mikudagur 22. juni 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 116 - 22. juni 2005
Um mánaðarskiftið
fer Nólsoyar barna-
sjónleikaraskúli at
luttaka á stórari H.C.
Andersen sjónleikara-
stevnu í Slagelse
SJÓNLEIKUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
MáF, Meginfelag áhuga-
leikara Føroya, hevur nógv
jørn í eldinum. Herfyri
frættist, at felagið í næst-
um sendir 10 ungir klaks-
víkingar
á
sjónleikara-
stevnu í Litava. Og nú er
túrurin so komin til børn í
Nólsoy. MáF hevur nevni-
liga eisini skipað fyri, at ein
bólkur av barnasjónleikar-
um úr Nólsoy verður við á
stóru H.C. Andersen sjón-
leikarastevnuni, ið byrjar í
Slagelse 27. juni. Átta
bólkar verða við, og eru teir
úr Danmark, Noregi, Fin-
landi, Føroyum, Letlandi,
Litava og Kuba. Børnini
eru 9-16 ára gomul.
Bólkarnir koma við ein-
um sjónleiki hvør, ið er
inspireraður av ævintýrum
H.C. Andersens. Sjónleikin
hava allir bólkarnir gjørt í
vár, teir hava havt frum-
sýningar, og nú eru ungu
sjónleikarnir so klárir til
stóru stevnuna.
Eldsálir
Í Nólsoy hava tey spælt
sjónleik, síðan Bygdarfe-
lagið Royndin stovnað í
1918.
Barnasjónleikara-
skúlin byrjaði virksemi sítt
seinast í 80’unum. Seinastu
5 árini hevur kommunan
goldið til skúlan, men nógv
av arbeiðinum er sjálvboð-
ið. Í løtuni ganga 22 børn
og ung á skúlanum.
Tað eru eldsálirnar í
Nólsoy, Gunnvør og Hilmar
Joensen, ið fara við Nóls-
oyarbørnum til Slagelse,
hon sum leikstjóri og hann
sum ljós- og ljóðmaður og
sum tónleikari. Foreldur
hava saman við Gunnvør og
Hilmari seymað búnar og
gjørt pallmynd.
H.C. Andersen sjónleik-
arastevnan í Slagelse byrjar
alment við einum stórum
gøtusjónleiki týsdagin 28.
juni, og kl. 14.30 fríggja-
dagin 1. juli spæla Nóls-
oyarbørn á Slagelse Teaters
lille scene.
Í Vágum eru bestu
møguleikar í landin-
um til sílafisking. Tað
er bara at finna tráð-
una fram og taka sær
tíð til at slappa av í
náttúruni eina løtu
SÍLAFISKING
– Njótið frítíðina í vøkru
náttúruni í Vágum. Slappið
av við størsta vatnið í land-
inum. Finnið sílatráðuna
fram og takið nakrar tímar
úr strongda gerandisdeg-
num.
Soleiðis heldur Kunn-
ingarstovan í Vágum, at ein
av bestu háttunum at slappa
av uppá er - at seta seg við
eini sílatráðu við eitt av
vøkru vøtnunm, sum enn
standa órørd mannahond-
um.
Eitt teirra er Føroya
størsta vatn, Sørvágsvatn
ella Leitisvatn, alt eftir,
hvørju megin tú situr.
Vanliga bert nevnt Vatnið.
– Her er friðaligt, um
farið verðurt sindur burtur
frá landsvegnum, har tús-
und bilar dagliga strúka
fram við út á tann pulser-
andi flogvøllin. Men bara
einar tíggju, fimtan minutt-
ir til gongu suður frá
Gróthústanga ella flúgv-
arabedingini er friðurin
eins og fólk ongantíð hevði
sett her í námind.
– Og sílini eru nógv og
bíða bert eftir tær. So tað,
sum um ræður, er at finna
tráuna fram og støkka inn á
gólvið við kunningardiskin
á flogvøllinum at keypa tær
eitt fiskikort, sum gevur
rætt til at fiksa á vøtnunum
í
Vágum.
Fiskikortini
kunnu keypast fyri ein dag,
eina viku ella alt árið í
senn, sigur Kunningarstov-
an í Vágum.
