Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 16. juni 2005 5 SPEKT søkir ungar grannskoðarar Heiðavegur 15 Postboks 190 FO-600 Saltangará Telefon 474 474 Telefax 474 475  Correspondent Firm of International a Swiss Cooperation KPMG SPEKT statsaut. revisorar Sp/f. spekt@spekt.fo www.spekt.fo Staravegur 17 Postboks 3258 FO-110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefax 34 34 35 Arbeiðið fevnir um grannskoðan, rokn- skaparhjálp og eina røð av øðrum tænastum til føroyskar og útlendskar privatar fyritøkur innan flest allar vinnugreinar, eins og til kommunur og almennar stovnar v.fl. Umframt at fáa hollar arbeiðsroyndir gjøgnum dagliga arbeiðið skulu okkara starvsfólk nema sær ástøðiliga útbúgv- ing við at fylgja HD-undirvísingini á Føroya Handilsskúla. Umsøkjarin Dentur verður lagdur á at umsøkjarin hevur royndir innan bókhald og hevur lokið HH prógv ella líknandi útbúgving. Eisini verður dentur lagdur á, at viðkomandi er fryntligur, fyrikomandi og til reiðar at arbeiða uttanfyri van-liga arbeiðstíð, serliga fyrru helvt av árinum. Útbúgvingin Harumframt verður talan um innanhýsis undirvísing, bæði hjá okkum og hjá KPMG í Danmark. Aftaná lokið HD-prógv er møguleiki fyri at halda áfram at nema sær ástøðiligu útbúgvingina cand.merc.aud., sum er neyðug fyri at gerast statsautoriseraður grannskoðari. Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda okkum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 25. juni 2005. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Árna Ellefsen á telefon 34 34 34 ella 54 34 45. Framtíðarmøguleikar Umsóknin Føroyar hevur fingið ein gentubólk. Poppkorn eru fýra gentur, sum allar eru 15 ár, bólkurin er nýggjur og hevur frumframførslu á MjúS. Tær fýra eru Jóhanna Matilda Vidtfeldt, Elin R. Hansen, Laila Jacobsen, og á odda Lillian Dals- gaard. Tað eru tveir av teimum størstu føroysku popparunum, sum standa aftanfyri Poppkorn, Eyð- finn Jensen og Kári Jac- obsen. Teir hava skrivað tónleik, og funnið løg til genturnar. nud Poppkorn á mjólka og djúsfestivali Knút Háberg Eysturstein spælir á G!. Tað er ikki nakað løgið í tí, flest øll væntaðu, at gávuríki sangarin og tónasmiðurin fór at luttaka. Hansara til- knýti til Grót og fólkini aftan fyri festivalin er væl kent. Tá hann so gevur eina frálíka fløgu út, er hann eitt upplagt boð. Vit hava spurt Jón Tyril fyriskipara, um hann kann vátta, at Knút verður við. Jón segði, at tað kundi hann, og at hann gleddist um, at Knút hevði játta. Fløgan hjá Knút er eitt meistaraverk av jaligum sangum og á konsertum er ungi eysturoyingurin ein verulig orkubumba, sum brestur bæði væl og hart, men allatíðina vakurt. nud Knút Háberg Eysturstein á G! Summartónar í Miðlahúsinum Stóra árliga tiltakið Summartónar fer nú aftur av bakkastokki. Hesir tónar verða at hoyra komandi vikurnar. Lagt verður fyri í REX hós- kvøldið. Eisini Miðla- húsið í Vágsbotni er karmur um Summar- tónarnar við fjølbroyttum tónleiki fríggjakvøldið. Tað eru Spælimenninir, sum leggja fyri. Síðani fer Anna Klett at spæla solostykki á klarinet eftir Kára Bæk. Eisini Ygg- drassil verða at hoyra og eftir tað fer estlendingurin Villu Veski at spæla saxofon. Byrjað verður klokkan 21. 10 klaksvíkingar fara at taka lut á sjón- leikarastevnuni "1001 minutes of street theatre" í Litavia næsta mánað Meginfelag áhugaleikara Føroya, MáF, hevur valt 4 gentur og 4 dreingir úr Klaksvík at fara til Kretinga í Litava á ung- dómssjónleikarastevnuna "1001 minutes of street theatre" 1.-11. juli 2005. Tey ungu eru 13-16 ára gomul og fara til Litavia saman við dramalærar- unum Eyð Mat-ras og Sonju Schneider, sum báðar eru úr Klaksvík. Eyð og Sonja eru kendar í sjónleikara-umhvørvinum í Føroyum, har tær bæði hava spælt sjónleik og undirvíst í sjónleiki. Tær báðar hava áður ferðast út í heim at sýna føroyskt sjón- leikarakynstur. Í 2001 vóru tær á stóru ung-dómssjón- leikarastevnuni EDERED í Estlandi, og í 1997 ferðað- ust tær í Lofoten við ung- dóms-leikinum "Vøku- ljóð". Tað er Theatre-studio "Atzalynas", ið hevur sent MáF innbjóðing til hesa sera spennandi stevnu, har 3 lond, Rusland, Føroyar og Litava, verða umboðað. Hvørt landið verður um- boðað av 8 ungdóms-leik- arum og 2 vaksnum fólk- um. Harumframt vera lær- arar og stevnuleiðarar við. Samstarvið við Theatre- studio Atzalynas í Kretinga fer at halda fram. Seinri koma vertirnir úr Litava, lærarar og næmingar, til Føroya á líknandi stevnu. Leygardagin 18. juni verður kunnandi fundur við foreldrini at teimum, ið fara. Fundurin verður í Ósáskúlanum kl. 16. -ave- Føroyskur ungdómssjónleikur í Litava Villmenn um bálið Føroysku kontripunkararnir og Prix Føroyar veteranarnir Villmenn verða millum nøvnini á MjúS. Bólkurin fer at spæla á sandinum um miðnáttarleitið, tá fest verður í bálini. Hetta verður báltónleikur, og sambært fyrireik- arunum hugnaligt. Villmenn eru eingir ársungar innan rútmiskan tónleik. Bólkurin er ein samanrenning av Holgar og Villmonnum og prix finalistunum frá 1997 Arrestment. Tvær av størstu rokkhetjunum nakrantíð úr Vágum, Finnur Joen Jacobsen og Holgar Jacobsen, eru frontmenn. Bólkurin gav í fjør sína fyrstu fløgu út, og hendan verður roknað sum ein sannur kultklassikari. Gleði tykkum at hoyra "Feikleikans ringrás" og hinar klassikararnar við bálið niðrið á Sand. nud