Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 112 - 16. juni 2005 Føroyskir íleggjarar hava saman við íslendingum stovnað fyritøkuna, Fariga Seafood, sum nú fer undir fiskafram- leiðslu í Letlandi NÝTT FISKAVIRKI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð í føroyskari vinnulívssøgu fara føroy- ingar nú undir fiskafram- leiðslu í Letlandi. Tað er nýstovnaða felagið, Fariga Seafood SIA, sum fyrst í komandi mánaði byrjar framleiðslu í býinum Olaine í Letlandi. Stigtak- arar til nýggju fyritøkuna og slóðbrótandi verkætlan- ina í baltalandinum eru Egil Olsen og Petur Olsen, ið eiga fyritøkuna saman við íslendskum íleggjarum og samstarvsfeløgum. Teir báðir hava seinastu dagarn- ar fingið í lag avtalurnar, ið gera verkætlanina møgu- liga, og í fyrradagin varð endaligur sáttmáli um fígg- ing undirskrivaður. Í tíðindaskrivi verður sagt, at framleiðslan hjá Fariga Seafood verður fesk- ir, frystir og saltaðir fiska- úrdráttir, ið verða virkaðir úr feskum botnfiski úr Norðuratlantshavi. Egil Olsen, nevndarfor- maður í felagnum, sigur, at teir síggja góðar møguleik- ar í at keypa feskan fisk, bæði úr Danmark, Noregi, Ìslandi og Føroyum, um- framt tann fiskin, ið verður veiddur í baltiskum øki. Virkið hjá føroysku- íslendsku fyritøkuni liggur 20 km uttan fyri høvuðs- staðin, Riga. Tað er stívliga fýra ára gamalt, 7.500 fer- metrar til støddar í trimum hæddum og í sera góðum standi. Ì fyrsta umfari verð- ur bert niðasta hæddin brúkt, men ætlanin er at víðka framleiðsluvirksemið til eisini at umfata hinar hæddirnar rættiliga skjótt. – Virkið hevur allar neyð- ugar góðkenningar, eitt nú ES-góðkenning, og er á sera høgum framleiðslu- og reinførisstigi, eisini tá sam- mett verður við føroysk fiskavirki, sigur Egil Olsen. Vøran hjá Fariga Seafood verður framleidd á sama hátt, sum føroyingar fram- leiða sínar fesku, frystu og saltaðu fiskavørur. Lidna vøran verður útflutt til ES- marknaðin, USA og møgu- liga eisini til Eystureuropa. Í tíðindaskrivinum vísir Egil á, at Letland er limur í Europasamveldinum, og tí kann lidna vøran seljast tollfrítt á ES-marknaðin. – Baltisku londini hava góðar avtalur við grannar sínar fyri eystan, og hesi lond eru í stórum búskapar- ligum vøkstri, so hetta kann gerast ein áhugaverdur marknaður frameftir. Lága kostnaðarstigið og góða flutningsskipanin í Let- landi, bæði landvegis og loftvegis við stuttari fjar- støðu og nógvum fráferð- um, gevur góðar møguleik- ar at røkja marknaðin bæði væl og skjótt. Hetta gevur góðar møguleikar fyri løn- andi virksemi, serliga fyri lønartungum framleiðslum, sigur Egil Olsen. – Toskurin á føroyska landgrunninum er nú á veg niður ímóti tí, sum hann var, beint áðrenn tað »skrædnaði« fyrst í nítiárunum – ella niður ímóti tí minsta, vit vita um, sigur Jákup Reinert, fiski- frøðingur, sum umboðar Fiskirann- sóknarstovuna í ICES TOSKASTOVNURIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki so einfalt at greiða frá grundarlagnum, sum liggur aftanfyri til- mælini hjá fiskifrøðingum – hvat tað í veruleikanum er, sum teir mæla til, og hví teir mæla til tað, teir gera. Men sum heild kunnu vit siga, at tað er gýtingar- stovnurin og tað, sum kem- ur undan saman við veiði- trýstinum, sum hesi lærdu fólk í fyrsta lagi hugsa um. Somuleiðis verða atlit tikin til møguleikarnar hjá fiski at veksa, og her kann hugs- ast, at gróðurkanningarnar, sum ikki hava so mong ár á baki, eru eitt týðandi baro- metur um útlitini. Jákup Reinert, fiskifrøð- ingur, umboðar Fiskirann- sóknarstovuna í altjóða havgranskingarfelagsskap- inum, ICES. Hann sigur, at tá ið tosað verður um veiðitrýst, verð- ur vanliga hugsað um veiðitrýst við atliti til gýt- ingarstovnin – og ikki neyðturviliga í mun til tað, sum skipini fáa. Soleiðis kunnu skipini saktans fáa nógvan upsa – ella tosk, um tað skal vera, hóast gýting- arstovnurin er lítil. Tí er tað ikki altíð, at tann reelli fiskiskapurin svarar til støðuna hjá einum fiska- stovni – og soleiðis kann fiskiskapurin saktans vera góður, samstundis sum mælt verður til at minka um veiðina. Toskurin illa fyri Jákup Reinert, fiskifrøð- ingur, vísir á, at sambært tí tilfari, sum Fiskirannsókn- arstovan og ICES hevur, bendir mangt á, at gýting- arstovnurin hjá toski er so illa fyri, sum hann sjáldan hevur verið áður. – Gýtingarstovnurin er nevniliga á veg niður ímóti tí støði, sum hann var á beint fyri skrædlið fyrst í nítiárunum, tá ið toskaveið- an minkaði niður í lítið og einki. Hann sigur, at tað, sum alla tíðina er avgerandi fyri ein fiskastovn, er grundar- lagið – tað, sum eftir er av stovninum fyri, at hann kann geva góðar árgangir til veiðina. – Tað ræður um hjá okk- um, at fiskastovnarnir – hvør í sínum lagi – eru burðardyggir, og toskurin nærkast nú tí minsta í fleiri ár. Jákup sigur, at gýtingar- stovnurin hjá toski á før- oyska landgrunninum verð- ur mettur at vera 32.000 tons, og tá ið hann var ring- ast fyri undan kreppuni var hann mettur til 21.000 tons. – Tí verður mælt til varsemi, og vit halda tað vera umráðandi, at støðan hjá stovninum verður havd í huga, nú nýggir fiskidagar skulu ásetast. Fiskifrøðingurin vísir á, at umframt gýtingarstovn- in, hava vit tosk undir Før- oyum sum er 2-3 ára gamal. – Hesin er so ikki rokn- aður upp í tey 21.000 tonsini, sum gýtingarstovn- urin er, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur og umboð í ICES. Føroyingar undir fiskaframleiðslu í Letlandi Jákup Reinert, fiskifrøðingur: Gýtingarstovnurin hjá toski nærkast skrælli – Tað ræður um hjá okkum, at fiskastovnarnir – hvør í sínum lagi – eru burðardyggir, og gýtingarstovnurin hjá toski nærkast nú tí, hann var, tá ið hann var ringast fyri undan kreppuni, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur og umboð í ICES Mynd: Vilmund Jacobsen