
bestu, og at ferjan "Color Fantasy" er tann tryggasta í
Evropa. Ferjurnar hjá reiðarínum Scandlines, sum sigla
ímillum Svøríki og Týskland, fáa eisini gott skoðsmál.
Verri er við níogvum av teimum ferjunum, sum sigla
í Miðjarðarhavinum. ADAC sigur, at serliga illa
stendur til umborð á ferjunum hjá grikska reiðarínum
Agoudimos Lines. Sagt verður, at umborð á ferjuni
"Penelope A" er navigasjónsútgerðin í lagi, men tað er
eisini tað einasta, sum er nóg gott.
Kunningarstjórin hjá Color Line, Helge Otto
Mathisen, sigur við Aftenposten, at úrslitið av týsku
kanningini hevur stóran týdning fyri reiðaríið, tí
týskarar leggja stóran dent á trygdina umborð á
ferjunum. Hann roknar við, at umleið 550.000 týskarar
koma til Noregs í ár við ferjunum hjá Color Line.
Gátan loyst?
Bretska blaðið Daily Mail heldur seg hava loyst gátuna
um tann duldarfulla klaverleikaran, sum hevur verið í
varðveitslu hjá bretsku løgregluni, men sum ikki dugir
at siga, hvør hann er.
Blaðið hevur fingið fatur á einari mynd av kekkiska
bólkinum Ropotamo. Myndin er tikin í 1983, og ein av
tónleikarunum líkist sera nógv klaverleikaranum.
Maðurin á myndini eitur Tomas Stnad, og sagt verður,
at hann dugdi at spæla verk hjá Chopin, Mozart og Lizt
uttan nótabók, longu tá hann var ungur. Ein annar
tónleikari í Ropotamo siogur, at hann møtti Tomasi
Stnad í Prag í apríl, og at hesin tá ætlaði sær av
landinum at royna seg sum klassiskur klavertónleikari.
Tann duldarfulli klaverleikarin hevur verið á einum
sjúkrahúsi, síðani bretska løgreglan kom fram á hann.
Hann hevur ikki sagt eitt orð, men hevur hildið fleiri
konsertir á sjúkrahúsinum. Hóast løgreglan hevur
almannakunngjørt fleiri myndir av honum, hevur hon
framvegis ikki fingið vissu fyri, hvør maðurin er,
skrivar Reuter.
Fingu ikki "Stelluna"
Í Bergen vildu fólk fegin hava fatur á stóra seglskipinum
"Stella Polaris", sum júst hevur verið til sølu. Skipið var
í síni tíð flaggskip hjá Det Bergenske Dampskibsselskap,
og nú tað var til sølu, varð roynt at fáa tað aftur til býin.
Tað vóru japanar, sum seldu skipið. Teir vildu hava
800.000 dollarar fyri tað, og endin var, at onkur á
Virgin Islands keypti tað. Í Bergen eru tey misnøgd við
japanska framferðarháttin, tí tey halda ikki, at tey fingu
allar upplýsingar í sambandi við søluna, og harafturat
setti seljarin ymsar løgnar treytir, sum einki høvdu við
sjálva søluna at gera.
Men fólk í Bergen ætla kortini ikki at sleppa end-
anum. Bergens Tindende skrivar, at tey ætla at seta seg
í samband við tann, sum keypti "Stelluna", tí ætlar
hann sær at seta skipið í stand og at selja tað aftur, ætlar
Bergen at liggja framvið.
Nú hevur hann 11 konur
Kongurin í Swazilandi, Mswati 3., hevur fingið sær
eina konu afturat. Tann seinasta er tann 21 ára gamla
Moliqwa Ntentsa, og sostatt hevur tann 36 ára gamli
kongurin nú ellivu konur.
Men tær verða ætlandi uppaftur fleiri, tí sambært
myndugleikunum hevur hann longu valt sær tvær
afturat. Nothando Dube og Xollie Titi Magagula eru 17
ára gamlar. Tær gingu í skúla, men tá kongur fekk áhuga
fyri teimum, máttu tær gevast í skúlanum, tí sambært
reglunum skulu tær fyrireika seg til at giftast kongi. Ein
liður í fyrireikingunum er, at tær skulu bera barn kongs
undir belti, áðrenn tær kunnu giftast honum, og leysa-
søgur vilja vera við, at onnur teirra er longu við barn.
Hon verður tí væntandi tann 12. drotningin.
Tað er ikki greitt, at Mswati 3. ætlar at fáa sær líka
nógvar konur, sum pápi hansara hevði. Hann hevði ikki
færri enn 70 konur, sum hann fekk 210 børn við, áðr-
enn hann doyði í 1982.
