Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 112 - 16. juni 2005 Tað var ognarvøkst- urin hjá partabræva- eigarunum, tá Atlantic Petroleum sum fyrsta føroyska felag varð skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya VIRÐISBRØV Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var rættur hátíðardám- ur í nýggju hølunum hjá Gourmet við Skálatrøð mikumorgunin. Eftir at tosað hevur verið um og arbeitt hevur verið við einum føroyskum virð- isbrævamarknaði seinastu árini, gjørdist marknaðurin nevnliga veruleiki miku- morgunin. Fyrsta felagið at skráseta seg var Atlantic Petroleum, og smílini á nøkrum av hjástøddu eigarunum vuksu við fullari ferð, tá marknað- urin læt upp kl. 11.00. Var- isliga metingin undan skrá- setingini segði, at kursurin skuldi verða 314 krónur fyri hvørt partabrævið, men tað var skjótt, at tølini økt- ust. Longu sjey minuttir seinni stóð 362 út fyri seinasta handilin, og tað er vorðið sum forrentningur. Umroknað vit hetta upp á tey 750.000 partabrøvini, svarar tað til eina virðisøking á 36 mió kr. í sjey minuttir! Upplagt við Íslandi Men eisini tey, sum vara av marknaðinum og nýggju skrásetingini tóktust vera væl nøgd. Sigurd Poulsen, stjóri hjá VMF setti hátíðarhaldi, sum hann kallaði ein stóran dag fyri føroyskar íleggjar- ar. Ikki minst takkaði hann Atlantic Petroleum fyri teirra slóðbrótandi leiklut, nú teir sum fyrsta felag eru skrásettir. – Hetta gevur okkum marknað, sum kanska er íslendskur og føroyskur tekniskt, men íleggjararnir eru úr altjóða umhvørvin- um, helt stjórin. Og Vilhelm Petersen, stjóri hjá Atlantic Petro- leum fegnaðist eisini um stigið, sum nú var tikið. Hóast felagið í hesum umfarinum ikki framdi nakra nýtekning, so økir skrásetingin um møguleik- arnar at heinta kapital, tá tørvur er á hesum. Ein tørvur, sum kanska ikki er so lættur at nøkta í Føroy- um í allar ævir. – Vit hava síðani stovnan- ina framt tríggjar nýtekn- ingar. Tær hava fyri tað mesta gingið fyri seg í Før- oyum, men við skráseting- ini kann sigast, at dyrnar av álvara eru lætnar upp, helt hann. Tað hevur annars verið vanligt, at feløg í oljuvinn- uni lata seg skráseta í antin London ella Toronto, men Vilhelm Petersen heldur sjálvur, at Ísland var ham- puliga upplagt hjá teimum. – Tað eru tað jú nógvir av eigarunum hjá okkum, sum hava áhuga í, at ein før- oyskur partabrævamarkn- aður fæst at virka. Og tí var hetta stigið rættiliga upp- lagt. Var hetta kanska eitt slag av eini skyldu hjá tykkum? – Nei. Tað haldi eg ikki. Men vit eru sjálavndi fegnir um, at vit sum tað fyrsta felagið eru skrásettir. Og tað vóna vit kann verða gagnligt fyri bæði felagið og íleggjararnar, helt hann. 36 mió kr. í sjey minuttir Fortreyt fyri menning Stjórin á Íslendska keypsskálanum ivast ikki í, at ein virðisbræva- marknaður kann koma øllum bú- skapinum at gagni VMF Jákup Mørk Til staðar, tá fyrsta før- oyska felagiði varð skrásett á VMF, var eis- ini stjórin hjá íslendska virðisbrævamarknaðin um, ICEX, sum stendur fyri tekniska partinum av marknaðinum. Thordur Fridjónsson, sum stjórin eitur, vildi sum so ikki siga so nógv um serstøk før- oysk viðurskifti, sum kunnu gera seg gald- andi, men hann vísti á, at í Íslandi hevði marknaðurin havt ovur- stóran týdning fyri bú- skaparligu gongdina. – Fyri Føroyar vóni eg, at hetta kann gerast ein bylgjubrótari í arbeiðinum at fáa ein livandi marknað, sum eisini er sera týdning- armikil fyri búskapin. – Í Íslandi hava vit seinastu 10 árini ment ICEX til ein sera týð- andi aktør í búskap- inum sum heild, og eg ivist ikki í, at hetta hev- ur havt stóran týdning fyri stóra búskapar- vøksturin, sum hevur verið hesi árini. Í miðal hevur vøksturin verið eini 4-5% um árið í eitt drúgt tíðarskið, og vit rokna eisini við ,at hetta fer at halda seg nøkur ár afturat. – Tað eru sjálvandi nógvir lutir, sum hava ávirkað hetta, men liberalisering og pri- vatisering hevur eisini havt týðandi leiklut í hesi menningini, helt Thordur Fridjónsson. Stjórin í Kaupthing Føroyar var errin um, at teir í skrásetingini av Atlantic Petroleum hava verið partur av fyrstu útlendsku skrásetingini í Íslandi yvirhøvur VMF Jákup Mørk Út fyri fyrsta handlinum við partabrøvunum, sum eru merkt FO-ATLA, stóð Kaupthing Føroyar. Tað er kanska ikki so løgið, at føroyska íleggjara- felagið á hendan hátt var við til at markera fyrstu