Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 112 - 16. juni 2005 Forkunnugir gestir vitja eina forkunnuga konsert í bygdarhús- inum BARNATILTAK Snorri Brend Hósvík: Tað er ikki á hvørjum degi at fólk sleppa til barnakonsertir í bygdar- húsinum í Hósvík. Men hetta forkunnuga høvið fáa tey nú møguleika til komandi sunnudag, tá eitt stórt tiltak í so máta verður við luttøku av børn- um og ungdómi úr bygdini. Á skránni er nógvur sangur og felagssangur, undir leiðslu av einum tón- leikabólki sum hevur tað sjáldsama heitið "Baby Boon Band". Skráin fyri tiltakið er, at byrjað verður við teimum ungu, sum fara at syngja ein sang undir leiðslu av Árna av Reyni. Síðani syngur barnakórið fýra sangir undir leiðslu av sama leiðara. Síðani koma tey smáu framat við eini framførslu, har áðurnevndi tónleika- bólkur spælir undir. Teir spæla eisini undir til tað, sum eftir er av skránni, tá fyrst barnakórið og síðani tey ungu koma aftur á pallin, áðrenn alt tiltakið endar við tí kenda slagar- anum "Eg eiti Jógvan". Hetta er so tann lokali parturin av skránni, men hósvíkingar fáa í hesum samband enn eina forkunnuga vitjan, tá væl umtókti sangfuglurin Brandur Enni fer at syngja nakrar sangir. Konsertin byrjar kl. 16 og eftir skránni verður hon liðug kl. 17:30. Barnakonsert fyri allar aldrar Børnini kunnu gleða seg til serstaka vitjan aftur í ár, tá barnakonsertin verður í bygdarhúsinum sunnudagn Kappast um tøl Hósvík: Hóast flestu til- tøkini á Sundalagsstevnuni verða um sjálvt vikuskifti, so taka hósvíkingar longu hol á skránna í kvøld. Í kvøld kl. 19 verður nevniliga skipað fyri ser- støkum stevnubingo í Bygdarhúsinum. Á skránni eru nógvir góðir vinningar. Millum hesar góðu vinningar er ein flogferð. sb. Kappast í sigling Hósvík: Hóast kappróðurin man vera hann, sum hevur størstan áhuga í sambandi við stevnuna, so verður eisini skipað fyri øðrum kappingum á sjónum um vikuskiftið. Seinnapartin sunnudagin verður nevniliga skipað fyri kappsigling. Tey, ið hava áhuga at verða við, kunnu melda bátar sínar til hjá Kristiani Hansen og Agnari Olsen í Hósvík. Kappsiglingin byrjar sunnudagin kl. 15 og verða bátarnir bidnir um at møta ein tíma áðrenn. sb. Kappast á súkklu Hósvík: Fríggjakvøldið kl. 19 fara súkklararnir at royna seg á Sundalags- stevnuni. Tá fer nevniliga Tórs- havnar Súkklufelag at skipa fyri kapping fyri unglingar og vaksin. Vanligt hevur verið við barnasúkkling, men mett verður at trygdin í samband við júst hesa kappingina ikki er nóg góð. Kappingin byrjar á lands- vegnum í Hósvík og verður súkklað eftir landsvegnum til rundkoyringina omanfyri Norðskála og aftur, - íalt einar 22 km. Heiðurstekin verða latin trimum teimum skjótastu súkklarunum samanlagt, og trimum teimum skjótastu undir 18 ár og trimum teimum bestu yvir 45 ár. Øll eru vælkomin at verða við. Treytin er at ein hevur eina súkklu sum er í rímiligum standi, og – ikki óvæntað! – ein góðan súkkluhjálm. sb. Kappast í skjótleika Hósvík: Umstøðurnar til ítróttarligt virksemi eru ikki tær størstu í bygdini. Men tað forðar kortini ikki fyrrireikarunum í at skipa fyri eini rennikapping í samband við stevnuna. Henda rennikappingin verður fríggjakvøldið kl. 19, og er ætlað bæði børn- um og vaksnum. Tey, ið hava hug at verða við, kunnu møta við róðrarneystið. sb. Lesið -so eru tit við!