Aftur eitt "nei" í dag
Franska avgerðin at
vraka ES-grundlógina
fær ávirkan á fólkaat-
kvøðuna í Niðurlond-
um í dag. Tað kann
gerast mønustingurin
FÓLKAATKVØÐA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í dag skulu niðurlendingar
taka støðu til ta ætlaðu ES-
grundlógina, men longu
áðrenn valhølini lata upp,
tykist greitt, at svarið har
verður tað sama sum í
Fraklandi.
Eygleiðarar søgdu í gjár,
at flestu niðurlendingar
hava langt síðani gjørt av at
siga nei í dag, og at úrslitið
í Fraklandi hevur sannført
uppaftur fleiri um, at teir
eiga at siga nei. Harafturat
kann franska úrslitið hava
við sær, at áhugin í Niður-
londum er vorðin minni, og
at luttøkan tí verður minni,
enn hon annars hevði verið.
Niðurlendski forsætis-
ráðharrin, Jan Peter Bake-
mende, segði mánadagin,
at tað franska úrslitið var
harmiligt, men at tað
kortini er umráðandi, at
niðurlendingar atkvøða fyri
grundlógini.
- Úrslitið í Fraklandi ger,
at uppaftur fleiri okkara
eiga at atkvøða jua, tí
grundlógin er tað rætta
grundarlagið undir framtíð-
ar avropeiskum samstarvi,
segði Balkemende. Bæði
hann og tey, sum vilja hava
niðurlendingar at siga nei,
hava lagt dent á, at fólk
eiga ikki at lata seg ávirka
av tí, sum hendi í Frak-
landi.
Atzo Nicolai, sum er ráð-
harri í evropeiskum viður-
skiftum, hevur ávarað nið-
urlendsku veljararnar ímóti
at
atkvøða
ímóti
ES-
grundlógini.
- Eg ætli mær ikki at
virka fyri einari fólkaat-
kvøðu afturat, siga fólk nei
hesaferð, og eg dugi heldur
ikki at síggja, at londini
kunnu endurskoða ætlanina
við grundlógini, segði hann
í gjár.
Men tey, sum eru ímóti
grundlógini, eru ikki samd
við honum í hesum. Tey
halda, at vraka fleiri lond
grundlógina, sleppur ES
ikki undan at hyggja at
uppskotinum
eina
ferð
afturat.
Vraka
niðurlendingar
grundlógina, er tað sera
sannlíkt, at Tony Blair fer at
avlýsa ta ætlaðu fólkaat-
kvøðuna í Bretlandi. Aftan
á úrslitið í Fraklandi segði
hann, at Bretland bíðar
eftir, hvat niðurlendingar
fara at gera, og fleiri bretsk
bløð skrivaðu í gjár, at
fólkaatkvøðan har verður
avlýst, siga niðurlendingar
nei. Eygleiðarar siga, at so
hevur grundlógin fingið
mønustingin.
Tann 27 ára gamla
Schapelle Corby úr
Avstralia kann fáa
deyðarevsing fyri
rúsevnissmugling
RÆTTARMÁL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein indonesiskur dómstólur
dømdi í síðstu viku Scha-
pelle Corby 20 ára fongsul
fyri at hava smuglað 4,1
kilo av marihuana. Men
verjar hennara halda uppá,
at hon er ósek, og nú hava
teir gjørt av at skjóta dómin
inn
fyri
indonesiska
hægstarætt. Tað er váða-
mikið, tí sambært indones-
iskari lóg kann Schapelle
Corby fáa deyðarevsing, og
eygleiðarar
siga
við
Reuters, at tann møguleikin
er avgjørt til staðar.
Tann 27 ára gamla kvinn-
an bleiv tikin á oynni Bali,
tá tollararnir funnu 4,1 kilo
av marihuana í viðføri
hennara. Hon heldur uppá,
at onkur hevur koyrt rús-
evnið í kuffertið, uttan at
hon visti av tí. Men tað
halda indonesisku myndug-
leikarnir ikki.
Málið hevur vakt stóran
ans í Avstralia, og mein-
ingakanningar hava víst, at
har ivast fólk ikki í, at
Schapelle Corby er ósek.
Nógv fólk í Avstralia
krevja, at landið skal taka
aftur hjálpina, sum bleiv
lovað Indonesia aftan á
flóðalduna annan jóladag,
men tað vil stjórnin ikki.
Hon kann fáa deyðadóm
Schapelle Corby skar í
sjóheitan grát, tá indonesiski
rætturin dømdi hana 20 ára
fongsul