hósdagur 23. juni 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23. JUNI 2005
3
C
M
Y
K
3
Jákup Mørk hevur skrivað um
ítrótt á Sosialinum síðani 1999.
Frá 1. januar í 2000 fekk hann
ábyrgdina av ítróttarskrivingini,
og síðani hevur hann skrivað
hundraðtals greinar um fótbólt,
hondbólt, flogbólt og allan annan
ítrótt.
– Mær dámar sera væl at skriva
um ítrótt, men tú skalt nokk vera
mest sum sports-idiot fyri at
tíma. Talan er um nógv
úrtíðararbeiði, og ofta verða
bæði kvøld og nætur tikin í
nýtslu. Hinvegin, so plagi eg at
siga, at hevði eg framvegis spælt
fótbólt, so hevði eg kortini brúkt
einar 20 tímar um vikuna upp á
ítrótt, so hetta er upp á onkran
máta ein annar háttur at vera
aktivur, sigur Jákup Mørk.
Planet.fo hevur biðið Jákup
Mørk velja fimm teir bestu
fótbóltsspælarar í føroysku
landskappingini, og hann gevur
sítt boð her á síðuni.
Skulu hava týdning fyri liðið
Jákup Mørk hevur valt teir bestu
spælararnar út frá týdninginum,
sum teir hava fyri síni lið – og ikki
bara út frá tí, sum teir kunnu, tá
ið tað gongur væl.
– Í mínum eygum er góður
spælari ein, sum hevur stóran
týdning fyri sítt lið. Sjálvandi hev-
ur sjálvt bóltspælið sín stóra part
at siga í hesum, men tað er ikki
alt. Tað finnast jú nógvir fínar
spælarar, sum allíkavæl ikki eru
so berandi fyri liðið, sum teir
kanska áttu at verið. Og so er ein
góður spælari eisini ein, sum er
góður, tá tørvurin á hesum er
størstur.
– Tað nyttar í mínari verð einki at
brillera í einum dysti, sum tú
vinnur 6-0, um tú vikuna aftaná
er mest sum ósjónligur í einum
1-0 tapi. Tað er jú í tøttu dyst-
unum, at brúk er fyri spælar-
unum, sum kunnu gera munin,
sigur Jákup Mørk.
– Ein góður fótbóltsspælari er ein, sum er góður, tá tørvurin á hesum er
størstur. Tað nyttar í mínari verð einki at brillera í einum dysti, sum tú
vinnur 6-0, um tú vikuna aftaná er mest sum ósjónligur í einum 1-0 tapi,
sigur Jákup Mørk, ítróttarskrivari á Sosialinum, sum her velir fimm teir
bestu spælararnar í føroysku fótbóltskappingini
TEIR BESTU
GERA MUN Í
AVGERANDI
LØTUM
Fótbóltur I
Eyðun Klakstein I
eydun@sosialurin.fo
Jákup Mikkelsen
B36
Hans Pauli Samuelsen, EB/Str
Tá talan nú skal verða um fimm spæl-
arar, so er tað væl upp á sítt pláss, um
onkur ungur og lovandi spælari eisini
verður tikin fram. Her er valið fallið á
Hans Paula Samuelsen, sum í kapping
við fleiri aðrar er ein spælari, sum av
álvara hevur markerað seg. Ikki bara í
ár, men við avrikum, sum kanska hava
svingað, men sum kortini við jøvnum
millumbilum hava rakt absolutta toppin.
Finturnar, sum hann kann diska upp við
á einum góðum degi, eru ein sonn
fragd fyri eygað. Bóltførleiki
er framúr, og tað sama kann
yvirblikkið verða til tíðir.
Hartil er hann ein sannur
fightari, sum altíð gevur
seg 100%, og slíkir vilja al-
tíð vera væl lýddir hjá við-
haldsfólkunum. Skal nakað
minus setast, so er tað
viðfødda sinnalagið, sum
helst er størsta forðingin
fyri, at Hans Pauli enn ikki
av álvara er komin í
landsliðshitan.
Súni Olsen
GÍ
Pauli G. Hansen
Skála
Hans Pauli Samuelsen
EB/Streymur
Jákup Mikkelsen, B36
Meira enn nakað, so er úrslitið hjá
B36 higartil í ár eitt úrslit av
framúrskarandi málmansspæli frá
landsliðsmálverjanum. Ein
klassamálverji er ein, sum bjargar
javnleikinum, tá nógv stendur á, og
sum við avrikum sínum er við til at
fasthalda stigini í teimum heldur
tepru sigrunum. Mált eftir hesum
mátistokki, so hevur Jákup
Mikkelsen longu nú verið góður fyri
eini 8-10 stig hjá árstalsfelagnum.
Súni Olsen, GÍ
Tað var ikki uttan orsøk, at Súni í fjør
varð kosin ársins leikari. Í heimligu
kappingini var hann framúr, men evni
hansara komu ikki minst til sjóndar í
landsdystunum. Har var Súni í fleiri
førum einasti av føroysku spælar-
unum, sum støðugt royndi at spæla
bóltin skilagott. Hóast mótstøðan ofta
var øgilig, so læt hann seg sera
sjáldan stressa til panikk-loysnir, og
mest sum hvørja ferð var hann
millum teir bestu – um ikki tann besti
føroyski spælarin. Í ár hevur hann –
hóast GÍ hevur verið í stórum trupul-
leikum – aftur sýnt klassa, og í øllum
førum mundi støðan hjá GÍ verið
verri, enn hon er, var tað ikki fyri
Súna.
Pauli G. Hansen, Skála
Skal metast um, hvør spælari hevur
størsta týdningin fyri lið sítt, so er
Pauli G. Hansen avgjørt eitt av
evnunum. Hóast tað ikki altíð sær út
av so øgiliga nógvum hjá
miðvallarmotorinum hjá Skála, so er
hann drívmegin í stórum parti av
framrættaða spælinum hjá liðnum.
Hann er tann, sum stýrir press-
spælinum hjá liðnum, hann vinnur
hópin av bóltin við knallhørðum
tacklingum. Hann er støðugt ein
hóttan fyri mótstøðuliðið, og hann
arbeiðir altíð við fullari kraft.
Óli Johannesen, TB
Skal tosast um bestu heimligu
spælararnar, so slepst neyvan
undan at nevna landsliðsskiparan
seinnu árini, Óla Johannesen.
Hóast nógv gjøgnum tíðina hava
funnist at tvørámanninum fyri at
taka felagskensluna við Sevmýri
fram um onnur og sterkari feløg,
soleiðis at hann í fleiri umførum
hevur spælt í aðru deild og á lands-
liðnum, so hava avrikini kortini altíð
staðið mát. Ikki minst á landslið-
num, har bæði Henry, Duff og
Ballack hava ásannað, at tú ikki
bara uttan víðari rundar Óla
Johannesen. Í ár hevur hann hartil
sýnt eitt sjáldsama gott máltev, sum
saman við annars solida spælinum
hevur verið
við til at
lyfta TB á
eina støðu,
sum er
munandi
meira huga-
lig, enn hon
so ofta
hevur verið í
bestu
deildini.
Óli Johannesen
TB