hósdagur 2. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 102 - 2. juni 2005
– Tað er deiligt at
standa í KÍ-málinum.
Samanhaldið á
liðnum er sera gott og
vit verða sera væl
stuðlaðar av áskoð-
arunum, sigur havn-
ardaman, Randi
Wardum, sum tvey
tey seinastu árini
hava vart málið í
besta kvinnuliðnum í
Klaksvík
ÍTRÓTTARKVINNA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havnin - Klaksvík: - Eg
elski at bjarga. Tað er altíð
best!
Randi Wardum hevur
higartil í ár ikki havt so
nógv at gera í málinum hjá
1. kvinnuliðnum hjá KÍ:
Einans seks mál eru farin
ígjøgnum hjá henni, meðan
liðið í hinum endanum
hevur skorað ikki færri enn
34 ferðir hjá mótstøðulið-
unum.
- Og fyri at siga tað sum
tað er, so er ikki altíð eins
lætt hjá mær at fáa dystar-
venjing, tí eg ikki altíð havi
so nógv at gera í málinum.
Men tá vit spæla móti B36,
tá fái eg nógv burtur úr, tí
liðini eru so jøvn.
– Hinvegin so sleppi eg
veruliga at royna meg, tá
vit eru til venjing. Tær hava
allar sum ein eitt sera gott
skot og tær raka málið heilt
ótrúliga gott. Og so eru tær
allar í sera góðari venjing,
sigur Randi úr Havn, sum í
tvey kappingarár hevur
staðið í málinum hjá KÍ.
Í mong ár hevur hetta
kvinnuliðið í Klaksvík havt
eina serstøðu innan før-
oyskan fótbólt, og í ár sær
úr til at gongdin er hin
sama: Tær eru á odda, hava
spælt sjey dystir uttan tap
og eiga í løtuni fýra tær
mest málskjótandi kvinnur-
nar í landinum.
Randi gongur í løtuni í
skúla í Hoydølum, og hevur
enn ikki avgjørt, hvat hon
skal gera, tá skúlatíðin er
liðug komandi ár. Hon hev-
ur ein dreym um at sleppa
til royndarvenjing við onkr-
um kendum útlendskum
liði.
- Hetta hevði uttan iva
verið sera stuttligt, - um
ikki annað, so hevði eg
fingið at vita á hvørjum
støði eg var. Men nú fáa vit
at síggja, sigur virkna
ítróttarkvinnan sum spælir
fótbólt við KÍ um summ-
arið og hondbólt við Kyndli
um veturin.
Úr Gráasteini
í Gundadal
Alt tað, sum Randi kann
minnast so hevur hon spælt
fótbólt.
Tað byrjaði, sum hjá so
mongum øðrum við fót-
bóltsspæli á gøtuni, har hon
býr Undir Gráasteini í
Havn.
– Eg minnist væl, hvussu
teir
størru
dreingirnir
gjørdu stór mál, har vit so
sparkaðu saman.
- Hetta dámdi mær sera
væl, sigur hon.
Ein slíkur vøllur var jú
lítil í mun til tann vøllin,
sum hon so við og við
skuldi koma at kenna enn
betri - Gundadal.
Sum Randi gjørdist størri
varð Gundadalur ein partur
av lívi hennara, tá hon
saman við pápanum plagdi
at fara hagar sunnumorgnar
til tað serstaka tiltakið fyri
foreldur og børn.
– Ja, eg havi faktiskt altíð
verið í HB, tí pápi mín var
so nógv har, sigur hon.
Og tá Randi so var um
sjey ár til aldurs, tók hon
eitt stig nærri lívinum sum
fótbóltsspælari. Tá spældi
hon nevniliga sín fyrsta
dyst í HB-troyggjuni.
Síðani hevur hon fylgt
uppeftir við liði sínum,
heilt upp til 1. kvinnuliðið,
sum fólk væntaðu sær so
nógv av, men sum hinvegin
hvarv rættiliga brádliga av
veraldarkortinum.
HB-liðið sum hvarv
Henda tíðin á 1. kvinnu-
liðnum hjá HB var sera góð
og spennandi fyri Randi og
hinar ungu kvinnurnar á
liðnum.
Hon minnist eina hend-
ing serliga væl, og tað var
tá tær vunnu steypafinaluna
móti KÍ á ólavsøku í 2001.
- Hetta var ein sera javnur
dystur, og hann varð av-
gjørdur við brotsspørkum,
har vit altso skoraðu flestar
ferðir, sigur hon.
Randi spældi hesar dyst-
irnar við undantaksloyvi, tí
hon var so ung. Men fyri
hana var tað eingin trupul-
leiki, serliga ikki tá hon
spældi saman við so fræg-
um leikarum sum Helgu
Ellingsgaard og Eyðvør úr
Dímun, sum vóru komnar
úr Danmark at spæla henda
dystin.
