Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 14. juni 2005 33 Bioanalytikari Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum søkir eftir avloysara fyri bioanalytikara í farloyvi. Starvið er frá 1.septembur 2005 til 31.august 2006. Starvið er fulltíðarstarv við tilkallivakt heimanífrá. Rannsóknarstovan húsast í spildurnýggjum hølum og hevur góðar arbeiðsumstøður. Rannsóknarstovan er eitt integrerað laboratorium, har øll 5 serøkini innan bioanalytikarafakið er umboðað, umframt ambulatorium á LS og á læknamiðstøðini í Runavík. Í løtuni starvast her um 20 bioanalytikarar, 2 skrivarar og 1 hjálparfólk.Allir bioanalytikarar skifta millum tey ymsu serøkini. Arbeiðsuppgávurnar verða í fyrsta umfari innan kliniska biokemi og ambulatoriivirksemi. Førleikakrøv - bioanalytikaraútbúgving - góð samstarvsevni og fleksibilitetur Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist 1. august 2005 kl. 12.00 Tað er umsøkjarans ábygd, at umsóknin er á starvsfólkadeildini,áðrenn freistin er úti. Nærri fæst at vita við at venda sær til leiðandi bioanalytikara Ivy Hansen tlf 304500 lokal 5602 ella teldupost ivyh@lsh.fo Skrivlig umsókn í brævbjálva merkt »umsókn til starv« við avriti av prógvum og øðrum upplýsing- um skulu sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Útibarnagarðurin Fjallafípan í Klaksvík Søkt verður eftir tveimum, møguliga trimum hjálparfólkum, størvini eru 30 tímar um vikuna • 1 barsilsvikari at byrja 1. september • 1 hjálparfólki frá 1.september til 1.februar 2006 Í okkara dagliga arbeiði leggja vit m.a. stóran dent á: • At skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn, soleiðis at tey ekkaleys kunnu fara til ar- beiðis og vita sær,at børnini eru í góðum hondum • At vit seta okkum inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • At skapa fjølbroyttar menningarmøguleikar í einum kreativum umhvørvi • At hava gott foreldra- og starvsfólkasamstarv Útibarnagarðurin Fjallafípan er ein kommunalur stovnur, sum liggur í einum sera náttúruríkum og avbjóðandi umhvørvi tætt við haga og fjøru. Lønar- og setunartreytir eru sambært sáttmála mill- um Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Umsónir við avtiti av prógvi og møguligum við- mælum skulu verða stovninum í hendi í seinasta lagi 15. juli 2005. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Útibarnagarðurin Fjallafípan v/Jóhannu Vest FO-700 Klaksvík Tlf. 458415 Dekkarar til Fiskiveiðieftirlitið Tvey størv sum fulltikin dekkari og eitt starv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Fiskiveiðieftir- litinum, verða hervið lýst leys. Fulltikin dekkari: Arbeiðið umfatar at ganga vakt, og annars taka lut í vanligum skipsarbeiði. Førleikakrøv: • Lýkur krøvini sum fulltikin dekkari sambært kunngerð nr.50 frá 12.mai 1999 um sjóvinnu- brøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk. • Heilsuváttan fyri sjófólk (uttan avmarkingar og skikkaður til kagtænastu) • Trygdarskeið. Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi. • Prógv, so sum vaktarhald, frc, bátaførara, eld- sløkking, fyrstuhjálp, vinnukavari og onnur ið eru viðkomandi fyri starvið. Fyrimunur er við gildugum prógvum. Størvini sum fulltikin verða at seta sum skjótast. Ófulltikin dekkari til Fiskiveiðieftirlitið Ert tú ung/ungur, og hevur hug til arbeiði um- borð á skipi, er hetta ein góður møguleiki. Starvstíðin sum ófulltikin dekkari, telur á sama hátt sum starvstíð við handilsskipum Arbeiðið umfatar at ganga vakt, og annars vanligt deksarbeiði. Førleikakrøv: • Heilsuváttan fyri sjófólk (uttan avmarkingar og er skikkaður til kagtænastu) • Trygdarskeið. Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi. Setanin er avmarkað til tvey ár. Starvið sum ófulltikin verður at seta frá 09 sep 2005 Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir tí. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið. Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftir- litinum í hendi í seinasta lagi 27.juni 2005 kl.12.00. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Att.: Fiskiveiðieftirlitið Postsmoga 347 110 Tórshavn Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.35 30 30 og tosa við Jóannes Heimustovu,samskipara. Fiskiveiðieftirlitið FvE Málningar til sølu Hesir málningar eru til sølu: Sigmund Petersen (1936): Suðuroyggin, Dímun og Skúvoy í baksýni. Sigmund Petersen (1936): Bygdalag við Hoydesum. Jack Kampmann (1956): Litografi. Jógvan Waagstein: Bókahandilin og Vaglið. Myndirnar kunnu síggjast á Advokatskrivstovuni. Og so skriva sum eitt nýtt síðsta reglubrot: Nærri fæst at vita við at venda sær til Halgir W.Poulsen, adv., ella Birnu Joensen, skrivara Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøtu 9 · Tórshavn Tlf. 311145 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in