fríggjadagur 17. juni 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 17. juni 2005
23
Ellis- & avlamis-
heimið í Vágum
Søkir eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv uppá 0.5 tíð at
byrja 1. oktober 2005. Arbeitt verður í skiftandi
vaktum, tó í løtuni mest kvøldvakt.
Ergoterapeuti til avloysarastarv uppá 0.8 tíð vegna
barnsburð at byrja umleið 1. sept. og 28 vikur fram.
Heilsuatstøðingi ella heilsuhjálpara til avloysara-
starv uppá 0.5 tíð vegna barnsburð at byrja skjótast
tilber og 28 vikur fram.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur før-
leika, hug og hegni at veita brúkaranum eina góða
tænastu við teimum møguleikum sum dagsins
eldrapolitikkur gevur rúm fyri.
Góð samstarvsevni hava stóran týdning.
Løn verður eftir avvarðandi sáttmála, sum einstaka
felagið hevur við fíggjarmálaráðið.
Umsókn við neyðugum prógvum v.m. verður at
senda til heimið áðrenn 5. juli 2005.
Áhugaðir umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær
til leiðaran á tlf. 332600 fyri at fáa meira at vita.
Telduarbeiði til
lesandi
Á Havlívfrøðiligu royndarstøðini í Kaldbak hava vit
brúk fyri einum lesandi á telduøkinum til eitt av-
markað arbeiði í summarfríðtíðini.
Talan er um at gera og laga til brúkaraflatur í data-
basuforritinum MS Access og arbeiði við heima-
síðugerð. Annað fyrifallandi telduarbeiði kann
eisini koma uppá tal.
Um tú hevur royndir innan hesi øki,set teg tá í sam-
band við okkum.
Løn sambært avtalu.
Havlívfrøðiliga royndarstøðin
FO-180 Kaldbak
Tlf. 356111
Teldupostur: Mailto@havbotnur.fo
Landssjúkrahúsið
Ljósmóðir
Á Ljósmøðraskipanini á Landssjúkrahúsinum er
eitt fulltíðar starv sum ljósmóðir leyst til setan 1.
august 2005.
Løn- og setanarviðurskifti smb. sáttmálan mill-
um Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum ljósmóðir
• starvsroyndir innan viðgongu-, føðing og
barsilstíð
• fleksibul og positiv
• hug til tvørfakligt samstarv
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ruth Vang, ljósmøðrafakligur leiðari, telefon
304500, lokal 5303 ella við at skriva til e-post
ruva@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 22. juli 2005 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn merkt "umsókn til starv" við
avrit av prógvum,autorisatión,CV, viðmælum o.t.
skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo
sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
»starvsfólk«
Sjóbjargingarstøðin
MRCC-Tórshavn
Tlf: +298 351300 • Fax: +298 351301
Telex: 81200 TLGR FA
Inmarsat C: 423 116210 • Inmarsat B: 323 116220 (voice)
323 116221 (Fax)
Fráboðan um
seismikkvirksemi
Lýst verður,at seismiskar kanningar verða gjørdar á
hesari havleið.
Útnyrðingshornið
60º30’N 008º30’W
Landnyrðingshornið
60º30’N 007º00’W
Landsynningshornið
60º00’N 007º00’W
Útsynningshornið
60º00’N 008º30’W
Felagið Fugro kannar økið.
Kanningarnar verða gjørdar vegna Føroya Kolvetni.
Byrjað verður umleið.............................. 21-06-2005
Arbeiðið tekur væntandi.............................. 3 dagar
Skipanavn.............................................. Polar Princess
Kallibókstavir/Flagg............................ JXBV3/Norskt
Fiskiveiðiumboð................................... Magni Skaale
Samband fæst við skipið á VHF rás 16.
Upplýsingar um kanningararbeiði fáast frá Tórs-
havn Radio, á telefon 351300, ella á telefax 351301.
Eisini verður víst til heimasíðuna www.mrcc.fo.
Norðskála-Oyrar
skúli
Hesi tíðaravmarkaðu størv eru leys at søkja:
1 lærarastarv fyri lærara í farloyvi
1 lærarastarv við niðursettum tímatali 13 t/v at
undirvísa børnum við serligum tørvi
1 lærarastarv við niðursettum tímatali 10 t/v vegna
avlopstímar
Størvini, ið eru tíðaravmarkað skúlaárið 2005/06,
verða lønt sambært sáttmála millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 15. aug-
ust til 23. september.
Starvið, ið eru tíðaravmarkað, verður lønt sambært
sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar-
málaráðið.
1 starv sum stuðul 20 t/v at byrja 1. august
Starvið, ið eru tíðaravmarkað, verður lønt sambært
sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini frá 1. læraranum á tlf:
422245 ella 212245.
Umsóknir skulu verða skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi 26. juni kl. 10.
Leggið ljósrit av prógvi og møguligum viðmælum.
Skúlastýrið fyri Norðskála-Oyrar skúla
Dávid R. Hansen
FO-450 Oyri
Lærarastarv/-
vikarur
Sandoyar Meginskúli søkir við hesum eftir einum
lærara til tíðaravmarkað starv í skúlaárinum
2005/2006 vegna avlopstímar.
Starvið verður lønt smbrt. avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 - 27.4.
Møguligar umsóknir skulu vera skúlastýrinum í
hendi í seinasta lagi tann 27. juni 2005.
Skúlastýrið fyri Sandoyar Meginskúla
v/ Maiken Krabenhøft
240 Skopun
-so eru tit við!