Hesin hópurin hevði utt-
an iva havt góðar møgu-
leikar at kunnað blivið til
nakað meiri, men – av eini-
hvørjari
fullkomuliga
óskiljandi orsøk - hevur
hetta sigursvanda felagið
nú í tvey ár einki lið havt í
bestu kvinnudeildini.
- Tað haldi eg er sera
keðiligt, sigur hon, sum tí
valdi at skifta til KÍ í fjør.
Greitt ja til KÍ
Rættast er helst at siga, at
hetta skiftið hennara til KÍ
hendi væl áðrenn kapping-
in skuldi byrja í 2004.
Sakin var nevniliga hon,
at í eini tvey ár høvdu venj-
arin hjá 1. kvinnuliðnum í
Klaksvík - Jón Harald
Poulsen - og aðrir av leikar-
unum hjá KÍ við millum-
bilum orðað við hana um at
koma í teirra felag.
- Hetta var mest leysligt
tos, og tí gjørdi eg einki við
tað. Men í fjør kontaktaði
hann meg aftur, og tá segði
eg so ja, sigur Randi.
Hon var tó kunnað um
hesa ætlanina hjá venjaran-
um, tí ein vinkona hennara
úr Klaksvík hevði sagt
henni um ørindini hjá venj-
aranum frammanundan.
Vinkonan hevði sagt, at
Jon Harald fór at ringja
vikuna eftir. Og so varð.
- Eg segði ja beinanvegin
fyri meg sjálva, men lovaði
tó at ringja dagin eftir. Tá
segði eg so endaliga ja til
KÍ, m.a. tí at liðið skuldi
luttaka í Europacup, sigur
Randi.
Hon hevði so glett seg til
fyrsta dystin í landskapp-
ingini, tí hann skuldi júst
verða móti gomlu liðfelag-
um sínum úr HB. Men hvat
hendi - HB tók lið sítt úr
kappingini, og tí hevur hon
enn til góðar at spæla sín
fyrsta dyst móti 1. kvinnu-
liðnum í gamla felagi sín-
um.
Góður stuðul
- Hvussu tað føldist at fara í
ta bláu KÍ-troyggjuna, tá
ein var vanur at vera í teirri
svørt-hvítu? Tað var eitt
sindur løgið, skal eg siga.
- Men tað føldist kortini
gott, tí fólk vóru so glað
fyri okkara lið, tey stuðla
okkum 100% og ynsktu alt
tað besta fyri okkum.
- Tað var eisini sera
deiligt at standa í málinum
inni á vøllinum og síggja
tær ungu genturnar í Klaks-
vík í bláum draktum heppa
á okkum uttanfyri vøllin.
Jú, hetta var ein sera góður
stuðul at fáa til dystir okk-
ara, sigur Randi, sum eisini
fegnast um góða saman-
haldið á liðnum, - á vøllin-
um, eins væl og uttanfyri
vøllin.
Hon gongur í 2. g í Hoy-
dølum og koyrir tvær ferðir
um vikuna til Klaksvíkar
fyri at venja. Haraftrat eru
so dystir sunnudagar.
Strævin skrá
Tað er kortini ikki bert fót-
bóltur og hondbóltur í lív-
inum hjá Randi.
Samstundis við skúla-
gongdina arbeiðir hon tveir
dagar um vikuna frá kl. 17
til 20 á Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin. Har ser-
verar hon nátturða fyri
monnunum og ruddar alt av
aftur.
Studentaskúlin í Hoydøl-
um fer eisini við nógvari
tíð, serliga nú ið royndirnar
standa fyri framman. Í dag
hevur hon sín seinasta
skúladag í ár, og so skal
hon til at repetera undan
munnligu royndunum.
- Tær flenna so ofta eftir
mær har norðuri í Klaksvík.
Tær siga, at eg tveiti alt til
síðis fyri at satsa uppá fót-
bóltin, og biðja meg bara
taka bøkurnar norður við, tí
eg fái nógv meiri burtur úr
her norðuri.
- Men eg veit ikki. Eg
royni at fáa alt at hanga
saman, men tað er ikki altíð
so lætt, tá áhugamálini eru
so nógv, sigur Randi.
– Eg elski at bjarga
Navn: Randi Wardum
Fødd: 22. november 1986
Bústaður: Havn
Støða: Single
Starv: Skúlanæmingur og málverji
Áhugamál: Fótbóltur, hondbóltur, familja, skúli, vinir.
FAKTA
- Hinar á KÍ-liðnum flenna ofta eftir mær har norðuri í Klaksvík. Tær siga, at eg tveiti alt til síðis fyri at satsa uppá fótbóltin, og biðja meg bara taka bøkurnar
norður við, tí eg fái nógv meiri burtur úr her norðuri, sigur havnadaman, Randi Wardum sum er málverji á besta kvinnuliðnum í býnum
Mynd: Bárður