Nólsoyarbørn á H.C. Andersen
sjónleikarastevnu
Njótið náttúruna í Vágum
Ferð um
Skopunarfjørð
eftir MjúS
Siglt verður um
Skopunarfjørð eftir
MjúS festivalin
FESTIVALUR
Tann stóri spurningurin
seinastu dagarnar hevur
verið: Sleppa fólk norð-
ur aftur um Skopunar-
fjørð eftir MjúS? Og
svarið er »Ja!« - tað
slepst norðuraftur!
Teistin ger ein eykatúr
eftir at tónleikurin á
stóra pallinum er av, og
skjóttgangandi báturin
Silja fer at sigla um
Skopunarfjørð
frá
klokkan 05 um morgun-
in - eftir at bál og dansur
eisini eru av.
Sjálvandi ber eisini til
at sova í Sandoynni.
Antin í egnum tjaldi,
ella í einum av bygdar-
húsunum í oynni.
Bussar verða av Sandi
til Skopunar, og eisini á
Gomlurætt.
Upplýsingar finnast
annars á www.tonlist.fo
og fáast við at ringja til
kunningarstovuna, sigur
Sandoyar
Kunningar-
stova.
Gestir á skránni
hjá MjúS
Gestir, ið ikki hava
vitjað almennu før-
oysku tónleikagátt-
ina serliga nógv sein-
asta árið, vera við á
MjúS leygardagin 25.
juni
FESTIVALUR
Gestir kunnu uttan iva
sigast at vera eitt av
mest spennandi før-
oysku tónleikanøvnun-
um í løtuni. Síðan Gestir
komu á vitjan fyrstu ferð
á heysti 2002, hava teir
m. a. vunnið Prix Før-
oyar, spælt á trimum út-
lendskum
festivalum,
verið í stásiligu Lund-
gaard Studios í Dan-
mark, og í fjørheyst
høvdu teir konsert á
kanska
best
dámda
spælistaðnum í Keyp-
mannahavn, Vega.
Í heyst skulu Gestir
aftur spæla á Vega og í
studio Lydhoer.dk hevur
lýst sermerktu tekstirnir,
huglagið og ikki minst
røddina, ið mynda tón-
leikin hjá Gestir, sum
»Sigur Rós - bara við
meira kanti«. Onnur tætt
skyld nøvn, ið kunnu
nevnast, eru Jeff Buck-
ley, Peter Gabriel, Cold-
play, the Smiths og
Radiohead. Tað er greitt,
at Gestir eru nakað
serligt.
– Viðmerkjast skal
harafturat, at framførsl-
an hjá Gestum á Sandi
verður enn meiri spenn-
andi enn vanligt. Gestir
spæla hesaferð uttan
trummaleikara. Hvussu
hetta fer at eydnast, er
bert ein máti at vita, siga
fyrireikararnir.
Tónleikavitjan
úr Løgumkloster
Í døgunum 26. juni
til 3. juli vitjar
Løgumkloster
Spillemandslaug
Føroyar
KONSERTIR
Vanliga nevna tey seg
»Tante Tuttes Knævarm-
ere«, og spæla tey
lættari
spælimanstón-
leik.
Ferðin í Føroyum er
fyrst og fremst fyri at
uppliva, havt vit kunnu
bjóða
teimum
sum
ferðamannaland.
Kortini fara tey -
ókeypis – at spæla nak-
að fyri okkum.
Mánadagin 27. juni
spæla tey uttan fyri
Kunningarstovuna
í
Klaksvík kl. 16.30.
Mikudagin 29. juni
spæla tey í Grasagarði í
Havn kl. 16.00.
Møguliga kann hetta
verða flutt til Gongu-
gøtuna við Sparikassan.
Sama kvøld spæla tey
á Hotel Føroyum frá kl.
21.30
Fríggjakvøldið 1. juli
spæla tey í Matsovuna
Casa Blanca í Sal-
tangará, og leygarkvøld-
ið 2. juli spæla tey í
Mentannarhúsinum
í
Fuglafirði ikki so seint.
Nærri verður kunn-
gjørt um klokkutíðir
seinni.
Bólkurin býr í Skóta-
húsinum á Kambsdali .
Tey koma umframt at
ferðast rættuliga nógv
kring oyggjarnar.
Meira fæst at vita um
teirra tónleik á
www.oester-hoejst.dk
Við at klikkja á For-
eninger.
Um mánaðarskifti fara hesir ungu leikarnir úr Nólsoyar Barnasjónleikaraskúla at luttkaka á stórari H.C. Andersen
sjónleikarastevnu í Slagelse