Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 112 - 16. juni 2005 Um nøkur fá ár eru seinastu fólkini rýmd úr fleiri út- oyggjum!!! Hetta er ein av daprastu spádómunum, sum hevur ljóðað, nú útoyggjastevna varð hildin í Svínoy. Um hesin spá- dómur verður veruleiki, ber ikki til at siga. Men tað ber til at siga, at útlitini hjá útoyggjunum eru stak vánalig. Eisini ber til at staðfesta, at lítið og einki ítøkiligt er komið burt- ur úr síðani fólkafundin í Fugloy fyri seks árum síðani, tá løgmaður lovaði, at nú skal nakað henda. Sum so ofta var tankin jaligur og ein álit varð gjørt. Har- afturat varð ein fulltrúi settur, sum partvíst skal taka sær av útoyggjamálum. Útoyggjafelag er stovnað. Felagið er virkið, og gevur út eitt tíðarrit, sum viðger útoyggjaspurn- ingar, ætlanir, møguleikar og ta versnandi støðuna. Men frá politiskari síðu er nærum enki gjørt, síðani upp- skotið hjá Javnaðarflokkinum um útjavningarstuðul til út- oyggjar varð samtykt fyri fleiri árum síðani. Og skulu útoyggjarnar bjargast, má nakað henda nú. Tey flestu munnu vera samd um, at útoyggjarnar hava havt stóran týdning í búskaparligum, søguligum og siðsøgulig- um høpi. Hinvegin hava tær ikki serligan týdning í tí før- oyska búskapinum í dag, hóast seyðurin og kjøtið hevur týdning fyri naturaliu-búskapin og fyri tey, sum búgva á staðnum, um nakað verður selt av bygdini. Og eitt er vist, at Føroyar verða fátækari, um útoyggjarnar avtoftast. Útoyggjaspurningurin er ofta umrøddur her í blaðnum seinastu 30 árini. Ferð eftir ferð er staðfest, at fyri at fáa trivnað í útoyggjum og smáplássum má jarðarspurningurin loysast, eins og smærri vinnuvirki mugu fáast upp á beinini. Men jørðin er heilag kúgv í Føroyum, og allir spurningar, sum eru tengdir at jørðini, eru truplir at loysa. Men støðan batnar ikki, um poltikkarar drála og ikki loysa teir. Fyritreytin fyri, at fólk kunnu búleikast á útoyggjunum, er - umframt eitt heilt gott undirstøðukervi - brúksrættur til tilfeingið - jørðina og fuglin - á staðnum. Jarðarspurningurin er ikki lættur at loysa, ásanna tey flestu, tí partvíst er jørðin kongs, partvíst er hon óðal og óðalsjørðin er ofta smábýtt. Av tí sama er nógv uttan- býggjajørð, sum kanska liggur í órøkt, men sum kanska eisini verður røktað, og hesir óðalsmenn eru kanska aftur fyritreytin fyri, at summir hagar í útoyggjunum í heila tikið kunnu røktast. Vit kunnu altíð tosa um smærri vinnur og ferðavinnu sum íkast, men fáa vit ikki skapt eitt veruligt vinnuligt grundarlag - saman við góðum flutningssmbandi, skúla o.ø. - so verður trupult at fáa nakran at støðast í útoyggj, og onkustaðni verður skjótt øskukalt. Skal nakað gerast, so má tað verða nú. Iki um tvey ár. Sitandi løgmaður hevur ávíst útoyggjunum áhuga, so nú má kravið verða, at hann av álvara fær loyst teir grundleggjandi spurningarnar saman við útoyggjafólkunum. DAGSINS MEINING Sosialurin Ríka ikki búskapin - men vit verða fátækari uttan tær! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Seymin á høvdið, Firouz Gaini Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin Undir yvirskriftini "Torna- rósusvøvnur fjórða stats- valdsins" hevur Firouz Gaini eina sera viðkomandi grein, har hann ger vart við, at fjølmiðlarnir í mestan mun bera hugnalig tíðindi og gloyma sína uppgávu sum vaktari mótvegis polit- iska valdinum. Hann spyr í greinini: "Men hvar er blað- fólkið? Hvar eru politisku analysurnar? Hvar eru krit- isku eygleiðingarnar? Eg síggi tær ikki." Her er svarið Eg havi eitt sera stutt og greitt svar til Firouz Gaini: Javnaðarflokkurin eigur Sosialin og sambandsfólk eiga Dimmalætting. Tað ger, at hesi bløð heldur ynskja at bera hugnalig tíð- indi um rundar føðingar- dagar og summarstevnur og soleiðis flyta fokus frá ódugnaligu samgonguni í teirri vón, at fólk við tíðini fara at gloyma mistøkini. Tingið í summarfrí Tíverri kunnu teir 11 and- støðutinglimirnir í Føroyum ikki seta spurningar og reisa mál á Løgtingi hesa tíðina, tí