Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 112 - 16. juni 2005 Nicolina vann fyrsta umfar av ársins songrødd Tað var eingin ivi um vinnaran av fyrsta umfari í Ársins Song- rødd, tí umframt at syngja væl var sekstan ára gamla Nicolina Magnusardóttir Mid- jord tann av luttakar- unum, sum kom longst útum pall- tromina SONGRØDDIN Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Við Madonna sanginum "Like a virgin" hevði unga gentan úr Fuglafirði væl fatur á áskoðarunum, og tyktist bæði pallvand og fullkomiliga við uppá tað. At røddin so eisini var so sera góð, gjørdi sigurin enn meira sannførandi. Kvøldið varð annars ein rættuliga blandað uppliving hjá teimum ikki heilt nógvu áskoðarunum, sum vóru komnir at lurta eftir song- røddunum. Men eisini hjá teimum sum framførdu. Alt ov ofta veittraðu tey til ljóðmannin, tí tey ikki hoyrdu seg sjálvan, og tey blivu við at veittra. Hetta er ikki nóg gott í eini sang- kapping. Í einum mentanar- húsi við so góðum karm- um, eigur tað at vera møgu- ligt at geva einum sangara, sum syngur til tónleik á eini fløgu, gott ljóð. Tíggju luttakarar vóru við: átta gentir og tveir dreingir. Fyrst á pallin var sekstan ára gamla Lydia Isaksen úr Søldarfirði. Hon sang sangin "Kald det Kærlighed" og salurin kók- aði. Ja, áskoðararnir hopp- aðu og sungu, so tað eina løtu var trupult at hoyra røddina hjá Lydiu. Men í staðin fyri at súgva orkuna frá áskoðarunum til sín, stóð Lydia og goymdi seg aftan fyri ein pappírslepa við tekstinum á. Hon var merkt av nervum, og hetta hoyrdist eisini á sanginum. Røddin var ann- ars frálík, minti ikki heilt sørt um Maluna Eyðunsdót- tir. Arbeiðir hon við røddini, kann hon gerast sera góð. Men hetta kvøldið hevði hon ikki neyðuga teknikkin. Mathilda Sivertsen var næst á pallin. Fimtan ára gamla hoyvíksgentan sang "Colours og the wind" úr teknifilminum Pocahontas. Hetta er ein sera vakur sang- ur, og tí varð tað rættuliga órógvandið fyri framførsl- una, at áskoðararnir larm- aðu so illa. Mathilda tyktist sjálvsikkur og pallvand, men sangtekniskt var ikki heilt í lagi. Hon hevði ser- liga trupulleikar við høgu tónunum. Hetta komst kanska av hennara trupul- leikum við at hoyra nakað á pallinum. Sekstan ára gamla Terja Jensen úr Sandavági var triðja gentan á pallin. Hon útstrálaði sjálvsálit, tá hon tolkaði "Think twice " á sín egna hátt. Tó manglaði røddin venjing og tyktist eitt sindur ótrygg í úttrykkinum, og hetta taldi niður. Evi Halsdóttir fór síðan á Pallin, nítjan ára gamla gentan úr Søldarfirði "Sang don’t know why" hjá Norah Jones, við nógvari innliv- ing, og góðari útstráling. Røddin tyktist í betri venj- ing enn hjá hinum. Dóm- ararnir mettu eisini, at Evi var nóg góð til finaluna. Hon sang veruliga væl. 20 ára gamla Rebekka Thomassen úr Miðvági, var hóast hon ikki fekk finalu- pláss frálík, hon hevði sín heilt egna hátt at tulka "The Rose" hjá Bette Midler. Røddin var góð, men tyktist illa darva av ringum ljóði undir framførsluni, og hetta hoyrdist aftur í sanginum. Einutjúgu ára gamla Argjagentan Hedavík N. Jespersen gjørdist nummar trý. Hon hevði góða rødd, og tolkaði sangin "My love is your love" á ein sera egn- an og spennandi hátt. Hennara rokkkenda rødd lyfti sangin og klæddi hon- um. Hon sang rætt og slætt væl, og hevði gott samband við áhoyrararnar. Tað var tó sera ótjekkað, at hon gekk og mól við einum pappírs- lepa við tekstinum á. Seytjan ára gomlu havn- argentirnar Guðrun Magn- ussen og Ester Ster fóru saman á pallin at syngja "With arms wide open" hjá Creed. Tær tolkaðu sangin á ein sera avslappaðan hátt, uttan nøkur stór armsveiggj. Sangurin klæddi slettis ikki hendan kalda afturlenaða stílin, og gentirnar tyktust næstan at mangla innliving. Klæðini hjá Guðrun og Ester vóru veruliga kul, tær vóru sera gjøgnumførdar í stílinum sum rokkgentir. Næstseinastur á pallin Framhald á síðu 3