hósdagur 16. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2005
9
Avgerðin um at
privatisera Føroya
Tele er tikin, fyrireik-
ingararbeiðið er
byrjað, og næsta ár
skal sølan ætlandi
fremjast.
Landsstýrismaðurin
við vinnumálum
heldur, at tað er
altavgerandi, at
kappingin á føroyska
telemarknaðinum
verður styrkt
FØROYA TELE
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Gamla almenna Telefon-
verkið kann innanfyri eitt
ár enda á privatum hond-
um.
Tað er í øllum førum ætl-
anin hjá sitandi samgongu,
og gongur tað sum ætlað
hjá landsstýrismanninum
við vinnumálum, verður
Føroya Tele selt privatum
eigarum næsta ár.
– Vit hava tikið avgerðina
um at selja Føroya Tele, og
nú verður hendan sølan
fyrireikað. Um ársskiftið
rokni eg við, at støða kann
takast til, hvussu og nær
Føroya Tele verður selt. Tað
er best fyri øll, at tað al-
menna ikki eigur og regu-
lerar eitt virksemi, sum er
typiskt handilsligt, sigur
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður.
– Ein privatisering av
Føroya Tele skal tryggja
kappingina á føroyska tele-
marknaðinum. Sentralt í
allari hesari gongdini er, at
Føroya Tele skal ikki enda
sum eitt privat felag í
monopollíknandi støðu, tí
er tað nakað, sum er verri
enn eitt alment felag í
monopollíknandi støðu, so
er tað eitt privat felag í
somu støðu, heldur lands-
stýrismaðurin.
Hann ætlar sær tí at
leggja stóran dent á, at
kappingin á føroyska tele-
marknaðinum verður varð-
veitt og styrkt.
Eingin semja um
privatisering
Hugskotið um at selja Før-
oya Tele til privat er ikki
nýtt, men hetta er fyrstu
ferð, at málið er blivið so
ítøkiligt, sum tað nú er við
fráboðanini
hjá
Bjarna
Djurholm.
Føroya Tele vendi sær til
undanfarnu samgongu fyri
at seta gongd á eina pri-
vatisering av felagnum, og
fyri tveimum árum síðani
varð ein arbeiðsbólkur sett-
ur at gera uppskot um,
hvussu hetta kundi gerast.
Í arbeiðsbólkinum vóru
umboð fyri Føroya Tele,
aðrar fjarskiftisveitarar og
Fjarskiftiseftirlitið. Vinnu-
málaráðið hevði skrivara-
leiklutin í arbeiðsbólkinum.
Tað gjørdist beinanvegin
greitt, at tað fór ikki at bera
til at finna eina semju um,
hvussu ein privatisering av
Føroya Tele skuldi skipast.
Sjónarmiðini hjá teimum
ymsu pørtunum vóru heilt
einfalt ov ymiskt til, at eitt
felags uppskot kundi koma
um hetta.
Tí fekk Bjarni Djurholm
trý ymisk uppskot um eina
privatisering av Føroya
Tele, tá ið hann fekk frá-
greiðingina frá arbeiðs-
bólkinum.
Uppskotið hjá Føroya
Tele var, at fyritøkan varð
privatiserað júst í tí skapi,
sum hon hevur í dag – tað
vil siga alt saman sum ein
fyritøka.
Hinir fjarskiftisveitararn-
ir mæltu til, at Føroya Tele
varð býtt sundur í tvey
feløg, har kervi var eitt al-
ment partafelag og tænast-
urnar kundu privatiserast.
Fjarskiftiseftirlitið hevði
eitt líknandi uppskot um, at
kervi og tænasturnar vóru
lagdar í tvey ymisk feløg.
Nú er gongd komin á
Bjarni Djurholm hevur síð-
ani arbeitt víðari við málin-
um, og hann hevur havt
fundir við fjarskiftisveitarar
og onnur um privatisering-
ina.
Eitt úrslit av gongdini
hevur verið, at Føroya Tele
hevur vent sær aftur til
Vinnumálaráðið við einum
nýggjum
uppskoti
um,
hvussu felagið kann priva-
tiserast. Nú er Føroya Tele
sinnað at umskipað felagið
til eina konsern við fýra
ymiskum feløgum. Tey fýra
feløgini
skulu
umsita
ávíkavist kervi, tænastur,
Televarpið og útlendskar
ætlanir.
