leygardagur 18. juni 2005síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 114 - 18. juni 2005
Pedagogar søkjast
Vísandi til dagstovnalógina søkir Sandavágs
kommuna eftir pedagogum til Sóljugarð.
Talan er um fulltíðar størv við møguleika at arbeiða
niðusetta tíð,t.d.35 ella 30 tíma viku. Størvini verða
sett eftir avtalu.
Barnagarðurin er í 5 eindum við vøggustovu,
barnagarði og frítíðarheimi. Stovnurin er vanliga
opin frá kl. 7.30 til 17.00.
Í dagliga arbeiðnum leggja vit m.a.
stóran dent á :
• Trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum
• At seta okkum inn í støðuna hjá tí einstaka
barninum
• At skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og
børn
• At hava gott samstarv bæði við starvsfólk og
foreldur
Vit hava sera góðar umstøður, bæði uttandura og
innandura.
Okkara ynski er
• At tú hevur góð samstarvsevni
• Hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í
gerandisdegnum
• At tú vilt vera við til at mynda og menna okkara
pedagogiska umhvørvi
Lønarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Føroya kommunala Arbeiðsgevara-
felag og fylgir lønarstigunum frá 10 til 16.
Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Caritu Björklund,
leiðara.
Umsóknir
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir
og møguligum viðmælum skulu vera Sandavágs
kommunu ella Sóljugarði, 360 Sandavágur,í hendi í
seinasta lagi 4. juli 2005. Viðmerk á brævbjálvan:
»Námsfrøðingur«.