Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 114 - 18. juni 2005 Á vári 2004 skipaðu Føroya Fróðskapar- felag og Fróðskapar- setur Føroya fyri fyrilestrarøð við heit- inum "Modernaðir teoretikarar". Í røðini vóru átta fyrilestrar, sum nú eru komnir út sum greinar í bókini Modernaðir Teoretik- arar Allar greinirnar viðgera ástøðingar og ástøði, sum høvdu stóra ávirkan í 20. øld og enn eru eins við- komandi. Fýra greinir, tær hjá Jonathan Schwartz, Hans Andrias Sølvará, Firouz Gaini og Turið Sigurðar- dóttur, halda seg í høvuðs- heitum til at greiða frá ástøði hjá einum ávísum ástøðingi og seta hann í størri høpi. Jonathan Schwartz, lektari emeritus frá Antropologisk Institut, Keypmannahavnar uni- versiteti, leggur fram meginhugsanina í tí 100 ára gamla undirstøðuritinum Protestant Ethic and Capitalism eftir Max Weber (1864-1920) og greiðir frá hvussu ymisk rák hava tulkað Weber. Hann tekur harumframt nøkur skaldslig dømi, m.a. Glataðu spælimenninar, sum svara til greiningina hjá Weber av kapitalisisku menningini. Hans Andrias greiðir gjølla frá teimum árinsmiklu greiningunum hjá Foucault (1929-1984) av valds- og vitanarsaman- setingum, og hví tað sam- bært Foucault er skeivt at greina eitt vitanarøki uttan at seta tað í samband við tey ítøkiligu valdsviður- skiftini. Firouz viðger Gell- ner (1925-1995) sum tann mikla rationalistin, ið vendi sær harðliga móti allari relativismu og vardi vís- indaliga universalismu. Ein av teimum, ið fingu harða móttøku frá Gellner, var Said (1935-2004). Í grein síni kunnar Turið um høvuðsverk Saids, Ori- entalism, eitt grundrit í eftirlandafrøði ella post- kolonialismu. Said byggir á valds- og vitanargreining- arhátt Foucaults, tá ið hann kannar vesturlendsk vísindi um Eystrið og kemur til ta niðurstøðu, at tey eru ein heildardiskursur, knýttur saman við valdi og yvir- ræði. Hinar fýra greinirnar, tær hjá Guðrun Gaard, Maluni Marnersdóttur, Bergi Rønne Moberg og Eriku Anne Hayfield, leggja dent á bæði kunna um ástøði og geva dømi um, hvussu tað verður nýtt, tá ið eitt ávíst evnið verður granskað. Guðrun kunnar um dialog- ástøðið hjá Martin Buber (1878-1965) og lesur og greinir síðan yrkingar eftir Regin Dahl út frá tí. Grein- in hjá Guðrun er skrivað við støði í gransking henn- ara sum ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum tey seinastu árini. Malan greið- ir frá ástøðinum hjá Gér- hard Genette (f. 1930) og Juliu Kristeva um, at allir tekstir eru partur av einum tekstkorpusi og greinir síð- an eina yrking eftir Carl Jóhan Jensen út frá tí. Malan hevur áður viðgjørt ástøði um millumtekstleika gjølla í doktararitgerðini Hvør av øðrum. Bergur umrøðir ta hermeneutisku listfrøðina hjá Ricoeur (1913-2005) út frá spurn- inginum um mýtu og modernaðan tilvísingar- trupulleika og lýsir hesa listfrøðina í viðgerð av stuttsøguni "Grylen" eftir William Heinesen. Greinin hevur rót í ph.d.-ritgerðini hjá Bergi um William Heinesen. Erika Anne, ph.d.-lesandi í Edinburgh, kunnar um ymisk ástøði viðvíkjandi brúki, mentan og barnauppaling ið eru bakstøði hennara, tá ið hon síðan greiðir frá brúkara- mentan hjá børnum í gjøll- igastu grein, sum higartil er skrivað um hetta evnið á føroyskum. Aftast í bókini er navna- og evnisorðaskrá. Bókin hevur undirheitið Setursrit 2, og tað minnir á, at í 1991 kom Setursrit 1: Hon fekk hug á deyðum manni við 4 greinum. Tvær av teimum eru fyrilestrar frá 25 ára hátíðarhaldi Fróðskapar- setursins í 1990. Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyamálsdeild- ini, hevur ritstjórnað Mo- dernaðir teoretikarar, sum er ætlað studentum, næm- ingum í teimum hægru skúlunum og øðrum áhug- aðum. »Modernaðir teoretikarar« komnir út í bók