– Hesa ætlan hava vit tik-
ið til okkum sum stig
nummar eitt í eini privati-
sering. Málið hevur verið
fyri í landsstýrinum, og tað
er undirtøka fyri hesum,
sigur Bjarni Djurholm.
– At Føroya Tele verður
býtt sundur í fýra ymisk
feløg skal tryggja, at kapp-
ingin ikki verður avmarkað.
Vit eru als ikki áhugað í at
fáa eitt privat felag, sum fer
at hava ein monopolstøðu á
teleøkinum. Eitt privat Før-
oya Tele skal ikki avmarkað
møguleikarnar hjá øðrum
fjarskiftisveitarum, sigur
hann
Løgtingið eigur
seinasta orðið
Avgerðin um privatisering-
ina av Føroya Tele er tikin,
og sølan verður nú fyrireik-
að. Fyrsta stigið er, at Før-
oya Tele verður býtt sundur
í fýra ymisk feløg.
Tá ið hetta er gjørt, og
sølan kann fara fram, verð-
ur tað løgtingið, sum skal
gera av, hvussu sølan skal
fara fram.
– Tað eru fleiri møguleik-
ar at skipa eina sølu. Tað
ber til at privatisera alla
konsernina undir einum
ella at taka partar burtur úr,
men hvussu sølan verðu
framd sleppur tann politiski
myndugleikin at gera av, tá
ið tíðin er búgvin til tað,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann vil tí ikki longu nú
siga, at øll feløgini í Føroya
Tele verða seld privatum
undir einum, ella um til
dømis kervið framhaldandi
skal verða á almennum
hondum.
– Tað eru bæði fyrimunar
og vansar við at hava kervið
alment. Eitt kervi skal støð-
ugt mennast og útbyggjast,
og skal tað alemnna fram-
haldandi eiga kervið, so má
tað eisini tryggja sær inn-
tøkur, sum ger tað gjørligt
at byggja út, sigur Bjarni
Djurholm.
– Men eg vil leggja dent
á, at ein privatisering av
Føroya Tele skal ikki
sementera eina monopol-
støðu, og privatiseringin
skal ikki avmarka møgu-
leikarnar hjá øðrum veitar-
um á telemarknaðinum,
sigur hann.
Stendur tað til
landsstýrismannin
við vinnumálum
fáa eisini útlend-
ingar møguleikan at
keypa Føroya Tele,
tá ið fyritøkan
verður privatiserað
næsta ár
ÚTLENDINGAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm er ikki
sinnaður at leggja forð-
ingar fyri, at útlendingar
kunnu
keypa
Føroya
Tele, tá ið felagið verður
sett til sølu einaferð
næsta ár.
– Telemarknaðurin er
ein altjóða marknaður,
og eg dugi ikki at síggja
nakra orsøk til at av-
marka, hvør kann keypa
Føroya Tele, sigur Bjarni
Djurholm.
– Vit kunnu sjálvandi
tryggja okkum, tá ið
Føroya Tele verður selt,
at keyparin fær eina veit-
aratrygd mótvegis før-
oyska samfelagnum, og
at Føroyar eisini fram-
eftir kunnu verða við á
teleøkinum, men tað
hevur minni týdning, um
keyparin er ein føroying-
ur, dani ella amerikanari,
heldur landsstýrismaður-
in.
Hansara fremsta mál
er, at kappingin á før-
oyska telemarknaðinum
verður tryggja við einari
sølu av Føroya Tele, og at
aðrir veitarar ikki koma í
eina verri støðu, eftir at
Føroya Tele er blivið eitt
privat felag.
Føroya Tele á veg
móti privatum hondum
– Tað er best fyri øll, at tað
almenna ikki eigur og
regulerar eitt virksemi, sum
er typiskt handilsligt, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, sum nú av
álvara hevur sett gongd á
arbeiðið at privatisera
Føroya Tele
Útlendingar
kunnu keypa