hósdagur 16. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2005
11
Krabb-
meins-
felagið
nýggja
heima-
síðu
"Eitt tap skal fram í
ljósið. Tað eru tapini, sum
gera okkum til menn-
iskju. At vera nøgdur við
tað, sum man hevur, er at
vera ríkur"
Soleiðis ljóðar teksturin
til dagin í dag á nýggju
heimasíðuni hjá Føroya
Felag móti krabbameini.
Fert
tú
inn
á
www.krabbamein.fo,
finnur tú hvønn dag ein
nýggjan tekst, umframt
eitt
breitt
úrval
av
dagførdum tilfari, sum
uppá ymiskar mátar við-
kemur krabbameini og
virksemi hjá felagnum
Ert tú krabbameinssjúk-
lingur ella avvarðandi,
ella vilt tú bara vita meiri
um krabbamein og annað
í tí sambandi, eru hópin
av hentum upplýsingum
inni á nýggju heimasíð-
una hjá Føroya Felag
móti Krabbameini. Tú
fært góð ráð um kost í
sambandi við krabba-
mein, kanst lesa um
sjálvhjálparbólkarnar
undir felagnum og stóra
virksemið, sum er í fel-
agnum, umframt kunning
um nógv, ið rørir seg
innan krabbameinsvið-
gerð og -røkt.
Allar greinirnar, ið hava
verið á heimasíðuni, eru
savnaðar, og slóðir eru til
nógvar
viðkomandi
heimasíður. Miðað verður
eftir at hava nýggj tíðindi
inni á heimasíðuni reglu-
liga, tíðindi, ið eru við-
komandi fyri føroyingar.
Føroya Felag móti
Krabbameini hevur havt
heimasíðu síðan 2002 og
sambært kanningum er
síðan væl vitjað. Fólk,
stovnar og fjølmiðlar
kunnu fara inn á heima-
síðuna og tekna seg at fáa
tíðindabrævið.
Felagið
hevur eisini latið gera
nýggjan faldara, ið greið-
ir frá virkseminum í fel-
agnum.
Ein sjúkrarøktarfrøðing-
ur er í fullum starvi í Før-
oya Felag móti Krabba-
meini, men av tí at virk-
semið hjá felagnum er
økt so nógv seinastu ár-
ini, verður ein sjúkrarøkt-
arfrøðingur settur aftrat -
fyribils hálva tíð í eitt ár.
-ave-
Eggjar føroyskum fyritøkum til at
gera íløgur í Estlandi
Í Estlandi eru góðir
møguleikar hjá vága-
fúsum pengum úr
Føroyum, tí treytir-
nar eru óguvliga
lagaligar og landið er
ógvuliga framkomið
VINNUMENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað eru góðir møguleikar
hjá føroyskum vinnulivs-
fólkum at gera íløgur í Est-
landi.
Tað fingu føroysk vinnu-
lívsfólk at vita á kunnandi
fundi á Hotel Hafnia í
gjáramorgunin.
Tað er Menningarstovan,
sum skipaði fyri hesum
kunningarfundinum.
Til
høvið hevði hon fingið
Mati Murd av sendistovuni
hjá Estlandi í Keypmanna-
havn at koma til Føroya at
greiða frá vinnuligu viður-
skiftunum í heimlandinum.
Sera áhugavert land
Menningarstovan metir, at
Estland er sera áhugaverd
hjá føroysku vinnuni at
gera íløgur í.
Landið er sera fram-
komið, eisini hvat fjarskifti
víðvíkur og internet er heilt
vanligt og ógvuliga fram-
komið.
Samstundis er arbeiðs-
megin ógvuliga væl út-
búgvin á nógvum økjum.
– Harafturat hevur Tal-
linn, sum er høvuðsstað í
Estlandi, eina stóra og góða
havn og Tallin er sostatt
vorðin
fremsta
portrið
ímillum londini í Evropa og
velduga marknaðin í Russ-
landi.
Kortini eru Baltalondini
og
Russland
lond
og
marknaðir, sum føroysk
vinnulívsfólk lítið og onki
troyta og tað er hetta, sum
Menningarstovan nú ætlar
at broyta.
Og tey vinnulívsfólk,
sum vóru komin á Hafnia at
lurta, fingu tað, tey vóru
komin eftir.
Mati Murd kundi greiða
teimum frá, at í fjør keyptu
estlendingar ikki føroyskar
vørur fyri meiri enn eina
slaka millión.
