leygardagur 18. juni 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 114 - 18. juni 2005
Eivør vann íslendska virðisløn
Eivør Pálsdóttir vann
hóskvøldið eina ís-
lendska leiklistavirð-
isløn fyri tónleikin,
sum hon gjørdi til
leikin Úlfhamssøgu
VIRÐISLØN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hóskvøldið heiðraði ís-
lendska leiklistin sínum
bestu avrikum seinasta ár-
ið, og millum tey, sum
vunnu eina heiðursløn, var
føroyska
songkvinnan
Eivør Pálsdóttir.
Hon gjørdi tónleikin til
leikin Úlfhamssøga, og fyri
tað varð hon heiðra við
virðislønini, sum verður
latin til besta tónleik og
ljóð.
Úlfhamssøga byggir á
Úlfhamsrímur, ið eru gaml-
ar íslendskar rímur, ið
byggja
á
íslendsku
saga’irnar.
Tónleikur við røddini
Tónleikurin hjá Eivør var
fyri tað mesta instrument-
alur, soleiðis at skilja at
Eivør sang, men røddin var
mest brúkt sum eitt ljóðføri
fyri at uppbyggja ein
stemning í leikinum.
Við góðari hjálp frá ís-
lendska
uttanríkismála-
ráðnum hevur tað eydnast
Leikhúsinum at útvega
fígging, soleiðis at leikurin
eisini kann vísast í Før-
oyum.
Tað verður í Norður-
landahúsinum
tann
1.
september.
Leikstjóri á Úlfhams-
søgum er Maria Ellingsen,
ið er ættað úr Vági.
Jógvan og
fullir fiskar
spæla
Leygardagin verður
árliga PopTop kon-
sertin hildin í Grasa-
garði í Havn. Seks
bólkar fara at spæla
á konsertini, sum
eisini er skipað sum
ein kapping. Millum
bólkarnar eru nýggj
nøvn sum Drunken
Fish og Jógvan
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seks bólkar fara at spæla
til árligu PopTop konsert-
ina, sum verður leygar-
dagin.
Bólkarnir, sum fara at
spæla eru Ineptus, Syn-
archi, Craisy Miss Daisy,
Farrago, Drunken Fish og
Jógvan.
Tað eru ungir og nýggir
bólkar, sum plaga at taka
lut í PopTop kappingini,
og soleiðis er eisini hesa-
ferð. Bólkurin Synarchi
hevur verið eitt sindur
frammi, men hinir bólkar-
nir eru rættiliga ókendir.
Men PopTop konsertin
kann júst broyta hetta, tí
hon hevur til endamáls at
fáa nýggjar bólkar fram
og geva teimum møgu-
leikan at spæla alment.
Vinnarin av PopTop
konsertin sleppur við til
Ólavsøkukonsertina.
Tríggir dómarar við
royndum innan tónleika-
lívið fara at finna vinnar-
an, og meðan teir tosa um
tað, fara vinnararnir í fjør,
Paradox, at spæla.
Tað er felagið Tónaung-
dómur í samstarvi við
MBM og fyrireikararnar
av Ólavsøkukonsertini,
sum skipa fyri PopTop
konsertini.
Konsertin
verður
leygardagin kl. 15.00