hósdagur 16. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2005
13
Út har blómurnar vaksa
Teir elstu næmingar-
nir í Hósvíkar skúla
hava sín egna tíma,
har teir seta tímatalv-
una eftir tí, sum teir
sjálvir halda vera
áhugavert at gera inni
og úti
UNDIRVÍSING
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hósvík: - Tað er bara super
at sleppa út úr skúlastovuni
eina løtu.
Teir 15 elstu næminga-
rnir í Hósvíkar skúla møttu
sum vanligt í skúlanum
mánadagin. Sambært tíma-
ætlanini skuldi tey hava
tvær av kravdu lærugrein-
unum fyrst, áðrenn tann
tímin kom, sum mong
teirra munnu gleða seg
nógv til ein mánamorgun:
Felagstímin.
Tveir teir fyrstu tímarnar
høvdu tey havt danskt og
síðani ein tíma í søgu. Men
tá komið var út á fyrra-
partin kom so felagstímin,
har næmingarnir sjálvir
sleppa at avgerða inni-
haldið í tímanum.
Hóast veðrið ikki var av
tí allarbesta, so valdu tey
kortini at fara út fyri dyr.
Tað var yvirskýggjað, nak-
að av vindi, men kortini
turt.
So her var bara eitt at
gera: Fara út fyri skúladyr
og oman í bygdina.
Skiftandi felagstími
Í hesum felagstímanum fyri
5., 6. og 7. flokk, sum allir
eru í somu stovu, eru tað
næmingarnir
sum
seta
tímatalvuna.
Tey hava tykist við mong
ymisk ting í hesum tímum.
Onkutíð hava tey spælt
spøl, sum tey sjálvi hava
tikið við heimanífrá, og til
aðrar tíðir hevur onkur góð-
ur filmur verið á skránni.
Men mánadagin í hesi
vikuni var altso avgerð
tikin um at fara oman í
bygdina ein túr.
Eins og so nógva aðra-
staðni so er tað tann guli
liturin frá sóljuni, sum setur
sín serliga dám á tær gras-
grønu fløturnar í bygdini.
Og hví ikki fara oman at
heinta nakrar av teimum,
samstundis sum ein fær
fríska luft og sleppur út úr
skúlastovuni eina løtu?
Sum sagt so gjørt. Vit
møttu teimum, meðan tey
øll vóru upptikin við at
heinta hesa vøkru blómu,
sum flest hava ynskt sum
tjóðarblómu okkara.
Eftir hesa løtuna uttan-
fyri fór flokkurin niðan aft-
ur í skúlan. Nú skuldi
flokkurin býtast sundur í
tvey - genturnar skuldu
hava tónleik í Hósvíkar
skúla, meðan dreingirnir
fóru til ítrótt í skúlanum á
Oyrarbakka.
Gott er at vera í skúla, men einki er sum at koma út um eina løtu. Tað halda í øllum førum næmingarnir í 5., 6. og 7. flokki í Hósvíkar skúla. Teir eru hesir -
aftast vm.: Anna Herla í Kálvalíð (7. fl.), Anita Joensen (6), Sóley Samuelsen (5), Jóhanna Klein Olsen (7), Anna Sømark (6), Torkil Djurhuus (7), Turið
Clementsen (6), Martin í Brekkunum (6), Marius Høgnesen (6), Magnus Joensen (6), Marni Joensen (5) og Teitur Lykke Mikkjalsson (5). Fremst vm.: Sarita
Joensen (5), Guðrun Durhuus (5) og Amanda Jensen (5). Við á myndini er eisini Elna Sømark, sum hevur verið læraravikarur í Hósvík seinastu tvey árini, men
sum nú hevur søkt um at sleppa inn á Læraraskúla
Triðja hvørt ár eiga hós-
víkingar túrin at skipa fyri
Sundalagsstevnuni.
Hesa seinastu tíðina hev-
ur nógv verið gjørt fyri at
skipa so fyri, at bygdar-
fólkið og tey vitjandi skulu
fáa eitt so gott vikuskifti
sum tilber.
Skráin fyri stevnuna er
prentað í blaðnum í dag,
eins og vit hava ein hóp av
tilfari úr og kring um
stevnubygdina.
Hóast skráin er meiri
skerd enn upprunaliga ætl-
að, so er kortini talan um
eina áhugaverda skrá.
Stevnan verður sett leyg-
ardagin kl. 14, tá Heðin
Zachariassen, borgarstjóri í
teirri samanløgdu Sunda
kommunu fer at seta
stevnuna. Við hetta høvið
spælir eisini GHM.
Hvat veðrinum viðvíkur,
so er bert eftir at vóna at
tað verður øllum til vildar
– serliga hjá teimum, sum
skipa fyri tiltøkum uttan-
dura, men eisini hjá teim-
um mongu stevnu-gest-
unum.
Góða Sundalagsstevnu
2005.
Í Sundalagnum
ein sóljudag
Hósvíkingar bjóða til stevnu
um vikuskiftið, og hava lagt
eina avmarkaða, men kortini
áhugaverda skrá til rættis
Mynd: Jens Kr. Vang