Her er bara talan um fisk,
men tað merkisverda er, at
føroyingar selja ikki ein
stert til Estland beinleiðis.
– Allur føroyski fiskurin,
sum vit keyptu, fingu vit
ígjøgnum danskar og ís-
lendskar millumhandlarar,
segði Mati Murd.
Hinvegin seldu estlend-
ingar føroyingum vørur fyri
3,4 milliónir í fjør. Her var
at kalla bara talan um inn-
búgv og aðrar vørur úr viði.
– Sostatt gott pláss at
menna samvinnuna ímill-
um Føroyar og Danmark,
helt hann.
Mati Murd gjørdi annars
nógv burturúr at greiða
vinnulívsfólki frá, hvussu
vinnuvinarligt land, Estland
er.
– Ein vinnuliv lýsing
prógvar at Estland er tað
mest álítandi landi í Mið-
og Eysturevropa at hava
samvinnu við.
Men hann segði eisini, at
tað skerst ikki burtur, at tá
ið tosið kemur inn á Eystur-
londini og vinnulív, verður
altíð spurt um mutur.
Eisini tað, hevði hann tøl
fyri.
– Estland er tað landið í
Mið- og Eysturevropa við
minst mutri og landið er
somuleiðis fremri enn
nógv lond í Vesturevropa í
so máta.
Hann vísti eisini til eina
kanning sum vísti, at Est-
land er á topp 10 listanum
yvir tey lond í øllum heim-
inum, sum hevur størst
frælsi fyri fyri kapital og
vinnu.
Í Estlandi eru nógvar
ymsar vinnugreinar, men
serliga frammaliga eru teir
í kunningartøkni, í elektr-
onisku vinnuni, í træídn-
aðinum og í maskinídn-
aðinum.
Teir hava eisini sera
sterkar fíggingarstovnar og
tað eru teir stóru bankarnir
í Norðurlondum, sum eiga
flestu týðandi bankar í
Estlandi.
Hinvegin hevur fiski-
vinnan ikki longur so stór-
an týdning, sum hon hevur
havt, tí at hon als ikki er
týdningarleys.
Mesti fiskiskapurin er í
Eystrasalti, men fiskavirki
keypa eisini fisk uttanlands
til virkingar.
Og Mati Murd helt, at tað
var serliga á hesum øki, at
føroyingar høvdu góðar
møguleikar at gera seg
galdandi.
Hinvegin váttaði hann
eisini, at nú Estland var
farið upp í ES, var umsit-
ingin av fiskivinnuni og
kvotunum løgd undir ES
myndugleikar
Lág løn og lagaligur
skattur
Tað, sum hevði størstan
áhugan
hjá
føroyskum
vinnulívsfólkum,
var
hvussu lønarlagið var.
– Ein miðal mánaðarløn
hjá einum verkafólki liggur
um 2700 krónur um mán-
aðin, segði Mati Murdi.
Arbeiðstíðin er 40 vikur
og tað er ásett við lóg.
Hann segði eisini, at fel-
agsskatturin er 24%, men
verður yvirskotið í eini
fyritøku brúkt til nýggjar
íløgur, er tað skattafrítt. Tað
er bara, tá ið viningurin
verður tikin úr landinum, at
skatturin skal rindast.
Annars liggja allir aðrir
skattir rættiliga væl lægri
enn okkara skattir, bæði
vanligi skatturin, mvg og
onnur gjøld.
Handilsferð til
Baltalond
Í kjalarvørrinum á hesum
kunnandi fundinum ætlar
Menningarstovan seinni í ár
at skipa fyri eini handils-
ferð til Estlands og kanska
eisini til Litava.
Endamálið við ferðini er
at finna vinnumøguleikar
fyri føroyskar fyritøkur í
hesum londum.
Tey, sum vóru og lurtaðu eftir Mati Murd, fingu at vita, at lønin hjá einum arbeiðara á einum
fiskavirki í Estlandi er 2700 krónur í miðal um mánaðin. Felagsskatturin er 24% - men bara tá
ið vinningurin verður tikin úr Estlandi. Verður hann brúktur til nýggjar íløgur, er hann
skattafríur
– Estland er eitt ógvuliga framkomið land, men lønarlagið er lágt, skatturin lágur og vinnuliga umhvørvið yvirhøvur ógvuliga
vinarligt, fortaldi Mati Murd av estlendsku sendistovuni í Danmark føroyskum vinnulívsfólki á kunnandi fundi í
gjáramorgunin