Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Telduarbeiðsskaðar er ein av trupulleikun- um í dagsins sam- felagi, men tað ber væl til at fyribyrgja hesum skaðum TELDUARBEIÐS- SKAÐAR Myndir: Jens Kristian Vang Við at innrætta sítt arbeiðs- pláss við nøkrum ergonom- iskum meginreglum í huga, kunnu trupulleikarnir hald- ast burtur. Vert er alla tíðina at minnast til, at tað er telduumhvørvið, ið skal tillaga seg brúkaranum og ikki øvugt. Ein upprættur kropsburð- ur hevur alt at siga fyri eitt orkusparandi vøddaarbeiði. Menniskjan í okkara parti av heiminum er um at missa tann góða kropsburð- in, og eru orsøkirnar óiva nógvar til tess Ein av orsøkunum eru allir okkara sitandi tímar - heilt frá barnsbeini av. Fyri at hjálpa til og bøta um hendan trupulleika, er Leila á Lofti frá Fysioterapi á Argjum komin við hug- skotinum við elastikkinum. Hon hevur havt elastikkið úti á fleiri skrivstovum til royndarkoyringar, eins og næmingar við ringum kropsburði ganga við tí. Góðu royndirnar gera, at vit nú deila hetta við tykkum lesarar. Royn tað - og njót tað! Variatión er lyklaorðið í einum telduumhvørvi Vanligir aktivitetir hjálpa væl Fyri tey sum í sínum arbeiði sita still allan dagin, er tað av alstórum týdningi at tey í aðrar mátar røra seg og fáa motión. Vanligir gerand- isaktivitetir hjálpa væl Men tað eru ikki øll ið orka hugsanina um at fara á eina motiónsmið- støð at sveitta ella at ganga langar og krev- andi túrar í bø og haga. Men tað eru nógvir aðrir mátar sum hjálpa væl, og vanligir gerandis- aktivitetir kunnu gera góðan mun. Við at vera í rímiligari venjing, kunnu vit hálvera vandan fyri hjarta- og æðrasjúkum. Við t.d. at ganga ella súkkla til og frá arbeiði og syrgja fyri at gera okkurt kropsligt arbeiði í frítíðini. Hetta er ser- liga galdandi fyri tey, sum hava eitt arbeiði, har tey sita still allan dagin. Um vit t.d. koyra til og frá arbeiði, sita still allan dagin á skrivstovuni við eina teldu, og tá vit so koma heim eta vit ein góðan døgurða fyri síð- an at sita framman fyri sjónvarpinum restina av kvøldinum, kunnu vera vís í at tað sæst á okkum, og vit kunnu rokna við, at vit fyrr ella seinni fáa heilsutrupulleikar. Kropsligir aktivitetir so sum t.d. gongtúrar geva góða heilsu og verja væl móti vælferð- arsjúkunum í okkara tíð, saman við sálarligu ávirkanini av at ganga úti í frískari luft. Kelda: Sunnhetsbladet Her eru nøkur góð ráð • Hæddin á stólinum skal passa til beinlongdina, t.v.s. at allur fóturin skal vera á gólvinum uttan at lørini vera kleimd. • Stólasetrið skal svara til 3/4 av lærlongdini, tað skal vera pláss til eina hondsbreidd millum forkantin á stólinum og knæspøturnar. Her er vert at hugsa um aðrar sitimøgu- leikar, t.d. á einum stórum bólti, brúka ymiskar pútur at sita á, ella stólar við alternativum setri, har størri møgu- leikar eru fyri rørslu meðan arbeitt verður. • Um stólurin hevur rygglen, skal tað setast soleiðis, at lendastuðulin fyllir lendarnar. • Knappaborðið skal setast í hædd soleiðis, at tú kanst arbeiða við hvílandi akslum og undirørmum, sum næstan eru vatnrættir. Handliðirnir mugu ikki bendast ov nógv uppfrá. • Eygnafrástøðan til skíggjan skal vera umleið 60 cm., ella tína armlongd . • Tað skal vera pláss framman fyri skíggjan til koncept- haldara og knappaborð, og pláss framman fyri knappaborðið t hvíla hedurnar á, umleið 10 cm. • Hæddin á skíggjanum skal vera soleiðis, at ovasti kantur á skíggjanum er ájavnt við eyguni, tað svarar til, at hugt verður eitt vet niður í skíggjan. • Vippa skíggjan so tú sært vinkulrætt á hann. • Skíggin skal setast so langt frá vindeyganum sum gjørligt; men er bert pláss við vindeygað, og tú arbeiðir við telduna meira enn tveir tímar dagliga, so skal dagsljósið koma inn frá síðuni. • Brúkar tú músina, skal hon setast soleiðis, at allur undirarmurin hevur stuðul og kann haldast tætt at kroppinum. Royn at brúka músina so lítið sum gjørligt og lær teg at skifta millum vinstru og høgru hond. • Gang meðan tú tosar í telefon – Góðan arbeiðshug! Kelda: Fysioterapi á Argjum v.Leilu á Lofti So ringur kann kropsburðurin vera, meðan arbeitt verður við teldu So lætt kann gerast. Her situr Hellen Haraldsen við elastikki um akslarnar Hellen vísir her hvussu lætt tað er. Ger elastikkið til eitt 8-tal, og læt teg í tað sum tú letur teg í eina troyggju. Elastikkið fæst fyri minni enn 100 krónur á flestu fysioterapiklinikkum í landinum 30 Nr. 113 - 17. juni 2005