Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 112 - 16. juni 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hans Clementsen, vanliga nevndur Hans í Andarisa, ættaður av Sandi, búsitandi á Seyðis- firði, andaðist 13. juni, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjuni á Seyðis- firði leygardagin 18. juni. Elias Joensen, Tórshavn, ættaður úr Froðba, andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin, 74 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahús- kapellinum heim í Ebenezer mikukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minn- ast Elias kunnu lata Epileptikarafelag Føroya eina peningagávu, konto í Føroya Sparikassa Esbern Michael Magnussen, ættaður úr Froðba, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. juni, 92 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahús- kapellinum hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr kirkju- garðskapellinum fríggjadagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Kelda: Útvarp Føroya Andlát og jarðarferðir Í dag, hósdagin 16. juni, verður Karl Gudmund Henriksen í Klaksvík 60 ár. Karl Gudmund munnu flestu miðaldrandi og eldri enn tað komast við. Hann var ein av stinnu verjuspæl- arunum á tiltikna fótbólts- liðnum hjá klaksvíkingum, sum framvegis eigur metið við flest vunnum meistara- heitum á rað. Karl Gudmund er inn- føddur klaksvíkingur og uppvaksin í Gerðum. For- eldrini hjá honum eru Jon- hild og Sámal Henriksen. Jonhild er dóttur Karolinu og Karl, sum var bóndi í Norðurstovu í Gerðum, og Sámal, sum doyði fyri nú fleiri árum síðani, var sonur Fíu og Gudda á Dalinum. Karl Gudmund er elstur av fýra systkjum. Hini eru Kristina, sum býr í Klaks- vík, Oddfríð, sum býr á Argjum og Sólgerð, sum býr í Havnini. Karl Gudmund lærdi til smið hjá Klaksvíkar Byggi- virki, sum Mallu menninir áttu. Umframt í tí yrkinum hevur hann verið útróðrar- maður, og so hevur hann tykist við ymiskt handverk. Seinastu tíggju árini hev- ur Karl Gudmund saman við Hákuni Dam røkt deknatænastuna í Christi- anskirkjuni. 60 ára føðingardagsbarn- ið fór at spæla á dreingj- aliðnum hjá KÍ í 1962. Frá 1964 og fram til miðskeiðis í sjeyti árunum var hann fastur maður á meistara- deildarliðnum. Fyrstu árini var hann oftast høgri bakk- ur, og tey seinnu árini var hann í miðverjuni, har hann vísti stóra kropsstykri og skjótleika, og har hann var kringur í høvuðspælinum. Karl Gudmund var við til at vinna meistaraskapin í fótbólti í 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og í 1972. Hann var við til at vinna Ísafjarð- arsúluna í 1966 og í 1967. Tríggjar ferðir var Karl Gudmund á landsliðnum. Fyrsti dysturin var móti Oyrknoyum í Kirkwall í 1970, og síðani spældi hann eina ferð afturat ímóti Orknoyum og eina ferð ímóti Hetlandi. Í 1972 giftist Karl Gud- mund við Elini Heinesen, sum var ættað av Viðareiði. Tey bygdu í nýggjari út- stykking omanfyri gamla býlingin í Gerðum, og tey fingu tveir synir – Sámal og Heri. Teir búgva báðir í Klaksvík. Elin doyði av herviligari sjúku í 1999. Nú eru fleiri ár síðani, at Karl Gudmund, sum eigur ein abbason, fann saman við Randi Jacobsen, sum í mong ár arbeiddi á Sosial- inum og nú er blaðkvinna á Dimmalætting. Hósdagin 16. juni fyllir Heðin Joensen í Havn 40 ár. Heðin vaks upp Undir Heygnum í Vesturbýnum, og hann er elsti sonur Hergerð og Líggjas Joens- en. Nógv kenna Heðin best sum ítróttarmann. Hann er ein av bestu badminton- leikarum, ið Føroyar nak- rantíð hava havt. Fýra ferð- ir hevur hann verið føroya- meistari í einmansleiki og átta ferðir í tvímansleiki, og harumframt vann hann saman við Jákup Midjord bronsu í tvímansleiki, tá ið oyggjaleikir vóru í Føroyum í 1989. Heðin var í fleiri ár eisini fastur fúsur í verjuni á besta liðnum hjá HB, sum hann gjørdist føroyameist- ari við í 1988. Til dagligt er Heðin Joensen stjóri hjá flutn- ingsfelagnum Smyril Blue Water. Hann er skrivstovu- lærdur á Fiskasøluni og hevur eisini starvast hjá Eimskip. Eitt skifti búði Heðin og familjan í Hirts- hals í Danmark, tá ið Heðin arbeiddi á søludeildini hjá Føroya Fiskasølu í Dan- mark. Heðin er giftur Bjørg, dóttir Elsu og Birgar Johannesen í Havn, og tey eiga børnini Rannvá, Líggjas og Elsu. 15. juni 2005 hevði Petur Hermansen í Havn 30 ára starvsdag hjá P/F Poul Michelsen heilsølu. Petur er 57 ára gamal, sonur Súsonnu, f. Daniel- sen, dóttir Sofus í Horni í Havn, og Hans Marius Her- mansen av Tvøroyri. Fam- iljan búði á Tvøroyri, til tey í 1954 fluttu til Havnar at búgva. Eftir lokna skúlagongd lærdi Petur til timburmann hjá Peturi í Gong, byggi- meistara. Síðan arbeiddi hann í trý ár á heilsøluni hjá Kartna Winther á Eystaru bryggju í Havn. 15. juni 1974 byrjaði Petur sum bilførari hjá P/F Poul Michelsen. Fyritøkan, ið var stovnað árið fyri, helt tá til í Gundadali. Í 1979 varð flutt í nýggjan virkis- bygning við Hoyvíksvegin. Petur hevur arbeitt á goymsluni og sum telefon- seljari á skrivstovuni. Sein- astu mongu árini hevur hann arbeitt sum sølu- maður. Petur er eisini kendur fyri síni avgjørdu sjónarmið um píkadekk og dálking, og hevur hann verið nógv frammi í fjølmiðjunum hesum sambandi. Einaferð hótti bæði løgtingið og landsstýrið við at saksøkja Petur, tí hann hevði úttalað seg alment um at tingfólk ferðaðust við Strandferðsl- uni uttan at gjalda, meðan øll onnur skuldu gjalda. Sakarmálið bleiv tó av ongum. Eisini er Petur kendur innan country- og gospel- tónleikin í Føroyum, har hann so meistarliga spælir steelgittar. Eitt av hansara frítíðarítrivum er flúgving við modellflogførum, og er hann ein av virknu limun- um í Tórshavnar R.C. Felag. Petur er giftur Marjun, f. Mohr Joensen, úr Sørvági. Tey búgva Norðasta Horni og eiga tveir synir, Jan, sum er løgreglumaður í Havn, og Heina, sum lesur virkis- búðskap í Århus. Marjun og Petur eiga eisini ommu- og abbadóttrina Ronju. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum , sum vístu samkenslu og hjálpsemi, tá góði maður, papi, verfaðir og abbi okkara Harry Jacobsen Tórshavn ættaður úr Sandavági andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur og kransar og takk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Fyri tey avvarðandi Lussi, Anders, Gunn og Osvald svigarbørn og abbabørn Dagurin 16. juni. Tycho. Í fjórðu ella fimtu øld var hann biskupur í Amatus á Kypros. Heðin Joensen 40 ár Karl Gudmund Henriksen 60 ár Petur Hermansen, Tórshavn: 30 ára starvsdag hjá PM i