týsdagur 14. juni 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 110 - 14. juni 2005
Frá Sunda kommunu:
Starvsfólk til nýggja
Dagstovnin á Oyrarbakka
Tað eru 42 børn, 7 pedagogar og 7 hjálparfólk,
sum flyta frá Dagstovninum á Oyri, inn í nýggja
og sera vælútgjørda stovnin á Oyrarbakka í
summar, har pláss er fyri nógv fleiri børnum og
starvsfólkum.
Tí verður søkt eftir pedagogum og hjálparfólkum
til Dagstovnin á Oyrarbakka.
Stovnurin sum er normeraður til 94 børn í aldrin-
um 0-10 ár, er skipaður við 2 vøggustovum,
3 barnagarðsstovum og 1 frítíðarstovu.
Ætlanin er at taka stovnin í nýtslu 8. august, og
størvini verða tí sett 8. august ella eftir nærri
avtalu. Størvini verða sett við einum vikuligum
tímatali millum 20 og 40 tímar.
Hølisviðurskiftini:
Á stovninum eru øll rúmini ljós og rúmlig, har
hvør barnastova er ein sjálvstøðug vælútgjørd
eind við egnari inngongd, eitt stórt felagsrúm,
viðtaluhøli/serstova og ymisk verkstøð.
Økið uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum,
og stovnurin liggur sera væl fyri við møguleikum
sum t.d. beint við haga og fjøru, busssambandi ,
fimleikarahøll og svimjihøll.
Vit ynskja
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein
fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við
virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
• at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum
samstarvi við starvsfelagaðar, foreldur og
skúlan
• at tú verður við til at mynda og menna okkara
pedagogiska umhvørvið
• at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru
í nærumhvørvinum
Vit kunnu bjóða
eitt áhugavert starv, har tú saman við øðrum
pedagogum og hjálparfólkum fært møguleika
fyri at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt
umhvørvi á einum nýggjum stovni.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett 8. august 2005 ella eftir nærri
avtalu. Løn sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag
og
Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita
um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara,
tlf. 227852, ella Sólrún Dam, varaleiðara,
á tlf. 422552/11
Umsókn
saman við avriti av prógvum og møguligum við-
mælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 24. juni 2005 og sendast til
Dagstovnurin á Oyri
att: nýggi stovnur
Hornavegur 19
450 Oyri
Lærupláss
VR-Bilar søkir eftir lærlingi til eykalutagoymsluna at
byrja skjótast til ber.
Umsøkjarar skulu hava lokið FHS-prógv. Í lærutíðini
skal lærlingurin á danskan skúla nakrar viku um árið.
Lærutíðin er 3 ár,og lærlingurin fær løn í allari læru-
tíðini eftir galdandi sáttmála.
Allar umsóknir við prógvum skulu sendast til:
VR-Bilar Sp/f
Hoyvíksvegur 61
Postsmoga 3130
FO-110 Tórshavn
Meira fæst at vita um læruplássið við at ringja til
Agatu Sørensen á telefon 322110.
Um VR-Bilar:
VR-Bilar er ein bilafyritøka í støðugari menning, sum selur persónbilar av
merkinum Volvo og Renault, umframt Volvo lastbilar og bussar.
Afturat bilasøluni eru knýtt 2 verkstøð. Eitt persónbila- og eitt
lastbilaverkstað.Til at veita hesum tænastu er ein eykalutagoymsla.
Á VR-Bilum arbeiða í løtuni 18 fólk. Harav eru 12 mekanikarar og 2 fólk eru á
eykalutagoymsluni.
Skála skúli
Søkt verður eftir 1 lærara til tíðaravmarkað starv við
fullum tímatali. Viðkomandi skal helst kunna hava
hesar lærugreinar: handverk og list, føroyskt, enskt,
lívfrøði, kristini og hollan teldukunnleika.
Starvið er vegna lækkað tímatal, avlopstímar og
serligan tørv.
Starvið verður lønt samb. avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá fyrstalæraranum á
tlf. 442118 ella 586005.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi 26. juni 2004.
Skúlastýrið fyri Skála skúla
v/Rosu Prestá
FO-480 Skáli
Útbjóðing
Vegna Fuglafjarðar Kommunu verður við hesum
arbeiðið í sambandi við skúlaplássið, boðið út í
almenna lisitastión.
Arbeiðið fevnir í stutt um stoyping av kantum,
planering, og álegging av 600 m2 av flísum og
álegging av 900m2 av asfalti.
Lisitatiónin verður á kommunuskrivstovuni í Fugla-
firði mánadagin 27. juni 2005 kl. 13.30.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggast til í seinasta lagi
hósdagin 16. juni kl. 12.00 við at gjalda kr. 5000,- í
veðhaldi á konto nr. 6460-165 7404 í Føroya Banka.
Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingar-
tilfarið verður aftursent í seinasta lagi eina viku eftir
lisitastiónina.
sp/f Teknistovan
v. Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen
ráðg. Byggifrøðingar
FO- 510 Gøta
tel: 44 21 05 · fax: 44 21 07
email: klement@post.olivant.fo
Hús til sølu í
Leirvík
Eldri hús í 3 hæddum.Stødd 7 m x 6 m.Bygt í 1927.
Renovera innan. Nýggjan klædning, nýggj vind-
eygu og nýtt tak
Tlf. 743269
Sosialurin
veitst tú ikki tað?