Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 103 - 3. juni 2005 Oyggjaleikirnir órógva ikki Áhugin fyri at taka lut á Norðoyastevnu er eins stórur, sum hann var í fjør, og tað bendir á, at leikirnir í Hetlandi ikki fara at órógva kappróðurin KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen 56 manningar fara at taka lut í fyrsta FM kappróðrin- um, sum verður í Klaksvík í morgin. Hetta er ein manning fleiri enn í fjør, tá ið 55 manningar luttóku í kappróðrinum í Klaksvík. Tað er merkisvert, at lut- tøkan kvinkar rætta vegin. Ofta plagar at verða tikið til, at tað sæst aftur í minni luttøku í FM kappingini í kappróðri, at Oyggjaleikir eru á skránni. Eingir leikir vóru í fjør. Um ein mánað vera leikirnir í Hetlandi, og áhugin fyri at taka lut í kappróðrinum á Norðoya- stevnu bendir ikki á, at leikirnir í Hetlandi fara at draga kapprógvarar til sín. Upp og niður Nógvu tey seinastu árini hevur verið kappast í seks FM bólkum. Í ár eru sjey bólkar. Broytingin er tann, at tað nú verður kappast í tveimum bólkum, har tað áður varð kappast í 5- mannaførum við gentum. Nú eita bólkarnir 5-manna- før gentur og 5-mannafør kvinnur. Á Norðoyastevnu í fjør luttóku 14 manningar í kappingini millum 5- mannafør við gentum. Nú fara fimm manningar at kappast í tí aldursbólkin- um, sum eitur 5-mannafør við gentum, og ellivu manningar fara at luttaka í tí kappingini, sum eitur 5- mannafør við kvinnum. Størsti vøksturin er í kappingini millum 6- mannafør við monnum og 8-mannafør. Í fjør kappað- ust fimm 8-mannafør á Norðoyastevnu. Hesa ferð verða tey sjey í tali. Í fjør kappaðust tíggju 6-manna- før við monnum. Hesa ferð fara tólv 6-mannafør við monnum at kappast í Klaksvík. Harvið verður hetta størsti róðurin av øll- um. Tað er nevyan komið fyri áður, at 6-mannaførini við monnum hava verið størsti bólkurin. Í fjør luttóku seks 10- mannafør á Norðoyastevnu. Í ár fara eisini seks 10- mannafør at luttaka. Mest órógvandi er, at áhugin millum dreingir at rógva kapp, tykist at vera minkandi. Í fjør luttóku trettan dreingjamanningar á Norðoyastevnu. Í ár hava níggju dreingjamanningar boðað frá luttøku. Umframt FM kappingar- nar verður barnaróður, har luttøkan er vaksandi. Átta manningar hava boðað frá luttøku í barnaróðrinum fyri gentur og átta mann- ingar hava boðað frá lut- tøku í barnaróðrinum fyri dreingir. Í kappingini mill- um 5-mannafør við old girls og kapping millum 10-mannafør við oldboys manningum er fráboðanar- freistin í kvøld. Upp á slagið Undanfarnu árini hevur ofta verið uppi og vent, hvussu harmuligt tað hevur verið, at samlaða tíðin, sum er farin til kappróðurin, hevur verið so long. Ikki minst hevur á hesum síðunum verið víst á, at tað nú á døgum ongastaðni hoyrir heima, at tað ikki fyrrenn ásettu róðrartíðina verður farið at leggja fyrstu bátarnar. Fyrireikararnir í Klaks- vík ætla ikki at hava hetta sitandi á sær. Teir siga, at í fyrstu kappingini, sum verður millum old girls, verður startskotið klokkan 14.00. Teir siga eisini, at í fyrstu FM kappingini, sum verður millum 5-mannafør við dreingjum, er ætlanin at lata startskotið av klokkan 15.00. So tað ræður um hjá dreingjamanningunum og øllum hinum at vera úti á málinum í góðari tíð. Tað verður róð í hesi røð: old girls (klokkan 14.00), 5-mannafør dreingir (klokkan 15.00), 6-manna- før kvinnur, 5-mannafør gentur, 10-mannafør old boys, 5-mannafør kvinnur, 6-mannafør menn, 5- mannafør dreingir barna- róður, 8-mannafør, 5- mannafør gentur barna- róður og 10-mannafør. Úr Klaksvík verður sagt, at kappróðurin í ár helst verður skjótari avgreiddur, enn hann hevur verið seinnu árini Kvinnu- lands- liðið breiðkar B36 hevur nú eins nógvar spælarar á kvinnulandsliðnum sum KÍ, ið annars hevur ver- ið mest sum einaráðandi hesum viðvíkjandi Landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, hevur nú boðað frá, hvørjar spæl- arar hann fer at hava við sær til landsdystin móti Irlandi komandi viku- skifti. Spælararnir, sum eru úttiknar til ferðina, eru hesar: sta Magnusssen AB, Laila Jespersen, Rannvá Augustinussen, Unn Kragesten, Ása Dam á Neystabø, Else- beth Jónsson, Halltóra Joensen B36, Rakul Magnussen, EB/- Streymur, Mary-Ann Isaksen, Jacoba Lang- gaard, Anna Malena Højgaard GÍ, Ann Ol- sen, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Annelisa Justesen, Randi S. Wardum, Bára S. Klakstein, KÍ, Jóna- petra Mikkelsen FSV- 04. Leiðarar á ferðini verða Álvur Hansen, venjari, Jón Harald Poulsen, hjálparvenjari, Jóngerð Biskopstøð, fysioterapeutur. -jm Sjey feløg eiga spælar- ar á yngsta lands- liðnum, sum mitt í næsta mánað skal luttaka á altjóða kapping í Aberdeen U 15 LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Hvørjir ungir dreingir kring landið hava serliga góð evnir at spæla fótbólt. Serliga millum dreingirnar sjálvar, men eisini í feløgunum kring landið, er áhugin fyri hesum ivaleyst stórur. Nú hava U 15 lands- liðsvenjararnir, Mathias Davidsen og Eli Hentze givið sítt boð uppá, hvørjir teir halda vera teir stinn- astu. Tað hava teir gjørt, nú teir hava úttikið U 15 landsliðið, sum skal luttaka í Aberdeen International Football Festival. Hann verður í døgunum 16. til 23. juli. Best umboðaðu feløgini á liðnum eru NSÍ, HB, B36 og KÍ, og í alt eiga sjey feløg spælarar millum teir átjan, sum eru úttiknir, og sum í vikuskiftinum skulu á venjingarlegu á Svanga- skarði, har teir skulu møta leygarkvøld klokkan 19.30 ella tá ið landsdysturin ímóti Sveis verður liðugur. Úttiknu spælararnir eru hesir: Heini Vatnsdal og Adrian Cieslewicz, VB, Gilli Sørensen, TB, Kristin R Mouritsen, Gunnar Thomsen og Tummas Juul Thomsen, HB, Róaldur Jacobsen, Trygvi Danielsen og Ámund Hansen, B36, Jóan Símun Edmundarson, Remi Langaard, Viljormur Davidsen, Karl Løkin og Monrad H. Jacobsen, NSÍ, Hans Jørgensen, Andrias Ellingsgaard og Daniel H. Dam, KÍ og Kaj Leo í Bartalstovu, GÍ. Nýggir garpar skulu umboða føðilandið