Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2005 37 Heilsufrøðingur Heilsufrøðiskipanin søkir eftir heilsufrøðingi til skipanina.Starvið verður við fyribils setan í økinum Streymoy/Vágar, men av tí at arbeitt verður við broytingum, kunnu flytingar fara fram, og eisini kunnu t.d. tveir heilsufrøðingar røkja starvið. Talan er um eitt starv við 40 tíma arbeiðsviku, 20 tímar á smábarnaøkinum og 20 tímar á skúlaøkinum. Starvið verður sett 1. september 2005 ella eftir avtalu. Arbeiðið er samansett virksemi við tænastu til barnafamiljur og skúlar í økinum. Arbeiðið verður skipað m.a. við heimavitjan, ráðgeving, undirvísing og viðtalu.Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Vit kunnu bjóða: Sjálvstøðugt og spennandi arbeiði, men til tíðir krevjandi. Fakliga menning og skipaða supervisión. At vera partur av samstarvstoymi. Væntast skulu broytingar í mun til raðfestingar og mannagongdir, í sambandi við menningarverk- ætlan. Førleikakrøv: Útbúgving sum heilsufrøðingur. Áhugi fyri fakligari menning. Arbeiðið er skipað í samstarvstoymi,og er tað tí ein fyritreyt,at viðkom- andi hevur góð samstarvsevnir og kann viðvirka til at menna kollegiala samstarvið. Løn sambært avtalu millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjartu Vilhelm, leiðara á Heilsufrøðiskipanini, tlf. 354010. Umsóknarfreistin er mánadagin 18. juli 2005. Umsókn við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Heilsufrøðiskipanin N. Finsensgøta 28 Postboks 132 110 Tórshavn Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum er m.a. at eygleiða og kanna barnið, at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðvíkjandi barnsins sálar- ligu, sosialu og likamligu menning, foreldraleikluti og tilknýti. Á skúlunum er arbeiðið,umframt hetta,at gera reglugligar funktións- kanningar,samtala við børn,bæði persónligar,bólka-samrøður og undirvísing. Leiðari til Frítíðar- skúlan í Vági Søkt verður eftir leiðara til frítíðarskúlan hjá Vágs Kommunu. Stovnslýsing Frítíðarskúlin heldur til í Vágs Skúla Starvið Vit bjóða eitt starv við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum, har leiðarin millum annað kemur: • At standa fyri tí umsitingarliga og náms- frøðiliga partinum viðvíkjandi stovninum. • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing, áliti og umsorgan fyri tí einstaka barninum. • At leiðarin hevur eitt tætt samstarv við aðrar stovnar og umsitingina, hjá Vágs Kommunu Førleikakrøv Neyðugt er, at umsøkjarin hevur pedagogiska útbúgving,kann arbeiða sjálvstøðugt,er røkin og førur fyri at taka avgerðir í sínum arbeiði.Eisini er neyðugt at hava innlit í umsiting. Dentur verður lagdur á,at leiðarin kann skapa eitt gott samstarv millum stovnin, børn og foreldur. Setunarviðurskifti Starvið sum er 3/4 tíð er eitt fyribilsstarv, sum verður sett frá 15. august 2005 til 15. juni 2006. Løn sambært sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagog- felag ella við avvarðandi fakfelag. Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskriv- stovuna tlf. 373024 (Petry). Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera býráðsskriv- stovuni í hendi í seinasta lagi 4.juli 2005 kl.12.00. Merk umsóknina "Leiðari". Vágs Kommuna Mentunarnevndin Heilsuskúli Føroya 800 Tvøroyri Søkir eftir lærara á 3/4 tíð, 30 tímar um vikuna, at byrja 1. juli 2005. Somuleiðis er eitt starv á fulla tíð, 40 tímar um vikuna, at byrja 1. oktober 2005. Starvið umfatar undirvísing av heilsuhjálparanæm- ingum,fyrireiking og tilrættisleggjan í samband við undirvísing. Tú skalt hava eina miðallanga framhaldsútbúgving, sum er viðkomandi fyri heilsuútbúgvingarnar t.d. sjúkrasystur, ergo- fysioterapeut, føðslu- og húsar- haldsfrøðingur e.l.Fyrimunur er,um tú hevur náms- frøðiliga eftirútbúgving ella aðra eftirútbúgving, skeið v.m. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og mennandi starv, har tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt í tínari undirvísing. Undirvísingin er løgd til rættis sum toymisarbeiði og sum verkætlanir, í tøttum tvørfak- ligum samstarvið ímillum lærarnar á skúlanum. Undirvísingin tekur støði í 5 yrkislærugreinum, ið eru tann: handaliga, mentanarliga, virksemisskap- andi, námsfrøðiliga/sálarfrøðiliga, almanna/sam- felagsliga og røktarliga yrkislærugreinin, við 20 % úr hvørjari grein. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Susanne Høgh Olesen leiðara á skúlanum á tlf. 372 855. Umsóknarfreistin er 29. juni 2005, og umsóknir skulu sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya att: Súsanna Mortensen, vararektara, Eirargarður 14 B, FO-100 Tórshavn. Svimjihylurin Í tíðarskeiðnum 27.06 - 07.08.2005 er Svimjihylurin opin soleiðis: Mánadag kl. 19.00 - 20.00 Børn kl. 20.00 - 21.00 Vaksin Onsdag kl. 19.00 - 20.00 Børn kl. 20.00 - 21.00 Vaksin Leygardag kl. 15.00 - 17.00 Børn kl. 17.00 - 18.00 Vaksin Viku 32 (8/8-14/8) er stongt Opið sum vanligt aftur Mánadagin 15/8-05 Vágs Býráð