før- oysku skrásetingina á VMF. Men í júst hesum førinum hevur Kaupthing eisini havt ein leiklut sum annað enn bara ein virðisbrævahandl- ari. – Vit hava verið partur av fyrireikandi arbeiðinum hjá Atlantic Petroleum í hes- um, sigur Peter Holm, stjóri hjá Kaupthing Føroyar. – Tað vil siga, at vit hava hjálpt til við teimum prak- tisku viðurskiftunum í skrásetingini, eins og vit eisini hava havt eina ráð- gevandi funktión hjá fel- agnum í hesum. Tað er jú eitt sindur øðrvísi, enn tá bara skrásetur eitt smá- partafelag her í Føroyum, tí tað eru hópin av krøvum, sum skulu uppfyllast, áðr- enn ein slík skráseting kann fara fram. Tit hava jú eitt sterkt bak- land í Íslandi. Hevur tað ikki eisini verið ein fyri- munur í hesum arbeiðinum. Og er tað ikki lættari hjá tykkum at koma inn sum market-maker, enn tað vildi verið hjá onkrum ørðum føroyskum felag? – Tað kanst tú kanska siga, tí í ávísan mun, so kenna aktørarnir á markn- aðinum jú okkum. Sum market-maker er tað eisini okkara leiklutur at vera við til at áseta prísin, og tað krevur eisini, at marknað- urin hevur álit á tær. – Og í øllum førum eru vit serstakliga fegnir um, at vit hava verið partur av hesi skráseting. Umframt at vera fyrsta føroyska skrá- setingin á VMF, so er hetta eisini fyrsta útlendska skrá- setingin á IEX yvirhøvur, og tað eru vit fegnir um at vera partur av, heldur Peter. Hóast hann ikki hevur nakra funktión á virðis- brævamarknaðinum í, tá tosað verður um skipan og stýring, so hevur Peter Holm eisini átt sín leiklut í fyrireikanini av hesum. Og hann duldi ikki fyri, at talan var um eina stóra løtu, nú VMF av álvara læt dyrnar upp. – Eg var við í byrjanini av hesum arbeiðinum í 1996 ella har á leið, og í nøkur ár var eg fast knýttur at hesum. Tá VMF so varð stovnað, vórðu uppgávurn- ar fyri tað nógva flutt yvir í nevndina, og tí er mín leik- lutur ikki tann sami í dag. Men fyri tað nógva er talan kortini um somu persónar, sum í dag eru knýttir at VMF, og tað er einki at ivast í, at hetta er ein stór løta fyri okkum allar, helt Peter Holm at enda. Stjórin í VMF vónar, at vit um eini tvey ár hava ein veruligan aktivan marknað í Føroyum VMF Jákup Mørk Undir røðu síni segði stjór- in fyri íslendska keypsskál- an, at íslendingar í dag hava ein virðisbrævamarknað, sum í virði svarar til 120% av bruttotjóðarúrtøkuni. Sigurd Poulsen, stjóri í VMF, metir tó ikki, at hetta er eitt tal, sum føroyingar fara at røkka í bræði, men minni kann eisini gera tað, heldur hann. – Tað ber sjálvandi ikki til at seta dagfesting á, men vit hava eina tíðarætlan, har vit vóna, at tað í 2007 eru níggju føroyskar fyritøkur skrásettar. Vit vita jú, at okkurt alment partafelag kanska kemur á marknaðin longu komandi ár, og røkka vit níggju fyritøkum, so halda vit, at vit hava ein veruligan marknað. Krevur tilvenjing Verður tosað um longri tíðarskeið frameftir, so metir Sigurd, at vit innan eini 10 ár kunnu hava ein marknað, sum er eini 60% av BTÚ, men hann leggur samstundis dent á, at hetta krevur eina tilvenjing. – Fyri feløgini setir tað jú stór krøv um bæði rokn- skap og kunning sum heild. Tað er jú so, at eingi tíðindi skulu út, fyrr enn eigararnir hava fingið tey at vita. Og hesir skulu allir fáa boðini samstundis. Men kunnu slíkar mannagongdir ikki verða truplar í Føroyum, har sambandið millum fólk er tætt, og har tað ofta kemur fyri, at nevndarlimir sita í fleiri feløgum. Feløg, sum tá kanska kunnu hava áhugamál sum ávíkavist keyparar og seljarar? – Tað merkir sjálvandi, at feløg mugu skipa seg rætt. Og kanska eisini eitt sindur øðrvísi. Treytirnar á markn- aðinum eru í øllum førum sera greiðar. Og tað verður eisini hildið eyga við, hvør keypir og selir. Tí verður eisini hugt væl eftir so- nevndu insider-handlunum, har keypari ella seljari kanska sita inni við vitan, sum onnur ikki hava. Og verður tað staðfest, so verð- ur reagerað alt fyri eitt. Kursurin á Atlantic Petroleum stóð á 362 eftir bara sjey minuttum. Hetta var 48 stig hægri, enn tá marknaðurin opnaði, og 97 stig hægri enn, tá felagið seinast teknaði partapening stutt undan ársskiftinum Málið er 60% Kaupthing átti fyrsta handilin Umframt at vera fyrsta før- oyska skrásetingin á VMF, so er hetta eisini fyrsta útlendska skrásetingin á IEX yvirhøvur, og tað eru vit fegnir um at vera partur av, heldur stjórin hjá Kaupthing Føroyar