Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 102 - 2. juni 2005 Norðoyastevna er ársins fyrsta summar- stevna við FM-kappróðri, og stevnan í Norðoyggjum er fyrsta veruliga ábend- ingin um, at nú er summarið komið. Enn hevur veðrið ikki verið nakað at reypa av, og sólkremið liggur framvegis niðast í skuffuni, men hendan vikan hevur ikki verið tann ringasta, og veðurmenninir siga frá góðum veðrið um vikuskiftið. Seinastu tíðina hevur verið tosað nógv um, at festivalar og onnur stór tiltøk geva teimum gomlu summarstevnunum harða kapping, og onkur heldur, at summarstevnurnar kanska eru í vanda. Tað er neyvan nakar vanda fyri, at tann góði, gamli siðurin at halda summar- stevnur kring landið fer at detta niður fyri. Ítrótturin spælir ofta ein sentralan leiklut á hesum stevnum, og tað ger hann ikki á festivalum og til onnur tiltøk. Tí er framvegis pláss fyri summarstevnunum í føroyska summar- landslagnum, og ein stór stevna sum Norðoyastevna dregur framvegis nógv fólk til sín. Klaksvík er høvuðsstaðurin í Norð- oyggjum, og nú gongur býurin ímóti nýggjum og spennandi tíðum. Gongur væl – og kanska betur enn upprunaliga ætlað – so verður hetta seinasta Norð- oyastevnan, har tað verður neyðgur hjá avbygdafólki at sigla til Klaksvíkar. Norðoyatunnilin verður síðst í hesum mánaðinum skotin ígjøgnum, og hóast upprunaliga ætlanin var, at koyrandi skuldi verða 1. august næsta ár, so er møguleiki fyri, at fasta sambandið er veruleiki longu áðrenn næstu Norðoya- stevnu. Fasta sambandið verður ein kollvelting fyri Norðoyggjar og restina av landinum, og tað fer eisini at geva Norðoyastevnuni og øðrum tiltøkum í Norðoyggjum nýggjar møguleikar. Men nú skal stevnan haldast upp á gamlan manér. Og vit vilja við hesum blaði seta sjóneykuna á Norðoyastevn- una og ynskja øllum eina góða stevnu. Sosialurin So byrjar summarið av álvara Nógvar avbjóðingar standa fyri framman í Klaksvík hetta kom- andi árið, nú koyr- andi skjótt verður undir Leirvíksfjørð. – Vit skulu vinna enn meiri, sigur Stein- bjørn Jacobsen, borgarstjóri FRAMTÍÐIN Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: - Samleikin hjá okkum er fortreytin fyri allari menning her norðuri, sigur borgarstjórin í Klaks- vík, nú bert eitt ár er eftir til koyrandi verður undir Leir- víksfjørð. Steinbjørn verður nevni- liga tann borgastjórin, sum vegna Klaksvík fær tann stóra – og sjáldsama - heið- ur at verða við, tá tunnilin letur upp, væntandi áðrenn norðoyastevnu í 2006. Og hann, og alt býráðið eru fult greið yvir, at hetta verður ein stór avbjóðing fyri Klaksvíkina og klaks- víkingar. - Vit hava tó ein ótrúliga sterkan samleika her norð- uri sum klaksvíkingar. Og henda samleikan mugu vit fyri alt í verðini ikki missa, sigur hann. Vinna enn meiri Tá talan er um samleika, so vísir borgarstjórin serliga á tvey viðurskifti á hesi leið. Talan er í fyrsta umfari um tann vinnuliga samleik- an, har klaksvíkingar veru- liga hava víst, hvat tað til siga at standa saman við váðafýsni og initiativi, tá á stóð. Í øðrum lagi er tann ítróttarligi samleikin eisini sera sterkur millum fólkið. Hóast onkrir av leikarunum á bestu liðunum eru úr øðr- um støðum, so er samleikin kortini tann sami sterki. Nú skal so hesin sam- leikin standa sína roynd, tá koyrandi verður undir Leir- víksfjørð. Hetta er eisini ein stór avbjóðing fyri fólkið, og fer somuleiðis at geva teimum aðrar fortreyt- ir og møguleikar at virka undir. – Tí vit mugu ikki gloyma, at ferðslan verður ikki bara einvegis ÚR Klaksvík, men fer at ganga báðar vegir. - Tunnilin fer ikki at føra við sær, at vit fara at missa nakað. Nei, vit fara heldur at vinna enn meiri, sigur borgarstjórin, sum sam- stundis kundi ynskt sær, at norðoyingar vóru enn betri gearaðir til broytingarnar við undirsjóvartunlinum. Samstarv við grannar Nýggi landsvegurin undir Leirvíksfjørð fer eisini at skapa øktar møguleikar á tí politiska økinum. Klaksvíkar kommuna hevur longu biðið um størri samstarv við "granna- kommunurnar" í Eystur- oynni – Leirvík, Gøta og Fuglafjørð. Og hagani hev- ur Klaksvíkar kommuna bert møtt vælvild. – Vit hava nógv søgulig bond við hesi støðini, og tí hava vit í fyrsta umfari biðið um samstarv. – At tosa um samanlegg- ing av kommununum er alt ov tíðliga enn. Vit mugu fyrst samstarva fyri at byggja upp eitt álit okkara millum. Samanleggingin, - hon kemur í aðru rekkju, sigur hann. – Vit mugu ikki missa samleika okkara - Vit mugu fyri alt í verðini ikki missa samleika okkara, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri Mynd: Bárður