Løgtingið hevur summar- frí í nærum 1/2 ár. Hesa tíð- ina eigur samgongan saman við báðum teimum størstu tíðindabløðunum megin- partin av skrivliga tíðinda- flutninginum, og soleiðis ber til at tiga tað burtur, sum ikki gagnar samgonguni. Ongar veljarakanningar Eitt tað besta prógvið um, at Firouz Gaini hevur rætt er, at ongar veljarakanningar verða gjørdar longur. Síðani buldrandi tapið hjá Javn- aðarflokkinum og Sam- bands-flokkinum á Fólka- tingsvalinum hevur avgjørt yvirhøvur ongin áhugi verið hjá hesum báðum bløðunum at gjørt veljarakanningar, tí tey munnu vita sum er, at undirtøkan hjá samgonguni helst ikki er nakað at rópa hurrá fyri. Ein veljarakann- ing av hesum slagi kostar uml. 13.000 krónur, meir er tað ikki. Tað skuldi annars verið stórur áhugi fyri eini veljarakanning aftaná "søguligu frambrotini" hjá løgmanni og hansara monn- um í sambandi yvirtøkulóg- irnar og uttanríkispolitisku heimildarlógir-nar í vár. Men best er helst at halda summarhugnanum uppi og gloyma politikk sum longst - fyri samgonguna. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í umhvørvismálum Reint umhvørvi er ein hin besta íløgan, og her skulu vit sjálvandi standa saman. Vísandi til grein hjá Reg- ini Jacobsen, nevndarfor- manni í IRF í Sosialinum og Dimmalætting nú í vikuni, fari eg at geva honum full- komiliga rætt í, at IRF av- gjørt er eitt av størstu um- hvørvisátøkum í landi okk- ara, ja kanska tað størsta. Hinvegin tykist sum um, at nevndarformaðurin roynir at nýta ymiskar vendingar, har ró verður fram undir, at Landsstýrið ikki virðir arbeiðið hjá IRF nóg mikið, og at tað er orsøkin til, at Landsstýrið ikki fer inn at stuðla IRF við peningi, ella eitt nú at eftirgeva einum láni, sum IRF hevur hjá landinum. Hann sigur m.a. at "IRF vónaði, at Føroya Lands- stýri, eins og við Fjarhitafel- agnum, vildi finna eina loysn og avskriva alt lánið ella partar av tí". Vit skulu minnast til, at IRF fekk ávísan part av lán- inum eftirgivið í sambandi við upprunaligu byggitrup- ulleikarnar á sinni. So nak- að er hent á hesum øki. Ávísur munur á KOB OG IRF Hinvegin eri eg púra samdur við nevndarformanninum í, at tann stóri munurin mill- um KOB og IRF er, at KOB hevur eitt meiri avmarkað og tí kostnaðarlítið øki at ruskinnsavna afturímóti IRF, sum hevur nógv tann størsta partin av Føroyum, bæði størru plássini og smáu oyggjarnar, at her átti at verið givin ein kompensa- tión. Í mong ár hevur pening- urin, sum fór í Fjarhita- felagið í likvidatión, verið tikin fram og settur upp ímóti láni hjá IRF. Enn hev- ur peningaligur stuðul til IRF ikki fingið politiskan meiriluta. Hetta kann kanska tykjast heldur løgið, men eg má bara staðfesta at so hevur verið. IRF fær pening fyri spillolju Tó fari eg at gera vart við, at ruskinnsavnan og rusk- burturbeining eru løgd út til kommunurnar. Tórshavnar kommuna valdi ikki at verða við í solidarisku loysnini, men í roynd og veru hava kommunurnar sjálvar valt, hvussu tær meta seg best kunnu skipa og loysa uppgávuna. Lat meg leggja afturat, at kommunurnar gjalda sjálv- ar ruskinnsavningina, með- an landið rindar smár 3 milliónir krónur árliga fyri innsavnan av spillolju. Vit skulu eisini minnast til, at onnur mál verða at fylgja upp í komandi tíðum, eitt nú rusk- og spillivatnsinnsavning frá skipum. Henda part verður IRF eisini noytt til at taka upp saman við sínum limakommunum. Framhaldandi at samskifta Lat meg í fyrstu syftu gera vart við, at bæði Landsstýrið og eg virðismeta stórliga tað megnarverk IRF ger fyri at halda føroysku náttúruna reina og harvið virðismikla. Eg haldi sjálvur, at vit eiga framhaldandi at tosa um viðurskifitni og í samstarvi fáa tað besta burtur úr, tí reint umhvørvið er ein hin besta íløgan. At enda vil eg minna nevndarformannin hjá IRF á, at betur er at samskifta á fundum okkara millum heldur enn alment at rógva uppundir, at landsstýrið ikki virðir arbeiðið hjá IRF. Tí so er als ikki. IRF stóran týdning fyri Føroyska umhvørvið