leygardagur 18. juni 2005síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2005
53
HEILSANIR
Góða Oda
Tillukku við 40
ára føðingar-
degnum.
Heilsan frá
okkum á
Traðagøtu
Góða Anna
Hjartaliga tilukku við
14 ára føðingardegnum
17. juni.
Kærastu heilsanir
mamma, babba og
Aksel
14?
Are you sure? hæh. Til lukku við gjárdegnum kera.
heilsan grýlurnar
Studentaborð
Student - HF'ari 2005
Ger hátíðarhaldið um prógvið
til eitt hugnaligt kvøld
- uttan strongd við matgerðini.
Vit bjóða:
Kalt borð ..................úr 75,-
Smurt breyð .............úr 20,-
Grýturættir ...............úr 69,-
2 verða matarskrá ...úr 127,-
3 verða matarskrá ...úr 146,-
Meira kunning á heimasíðum okkara
ella
Vit koyra eisini út um Havnina og Vágar
Skipar tú fyri, so ring og fá eitt gott tilboð,
við ella uttan servering - í ella uttan fyri húsið
Hotel Vágar 309090 / Rio Bravo 319767
www.hotelvagar.fo
www.riobravo.fo
HOTEL VÁGAR
Ein av lyklapersón-
unum í stóru veking-
ini í Argentina vitjar
í Føroyum seinni í
hesum mánaðinum.
Skálafjørður: Í døgunum
27.-30. juni skipar Kar-
isma fyri møtum í Kelduni
í Skálafirði. Talari verður
Pablo Deiros, ein av best
umtóktu bíbliulærarunum
í Suðuramerika.
Deiros er ættaður úr
Paraguay, men er í dag
leiðari í eini 114 ára gaml-
ari baptistakirkju í Buenos
Aires. Henda samkoman
verður av Fuller School of
World Mission nevnd at
vera ein fyrimynd í sam-
komuvøkstri.
Sagt verður, at Pablo
Deiros er ein av lyklaper-
sónunum í vekingini í
Argentina. Henda vek-
ingin hevur nú vart í sam-
full 25 ár, og hevur givið
íblástur til vekingarnar,
bæði í Toronto og Pensa-
cola.
Pablo
Deiros
hevur
skrivað fleiri enn 30 bøk-
ur, har hann viðger teolog-
isk evni, men eisini al-
menn kristin evni.
Áhugavert við vekingini
í Argentina er, at hon hevur
breitt seg til mangar ym-
iskar trúargreinar, bæði
hvítusunnusamkomur og
tær meira konservativu, so
sum baptistar, plymouth-
brøður, mennonittar og
onnur. Ein menning, har
Deiros hevur átt sín stóra
lut í.
Pablo Deiros undirvísir
eisini á Fuller School of
Intercultural Studies í
Pasadena í California. Har
er hann professari í missi-
ónssøgu, og undirvísir eis-
ini í útfrían, andaligari
krígsførslu og likamligari
grøðing. Hann hevur eina
ápostóliska
leiðaratæn-
astu, har hann hjálpir leið-
arum við teimum avbjóð-
ingum og trupulleikum,
sum teir møta í dag.
Sum hann sjálvur sigur:
- Eg geri hetta í kraft
Heilaga Andans og við
teimum gávum, sum eg í
Hansara náði havi fingið.
sb.
Samkomur fáa íblástur
úr Argentina
Pablo Deiros
vitjar nú í
Føroyum og fer
seinni í
mánaðinum at
hava møtir í
Kelduni í
Skálabotni