Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-18, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 2005síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2005 55 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Mr. & Mrs. Smith FRUMSÝNING Fríggjadag 17.06 kl. 20.15 kl. 23.00 Leygardag 18.06 kl. 20.15 kl. 23.00 Sunnudag 19.06 kl. 19.45 kl. 22.30 Million Dollar Baby Fríggjadag 17.06 kl. 20.45 Leygardag 18.06 kl. 20.45 Sunnudag 19.06 kl. 20.15 www.sf-film.dk 4 VINDER AF OSCARS ® www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Der Untergang FRUMSÝNING Fríggjadag 24.06 DE SIDSTE DRAMATISKE DAGE FØR HITLER OG HANS NÆRMESTE MÅ BEGRAVE HINANDEN OG VISIONEN OM DET TREDJE RIGE DER UNTERGANG www.deruntergang.dk Elitepædagogen Fríggjadag 17.06 kl. 18.30 Leygardag 18.06 kl. 18.30 Sunnudag 19.06 kl. 18.00 er elitePÆDAGOGEN SÅ ER DER DØMT STROPPETUR! www.uip.dk / distribueret af UIP xXx 2 Fríggjadag 17.06 kl. 23.30 Leygardag 18.06 kl. 23.30 Sunnudag 19.06 kl. 23.00 Komandi filmar Sidste nat på station 13 FRUMSÝNING Fríggjadag 24.06 EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Fylg Jesusi "Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: »Fylg mær!«" (Jóh 1,44). Hann, sum sær Jesus, sum kemur til hansara er kallaður at fylgja honum eftir. At síggja Jesus, at koma til hansara og at fylgja honum, er tað sama sum at trúgva á hann. Við Filippus sigur Jesus hesi bæði orðini: "Fylg mær!". Tann, sum trýr á Jesus, fylgir honum. Kristin trúgv er ikki at vera Jesus-tilhangari, at halda seg til hann, sum ein nú heldur fyri best. Trúgv er at vera ein Jesus- eftirfylgjari, og gera sum hann sigur. Bara sum eftirfylgjarar hansara gerast vit lærusveinar hansara og kunnu ognast frelsuna í honum. At fylgja Jesusi merkir at halda okkum til hansara sum lærlingurin til lærumeistaran. Sum lærlingurin hevur nógv at læra og royna, er hetta eisini galdandi tey, sum fylgja Jesusi. Guds børn treingja til vegleiðing, áminning og troyst. Og sum tey soleiðis fylgja honum, læra tey at liva rætt og tæna sínum næsta. Fyrst kallaði Jesus lærusveinarnar at fylgja sær, og so sendi hann teir at boða evnageliið um syndanna fyrigeving og hjálpa menniskjum í neyð. Fyrst kallið at fylgja Jesusi, so sendingin at fara við honum út til onnur menniskju. Fyrst at fylgja, so at tæna. Við Pætur og Andreas sigur Jesus eina aðrastaðni: »Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!« (Matt 4,19). Trupulleikin hjá menniskjum er, at tey hava lyndi at venda alt á høvdið. Jesus halda tey ikki, tey hava fyri neyðini, og so slettis ikki sum tí krossfesta fyri synd og neyð teirra. Men at tæna og gera góðar gerðir, tað halda tey er neyðugt. Og rætt er tað, at gerningar hava týdning, men fyrst tá ið teir eru sprotnir úr trúnni á Jesus Krist. Trúgvin á Jesus sum veitir okkum fyrigeving og frelsu, og hon føðir gerningar, sum æra Gud og gagna næsta okkara. Við trúnni fáa vit viðurskifti við Gud í lagi, og við okkara gerningum tæna vit næsta okkara í neyð hansara. Trýrt tú á Jesus, sum tínum frelsara, so fær trúgvin eisini føtur at ganga á, og hendur at arbeiða við og tungu at signa við. Fylg tú Jesusi, so vil hann gera teg til sín tænara! »Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!« Amen! Bergur D. Joensen TILTØK Getsemane, Klaksvík Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli og kl. 18 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. KFUM og K, Klaksvík Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúlaútferð norð á Fossa- nes. Bussur koyrir norð. Bønarløta kl. 17.30. Møti kl. 18 v/ Jaspur Langaard frá Blákrossi. Ungdómsmøti kl. 21. Øll hjartaliga vælkomin. www.kuff.fo Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og lovsangsløta, kl. 18 Møti. Missiónshúsið á Tvøroyri Um viðrar ger sunnudags- skúlin útferð sunnudagin. Farið verður frá missiónshús- inum kl. 14. Heitt verður á foreldur at hjálpa til við flutningi. Um líkindi ikki verða, verður eingin sunnu- dagsskúli fyrr enn eftir summarfrítíðina. Kl. 17.30 verður Bønarmøti og kl. 18 verður møti við Jónsvein Bech. Innsavnan verður til húsið. Frelsunarherurin, Vágur Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti, Eyðun Christiansen talar. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið í Sumba Missiónsvika verður hesar dagar: Fríggja- og leygarkvøldið kl. 20 Møti í Missiónshúsinum. Sunnukvøldið kl. 18 Møti í Missiónshúsinum. Hesi luttaka: Jógvan Lamhauge og Thomas J. Askham tala. Streingjakórið í Porkeri og kórið í Sumba syngur. Innsavnan verður til húsið sunnukvøldið. Mánakvøldið 20. juni kl. 20 Møti í skúlanum á Leiti v/ Thomas J. Askham. Øll eru vælkomin til møtini. Ørkin, Reykjavík Møti hvørt sunnukvøld kl. 20.30. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 20. juni: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen. Túrurin til Runavíkar 29. juni úr Steinatúni kl. 10.00. Vitja fornminnisavnið á Glyvrum. Døgurði á sjócaféini, vitja Runavíkar kommunu. Aftur í Havn kl. 17.00. Tilm. 316491. kl. 14-17 Kortspæl, telving, landastrok, dart og onnur spøl. Tilm. til døgurðan mikudagin tlf. 316491. Tilmelding til urtagarðs- túrin mikudagin tlf. 316491 Týsdagur 21. juni: kl. 10-11.30 Sangur – Benny og Flemming Samuelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 Nótafelagið í Havn frá 1788. Flemming Samuelsen/- Suni F. Jacobsen Mikudagur 22. juni: kl. 10-12 Vit gera døgurða í Tilhaldinum. Øll eru hjarta- liga vælkomin at vera við. kl. 12 Døgurði kl. 15 Túrur Hósdagur 23. juni: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-16 Boccia í kjallar- anum kl. 14-17 summartelduprát, Brandur Petersen Fríggjadagur 24. juni: kl. 10-17 Opið hús. Føðingardagur: Øll tey, ið vilja gleða Justinus Háskor á 80 ára degnum, eru hjartaliga vælkomin í Tilhaldið frá kl. 17.00-20.00. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Felagið Tórshavn – útferð Sunnudagin 19. juni verður útferð av Havnini til Suður- oyar, gingið verður til Kirkju- vatn. Møtt verður av Far- støðini kl. 10. Havið heit og góð gonguklæðir og ein matpakka við. Vit verða aftur í Havn uml. kl. 19.45. Tilmelding. Eysturoyar gongufelag Túrur verður niðan á Gøtu- nestind sunnudagin 19. juni. Møtast kl. 14. við rulluportrið sunnanfyri Leirvík. Ferðaleiðari Rasmus Jacob- sen. Túrurin er miðal tungur. Tilmelding ikki neyðug. Tilhaldið Hugnin í Sandoy er opið mánadag og mikudag frá kl.- 14 til 17. Báðar dagar- nar er drekkamuður at fáa. Bløðini eru eisini til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 20. juni er Tilhaldið stongt. Mikudagin 22. juni Boccia í Ungmannahúsinum. Dagtilhaldið Fløvi Í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum. Tlf. 448279. Allir pensionistar eru hjartaliga vælkomnir. Opið er mánadag til fríggjadag kl. 15 – 18. Mánadagur 20. juni Fimleikur v/ Jóhannu Troest. Týsdagur 21. juni Boccia Mikudagur 22. juni Prát og sangur. Vit spæla landastrok Hósdagur 23. juni Hugnaløta. Vit síggja video- upptøkuna av Vágatúrinum. Hetta er síðsti dagur áðrenn summarferiuna. Lýst verður í bløðunum, tá byrjað verður aftur. Hvønn dag er ein góður drekkamuður at fáa. Bløðini eru altíð til taks. Somuleiðis kort og spøl. Tú ert vælkomin at hava títt egna hondarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugs- að tær at vita meira um felag- ið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, formannin: Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Spælistovan í meinigheitshúsinum er í summarfrí frá 1. juli til 5. september 2005. Tá verður spælistovan í Margarinfabr- ikkini. AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri bókafundur Mikudag: kl. 20.00–21.00 Stiga- og siðafundur Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: Opin fundur kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og kl. 22.30-23.30 Kvinnufundur kl. 20–21.00. Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt hós- kvøld kl. 20 og sunnudag kl. 17. Síðsta sunnudag í mán- aðinum er opin speakarafun- dur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin).