Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2005 27 HEILSANIR Góða Marita Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum 15. juni og alt tað besta í framtíðini. Nú mást tú skunda tær. Heilsan úr Gomlutrøð Øllum tykkum mongu, sum á ymsan hátt gleddu meg á 50 ára degnum, takki eg hjarta- liga. Eina ser- staka tøkk til tykkum hálvt annað hundrað, sum vitjaðu inn á gólvið í Faksagøtu og gjørdu okkum dagin so óføra festligan og ógloymandi. Magnus Pauli Góði abbi Hjartaliga tillukku við degnum, her liggja vit bleytt og væl. Rakul og Hjarnar ynskja eisini tillukku. Mekhala og Jónas Góði Martin Hjártaliga tilukku við teimum 30 árunum Ynskir Árni Góða Katrina systir Hjartaliga tillukku á 5 ára føðingardegnum Allarbestu ynskir Kristjan og Anna Sofía Eisini muss og klemm frá mammu og babba Hendan prinsessan eitur Katarina og hon fyllir 5 ár í dag. Góðasta Katarina. Hjartaliga tillukku. Ynskja omma og abbi Eldførið á Meiarínum Barnaleikurin Eldførið, sum Willieboys hava spælt fyri 2600 skúla- og barna- garðsbørnum seinastu mánaðirnar, flytir um vikuskifti inn í Meiaríið Tað er við spenningi men eisini ávísum sorg- blídni, at Willieboys næsta vikuskifti spæla barnaleikin Eldførið í Meiarínum í Havn. Tí umframt at hetta verða fyrstu almennu sýningar- nar av ævintýrinum hjá H. C. Andersen, er talan eis- ini um seinastu sýningar- nar av leikinum. Framm- anundan hevur leikurin verið spældur óalment á skúlum og barnagarðum kring landið. Nú er skúlaárið komið so langt, at leikbólkurin metti, at nú var tíð at gevast. Tó hava teir báðir leikararnir, Finnur Jensen og Bárður Persson, alla- tíðina ætlað, at enda við tveimum almennum sýn- ingum, so børn og vaksin, ið ikki fingu møguleikan at síggja leikin, ella bara tey, ið gjarna vildu síggja hann umaftur, skuldu fáa møguleikan. Ein familjuleikur Eldførið, ið er ein nútíðar skemtilig útgáva av upp- runa ævintýrinum hjá H. C. Andersen, hevur verið víða um í Føroyum. Leik- urin, ið Elin á Rógvi hevur leikstjórnað, er framførdur 25 ferðir á dagstovnum og skúlum í Streymoynni, Eysturoynni, Sandoynni og í Suðuroynni. Umleið 2600 børn hava sæð leikin - fyri ikki at tosa um lærar- arnir og pedagogarnir, sum í nógvum førum tykt- ust flenna harðari enn børnini. Leikurin hevur nevniliga eina rættiliga breiða áskoðarafjøld - frá teimum yngstu barna- garðsbørnunum til tey heilt tilkomnu. Atgongumerki til báðar sýningar, ið vera í Meiarínum leygardag og sunnudag klokkan 16, fáast annars í Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar ein tíma undan sýning. ave Páll Finnur Páll verða við á G! Festivalinum. Bólk- urin luttók á seinasta G! Festivali, og hevur síðan tá innspælt eina nýggja fløgu, sum í løtuni verður ljóðblandað. Bæði Jón Tyril fyriskipari og Finnur Jensen sangari og gittar- leikari í bólkinum vátta fyri Sosialinum, at teir luttaka. Páll Finnur Páll hava skrivað størstu landaplág- una í nýggjari tíð í føroyskum tónleiki. Lagið "Forelskaður sjónleikari" lá í samfullar 50 vikur á 15 teimum bestu, og har- av 10 á ovastu rók. Hetta er fullkomiliga óhoyrt, og er hvørki hent áður ella aftan á. Her er talan um ein av Føroya bestu livebólkum, teir er orkumiklir og sannførandi og duga at fáa fólkið við. Lættu løg- ini, og vælskrivaðu tekst- irnir hjá Finni eru framúr, fólk festa seg beinanvegin við tónleikin og orðini. Páll Oddur skrivar eisini fantastisk løg, men teir sera argandi tekstirnir styggja eitt sindur. Á nýggju fløguni hjá bólkinum eru fleiri løg, sum kunnu gerast nýggjar landaplágur, meðan okk- urt lag er í sama argandi stíli, sum eyðkendi partar av fyrru fløguni. nud Forelskaður sjónleikari á G!