Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir at Gunnar á Steig undir venjing mikukvøldið sleit hælsinuna, eru teir í EB/Streymi farnir at leita eftir nýggjum málverja EB/STREYMUR Jóannes Hansen Málverjin hjá EB/Streymi, Gunnar á Steig, sleit miku- kvøldið hælsinuna undir venjing á Mølini á Eiði. Hann endaði á Lands- sjúkrahúsinum, har hann varð skurðviðgjørdur. Tað fara at ganga nógvar vikur, áðrenn tað verður hugsn- ingur hjá honum um aftur at venja og spæla fótbólt. Tí eru teir í EB/Streymi farnir at leita eftir nýggjum mál- verja. - Hetta var ógvuliga óheppið. Serliga hjá Gunn- ari, sum hevur staðið seg ógvulig væl seinastu vikur- nar. Tað var ikki minst hansara avrik, sum var orsøkin til, at vit vunnu øll stigini í Fuglafirði, og ímóti KÍ helt hann teimum heilt burturi frá at gera mál, sigur Magnus á Stongum, sum er hjálparvenjari hjá EB/Streymi og kommunu- lækni á Eiði. Hvussu verður nú hjá tykkum? - Vit eru farnir at kanna møguleikarnar fyri at finna nýggjan málverja. Hetta er jú spildurnýtt fyri okkum. Málverjusessurin er týdn- ingarmikil, og hesa ársins tíðina eru málverjarnir jú bundnir í feløgum, stað- festir Magnus á Stongum. Tilburðurin Í hesi vikuni hava teir í fleiri feløgum tikið sær eitt sindur av løttum. Eingin landskappingardystur verð- ur í vikuskiftinum, og tá ið tað annars fer at verða spælt mest sum út í eitt inntil síðst í oktober, hava fleiri venjarar avlýst fleiri venjingar í hesi vikuni. Tað verður gjørt, tí spælararnir, sum hava vant støðugt síðani stutt eftir ársskiftið, treingja til at hvíla seg. Ein av fáu venjingunum hjá EBStreymi í hesi vikuni var mikukvøldið. Seks venjarar, sum eru í holtur við Slóðara útbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum, vóru á Mølini og vandu og fylgdu venjingini. Tá ið venjingin var um at vera liðug, leyp Gunnar upp eft- ir bóltinum, sum var lagdur innfyri. Hann datt niður og var liggjandi. Magnus á Stongum er ein av teimum, sum er í holtur við Slóðara útbúgvingina. Hann greiðir soleiðis frá: - Eg sá, at Gunnar datt, og eg helt, at hann hevði bekl- að. Gunnar helt, at onkur hevði sparkað hann í beinið. Tað hevði eg sæð, at eingin hevði gjørt. Soleiðis kennist tað, tá ið hælsinan slitnar, og tá ið vit høvdu fingið hann undir tak, og eg hevði hugt upp á tað, var eingin ivi um, at hælsinan var slitnað. Gunnar fór á Landssjúkra- húsið við sjúkrabili. Fyrst og fremst snýr tað seg um, at hann vinnur førleikan aftur. Men sjálvandi kom hetta eisini ógvuliga illa við hjá okkum. Gunnar á Steig hevur verið á Eiði síðani í 2001. Tá ið EB/Streymur í fyrsta umfarinum í landskapping- ini 28. mars vann trý stig í Gøtu, vardi Gunnar EB/- Streyma málið fyri 100. ferð. Nú fara tað at ganga nógvar vikur, áðrenn klaks- víkingurin, sum í níti ár- unum og fram til og við 1998 var málverji hjá KÍ, aftur verður førur fyri at spæla fótbólt. Nýggjasta átakið hjá føroyska 12. mannin- um er ein risa lands- liðstroyggja, sum skal vísast fram, tá altjóða dystir eru á skránni 12. MAÐUR Jákup Mørk Tá viðhaldsfólkini hjá Mil- an, Barcelona og øðrum stórfeløgum kunnu hava risa bannarar við felagslit- unum á, hví skulu føroyskir fótbóltsáskoðarar so ikki kunna hava nakað líkn- andi? Hetta tykist vera hug- burðurin, nú føroyski 12. maðurin hevur fingið eina rimmar landsliðstroyggju, sum skal nýtast, tá lands- liðið spælir fótbóltsdyst. Tað er annar av høvuðs- stuðlunum hjá fótbólts- landsliðnum Føroya Banki, sum hevur latið blusuna til 12. mann. Ætlanin er, at 12. Maður skal hava blusuna við til dystirnar í framtíðini. Fyrstu ferð verður á Svangaskarði nú leygar- dagin, og eisini verður hon brúkt, tá stórdysturin móti Írlandi verður á skránni komandi mikudag. Enn hevur áskoðarafelagið ikki gjørt av júst hvussu hon skal nýtast, men tað eru nógvir møguleikar. Hon er sera stór, og tekur nógv pláss um hon skal hanga uppi ella liggja. Startrøðin á norðoya- stevnu Róðrarsambandið hevur nú boðað frá, í hvørjari nummar- røð bátarnir skulu liggja til fyrsta FM- róðurin Røðin í einstøku bátaflokkunum er henda: 5-mannafør dreingir: 1 Drekin 2 Fípan Fagra 3 Sílið 4 Tekla 5 Falkur 6 Tjaldrið 7 Ritan 8 Blikur 9 Dúgvan 6-mannafør kvinnur: 1 Riddarin 2 Sølmundur 3 Gongurólvur 4 Jarnbardur 5 Páll Fangi 6 Lómur 5-mannafør gentur: 1 Blikur 2 Tekla 3 Drekin 4 Erla Kongsdóttir 5 Tjaldrið 5-mannafør kvinnur: 1 Fípan Fagra 2 Ritan 3 Sílið 4 Blikur 5 Firvaldur 6 Royndin Fríða 7 Junkarin 8 Drekin 9 Falkur 10 Ørnin 11 Frúgvin 6-mannafør menn: 1 Sølmundur 2 Lómur 3 Hósvíkingur 4 Strálan 5 Páll Fangi 6 Gongurólvur 7 Fuglfirðingur 8 Víkingur 9 Sundabáturin 10 Kollfirðingur 11 Stjørnan 12 Jarnbardur 8-mannafør: 1 Nevið Reyða 2 Árnfirðingur 3 Knørrur 4 Ørvur 5 Argjabáturin 6 Miðvingur 7 Kvívíkingur 10-mannafør: 1 Eysturoyingur 2 Havnarbáturin 3 Hoyvíkingur 4 Nólsoyingur 5 Vágbingur 6 Skálabáturin Nr. 103 • fríggjadagur • 3. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Mega-troyggja til 12. mann Á myndini síggjast landsliðsspælararnir Jákup Mikkelsen og Jákup á Borg. Frammanfyri síggjast umboð fyri Føroya Banka og 12. mann, John Eystberg og Tommy Falkenberg Gunnar sleit hælsinuna